Ein í Australia – ein í Suðuríshavinum – og so ein við Áir!

20 September 2011
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Hesar tríggjar eru tær, sum allur heimurin hevur eftir av stórhvalastøðum. Tríggjar eru eftir í øllum heiminum, harav tann eina er við Áir.


Um aldaskiftið 1900 og góða hálva øld fram vóru tilsamans 214 hvalastøðir framvið øllum heimsins høvum.
Og bara tað, at støðín við Áir er ein av teimum heilt fáu, sum eru eftir í heiminum, ger hana rættiliga serstaka.


Hvalastøðin víst fram fyri almenninginum:
Á vitjanini við Áir í vikuskiftinum góvu virkisfús fakfólk teimum vitjandi innlit í tann týdning, stórhvalur hevði havt fyri økið har um leiðir og fyri Føroyar alt, táið virksemi var í hæddini.


Fyri tað fyrsta var stórhvalatvøst ein bílig og vælsmakkandi vøra, sum vanligi føroyingurin hevði møguleika at ogna sær. Harumframt stóð støðin eisini fyri útflutningi av lýsi, turrfóðri og stórhvalatvøsti.


Tað vóru norðmenn, sum løgdu lunnar undir hvalastøðir kring allan jarðarknøttin. Og eisini tær 7 støðirnar, sum vóru ymsastaðni í Føroyum í byrjanini av fyrru helvt av farnu øld.


Ferðavinnuperla og upplivingardepil við Áir
Nú eru hesar støðir partur av okkara nútíðarsøgu. Og tað er júst tí, at vit kunnu fáa nógv burturúr hvalastøðini við Áir, um vit halda fast við umvælingararbeiði har, og menna hetta til eina ferðavinnuperlu - ella til ein upplivingardepil við Áir, - sum arbeiðsbólkur undir Mentamálaráðnum vísti á fyri fáum árum síðani í einum ógvuliga áhugaverdum álitið, hann læt úr hondum tá. Sí heimasíðuna hjá fornminni.fo.


Hvussu selja vit savnsvitan til ferðafólk?


Tá um ferðavinnu ræður, er umráðandi at:

  • Vita hvat útlendsk ferðfólk ynskja at uppliva, og
  • gera sær greitt, hvat vit hava av tí, sum tey ynskja
  • greiða umheiminum frá, at vit eru til
  • samskipa ferðavinnuna – gera pakkatilboð o.l
  • tryggja okkum at ferðafólk verða eggjaði at leggja pengar eftir seg
  • osfr

Alsamt vaksandi tal av ferðafólki úti í heimi ynskja at leita sær til støð, har tað meira upprunakenda er at finna, har tú kanst bjóða siðsøgulig virði, reint umhvørvi og vakra náttúru. Kanst tú so harumframt kombinera hesar upplivingar við greiðum vegleiðingum, komforti og nýmótans hentleikum, so er lagamanni hjá okkum at tiltrekkja alsamt fleiri ferðafólk.


Hvalastøðin eitt av fleiri tilboðum
Tey munnu verða fá, sum koma hendanvegin bara fyri at vitja hvalastøðina við Áir. Men síggja vit hana sum partur av einum pakkatilboðið, sum vit velja at selja uttanlands, so hevur hon uttan iva sera stóran týdning. Eisini fyri ferðavinnuna, júst ti hon er innanfyri tað, sum er meira og meira eftirspurd av útlendskum ferðafólki: hon er søgulig, autentisk, er í einum reinum umhvørvi og er í vakrari náttúru.

Hvussu ferðatilboð annars skulu setast saman, skal eg ikki gera meg klóka uppá. Til tess hava vit fleiri dugnalig fólk innan ferðavinnu at taka sær av. Men tað er ikki at ivast í, at hvalastøðin við Áir er eitt upplagt øki at fáa í stand, fyrst og fremst fyri at varðveita eitt týðandi tiðarskeið í søgu okkara. Men eisini sum eitt ferðavinnutilboð, sum umheimurin ynskir at kunna seg um og vitja.

Tað er so nógv av autentiskum og siðsøguliga og upprunakendum virðum í landinum. Nú ræður um at uppraðfesta hesi øki. Gera vit tað kunnu vit fáa fleiri flugur við eitt smekk. Tvær av teimum eru menning av ferðavinnuni og menning av søguligum virðum.

Tí verður ynskt tiltakinum hepna hond og ferðavinnuni tað sama.

Annita á Fríðriksmørk