SAMAN TAKA VIT EISINI SEINASTU FÁU TØKINI

2 June 2019
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Í dag og í ár hátíðarhalda vit, at 100 ár eru síðan, at tjóðarflagg okkara, Merkið, varð borið fram í 1919. 21 ár seinni fekk Merkið fyrstu almennu viðurkenningina sum flagg føroyinga.

Hjartaliga takk til øll tey,ið undan gingu, og stríddust fyri, at vit føroyingar fingu okkara egnatjóðarflagg.

Stríðið fyri Merkinum, og altjóðaviðurkenning av hesum, er eitt av fleiri átøkum, ið hava ment okkum, og fluttokkum framá, sum land og tjóð.

Í Føroyum vita vit flestøll, at vit eru nærri nú enn nakrantíð.

Vit kunnu taka avgerðina, távit ynskja hetta.

Eisini danskir myndugleikareru nú varugir við, hvussu nær vit eru við, at taka seinastu fáu tøkini, oggerast sjálvstøðug tjóð. Danskir myndugleikar fremja tí nú átøk á fleirifrontum, til frama fyri danskari tjóðarbygging í Føroyum.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð,í nýggjari tíð, hendir hetta:

  • Danskistjórnarleiðarin skipar fyri valfundi – í Føroyum.
  • Danska fólkatingiðsendir valtilfar um donsku grundlógina til øll ung, ið skulu til val á fyrstasinni – í Føroyum.
  • Danskakongshúsið skipar fyri rennikapping – í Føroyum.

Tey trý veldini - “Folketinget,Regeringen og Kongehuset” – skipa sostatt øll trý fyri átøkum í Føroyum í hesumdøgum, og hetta hendir alt vikuna undan einum vali – í Føroyum.

Øll eru tey hjartaligavælkomin til Føroyar. Sjálvandi.

Men hesi seinastu átøkinibera boð um broytingartíðir. Tað er ikki av tilvild at hesi verða framd.Sjálvandi ikki.

Hesi eru bert enn fleiridømi um, at vit eru nærri málinum nú enn nakrantíð. Búskaparliga. Vinnuliga. Fyrisitingarliga.Samfelagsliga. Nú manglar bert støðutakanin hjá Føroya fólki – einaferð enn.

4 avgerandi ár standa núfyri framman. Tí komandi 4 árini heimtaka vit seinastu málsøkini, eitt núløgreglu og rættarskipan Føroya. Vit hava tí tørv á, at vit eisini á Fólkatingihava umboð, ið stuðla undir hesum avgerðum, ið sjálvandi skulu takast í Føroyum– men fremjast í verki í samstarvi millum føroyskar og danskar myndugleikar.Velur tú umboð á Fólkating fyri Tjóðveldi, tryggjar tú, at so verður.

Øll eru vit góð við okkara tjóðarflagg, Merkið. Merkiðminnir okkum eisini um, at tað, sum vit kunnu vera ósamd um í dag, kunnu vitsavnast um í morgin.

Soleiðis hevur eisini verið við øllum teimum tøkum, iðtikin eru á sjálvbjargnisleið – og soleiðis verður eisini, tá vit saman takaseinastu fáu tøkini.

Kristina Háfoss
Fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi

Meira um sama evni

No items found.