Tú kanstavgera, hvørji umboð skulu røkja føroysk áhugamál á Fólkatingi. Hvør einastaatkvøða er avgerandi. Hóast mong ivast í fólkatingsvalinum og týdninginum avhesum, so standa avgerandi ár nú fyri framman. Tað hevur tí størri týdning núenn nakrantíð, at vit velja umboð, ið vilja einar sjálvbjargnar Føroyar, áFólkating. Bjóði meg tí fram at umboða teg á Fólkatingi. Hesum fara vit atarbeiða fyri:
Føroyingar røkja best føroysk áhugamál
Sjálvandi røkja føroyingar best áhugamál føroyinga. Hóast hetta so lataføroyingar í dag stóran part av lóggávu Føroya til danska Fólkatingið at takastøðu til. Uttanríkismál, verjumál, útlendingamál, dómstólar og løgregla erumillum málini, ið enn eru á donskum hondum. Vit gera tað vit kunnu fyri at fáaavgerðarrættin fult og heilt úr Fólkatinginum og heim til Løgtingið ogføroyingar. Avgerðin um hetta skal tó sjálvandi takast á Løgtingi, men áFólkatingi skal fólkatingsumboðið støðugt vera á varðhaldi fyri, atavgerðarrætturin hjá føroyingum ikki minkar, og at øll mál, ið hava týdningfyri Føroyar verða avgjørd av Løgtinginum.
Ikki inn í ES umvegis danska bakdyr
Danmark flytir alsamt størri part av avgerðarrætti sínum til ES, og fer eisinikomandi árini at flyta alsamt meira vald og fleiri avgerðir til ES innan øki,ið hava týdning fyri okkum. Tí verða eisini vit í alsamt størri mun innslúsað íES umvegis danska bakdyr. Hetta skal steðgast. Vit skulu sjálvandi tryggja, atongin lóggáva, ES-regla ella uttanríkispolitisk avgerð verður sett í gildi íFøroyum uttan at føroyingar hava samtykt hetta. Nú Brexit stendur fyri framman,og tað í hesum sambandi skulu gerast nógvar nýggjar avtalur, verður í ennstørri mun neyðugt at vera á varðhaldi komandi árini.
Føroyar eru ikki til sølu
Føroyar eru millum ríkastu lond í heiminum. Fyri hvønn íbúgva helst tað ríkasta- um vit bert gagnnýttu okkara tilfeingi til fulnar. Fólkatingssessurin skalikki nýtast til, at fáa so nógvar danskar kekkar sum møguligt heim til Føroya,ella til hækking av blokkinum. Hetta er óvirðiligt, óneyðugt og setir Føroyar íringt ljós. Vit skulu sjálvandi heldur virka fyri, at vit í Føroyum til fulnargagnnýta alt okkara stóra tilfeingi, menna okkara vælferðarsamfelag og framhaldandifremja ein fíggjar- og búskaparpolitikk, ið skapar ein sjálvbjargnan føroyskanbúskap.
Fullan limaskap í altjóða samfelagnum
Har liggja ómetaliga stórir ótroyttir møguleikar og bíða eftir okkum áaltjóða pallinum – eitt nú við føroyskum limaskapi í EFTA (fríhandilssáttmálarvið 35-40 lond og fría atgongd til ES-marknaðin), Arktiska Ráðnum, SameinduTjóðum, Olympiska felagsskapinum IOC, Norðurlandaráðnum, WTO o.s.fr. Tá vitgerast sjálvstøðugt land vilja allar dyr latast upp altjóða, men so leingi vitikki hava rokkið hesum máli, skulu vit stríðast fyri, at vinna Føroyum so stórrættindi og so nógvar møguleikar í altjóða samfelagnum, sum møguligt - bæði íFøroyum og á Fólkatingi. Tí sjálvandi skulu vit røkja áhugamálini hjáføroyingum í øllum altjóða felagsskapum, og sjálvandi skulu føroyskítróttarfólk kunna luttaka vegna Føroyar og undir Merkinum til allar altjóðakappingar.
Reyð, blá og hvít áFólkatingi
Vit fara ikki at gerast partur av donskum flokki á Fólkatingi, so sumflestu av hinum flokkunum ætla sær. Tí vit vilja burturav røkja áhugamál Føroyaog føroyinga á Fólkatingi. Vit fara tí heldur ikki at binda okkum at"reyðum ella bláum" bólki á Fólkatingi. Vit velja heldur at vera"reyð, blá og hvít" á Fólkatingi.
Vit vilja eisini tryggja, at okkara umboð hevur ein sess í senn, soleiðis atstarvið á Fólkatingi verður røkt til fulnar.
Tjóðskaparumboð – ikki tvey sambandsumboð
Latið okkum øll standa saman um, at velja Tjóðveldi áFólkating. Tí spjaðast tjóðskaparatkvøðurnar á fleiri flokkar er skjótt, at Føroyarverða umboðaðar við tveimum sambandsumboðum á Fólkatingi. Hetta umboðar ikkiføroyingar sum heild, og vil ikki stuðla undir, at vit koma framá á tí sjálvbjargniskós,sum vit eru á. Vit eru nærri málinumnú enn nakrantíð. Búskaparliga. Vinnuliga. Fyrisitingarliga. Samfelagsliga. Númanglar bert støðutakanin hjá Føroya fólki.
4 avgerandi ár fyri framman
Avgerandi ár standa tí fyriframman. Komandi 4 árini heimtaka vit seinastu málsøkini, eitt nú løgreglu ogrættarskipan Føroya. Hetta eru avgerðir, ið sjálvandi skulu takast í Føroyum –men fremjast í verki í samstarvi millum føroyskar og danskar myndugleikar. Taðhevur tí størri týdning nú enn nakrantíð, at vit hava eitt umboð á Fólkatingi,ið vil stuðla undir hesi sjálvbjargnistilgongd.
Tín atkvøða er avgerandi!
Men skal hetta eydnast er neyðugt við tínum stuðli.
Hvør einasta atkvøða verður avgerandi. Tín atkvøðaverður avgerandi.
Latið okkum fara saman - tú og E - á Fólkating.
Kristina Háfoss
Fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi