Nú rekur av álvara á kíkin hjá sambandsmonnunum báðum á fólkatingi. Valstríðið hevur sum frálíður avdúkað, at tann einasti politikkur teir hava at bjóða føroyingum er at finna onkra hissini olmussu til hús og urtagarðar, og annars at binda okkum tættari at Danmark og ES. Hetta er heilt einfalt ov pínligt fyri okkum, bæði sum fólk og sum tjóð
- Vit kunnu ikki halda fram við at geva dønum eina ímynd av, at føroyingar eru nøkur vesalavætti, sum einans eru áhugað í at bidda sær danskar pengar til líkt og ólíkt.
- Vit kunnu ikki liva við, at okkara fólkatingsumboð svørja danska statinum trúskap í tíð og ótíð.
- Og vit kunnu ikki liva við, at føroysku sambandsmenninar á fólkatingi stuðla og eggja donsku stjórnini at arbeiða beinleiðis ímóti føroyskum áhugamálum, sum vit t.d. sóu í makrelmálinum
Eg vil ikki bara umboða teir føroyingar, sum eru samdur við mær í øllum lutum. Tí ongin politiskur flokkur kann einsamallur taka sær æruna av tjóðskapi okkara. Men saman kunnu vit fegnast um okkara kæra land, og at umboða Føroyar við virðing uttanfyri landoddarnar. Tað verið seg í vinnulívi, ítrótti ella á fólkatingi
- Eg vil umboða allar føroyingar, sum trúgva uppá okkara egnu mátt og megi.
- Eg vil umboða allar føroyingar, sum eru stoltir av tí vit hava megnað at skapt í vinnulívinum herheima.
- Og eg vil umboða allar føroyingar, sum siga nei til undirbrotligheit og biddaragongd í Danmark
Føroyskur tjóðskapur og sjálvsvirðing er sostatt miðleingjan í tí politikki eg bjóði meg fram til at føra á fólkatingi. Tess meira stuðul mær fellir í lut á fólkatingsvalinum, tess sterkari verður henda tjóðskaparrøddin