FØROYAR ERU IKKI TIL SØLU!

31 May 2019
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

”Fleiri kekkar til Føroyar”.”Blokkurin skal hækka”. ”Føroyar bindast fastari í danskar skipanir”. Hetta eru nøkur av vallyftunum, ið fleiri flokkar og valevni, eru komin við, einaferð enn, til hetta fólkatingsvalið. Hetta er óvirðiligt, óneyðugt og setir Føroyar í ringt ljós - Føroyar eru ikki til sølu.

Føroyar eru millum ríkastu lond í heiminum. Fólkatingsumboðanin skal als ikki nýtast til, at fáa so nógvar danskarkekkar til Føroya sum møguligt, og heldur ikki til hækking av blokkinum, ellaat binda okkum fastari í danskar skipanir.

Sjálvbjargnari nú enn nakrantíð

Vit skulu heldur virka fyri, at vit í Føroyum mennaokkara samfelag enn meira, eitt nú okkara útbúgvingar, okkara heilsuverk, og tilfulnar gagnnýta alt okkara stóra tilfeingi. Hetta skal gerast samstundis sumvit fremja ein fíggjarpolitikk, ið skapar ein sjálvbjargnan føroyskan búskap.Og vit eru komin væl áleiðis.

Vit eru nú millumallar ríkastu lond í heiminum. Síðan 1998 erframleiðsla okkara, BTÚ, eisini farin úr góðum 7 mia. kr. upp í um 20 mia. kr. Hettager, at vit nú hava yvirhálað nøkur av grannalondum okkara, tá umræður inntøkurog framleiðslu fyri hvønn íbúgva.

Ríkar menningarmøguleikar

Okkara stóra ríkidømi er enntá veruleikiuttan, at vit hava gagnnýtt allar okkara menningarmøguleikar. Fyrst og fremsthava vit fólk við hópi av førleikum, vitan og royndum. Hetta ger tað møguligtat gagnnýta hópin av menningarmøguleikum fyri framman. Eitt nú liggja stórirmøguleikar fyri framman tá umræður vinnuliga menning.

Vinnuligamenning og fleiri handilssáttmálar

Bara størri virðisøking innan fiskivinnuna– saman við fleiri og betri handilssáttmálum, kann geva nýggj milliardavirðir.Hartil liggur stórur menningarmøguleiki í ferðavinnuni, ið kann gerast ein nýggjhøvuðsvinna, ið skapar spennandi arbeiðspláss kring allar Føroyar. Her krevsttó, at vit í enn størri mun megna at samskipa og menna ferðavinnuna beturinnanlands. Eisini hava vit møguleikar viðvíkjandi øllum, ið hevur við maritimavinnu at gera, herundir maritimar tænastur og aling á opnum havi. Somuleiðis erupplagt at seta sær sum mál, at gera Føroyar til undangonguland innan grønarorkuloysnir og talgilding. Kreativu vinnurnar eru eisini í vøkstri, og erutýðandi íkast bæði til okkara samleika og trivna, og til okkara menning sumland og tjóð.

Framtíðarútlitini eru bjørt

Vit kunnu øll hava bjartar vónir, um framtíðarútlitini hjá okkara ríka landi og fólki her í Norðuratlantshavi. Vit hava allar fyritreytir fyri, at skapa besta samfelagið – bæði nú og fyri komandi ættarlið. Krevur bert, at vit framhaldandi fara at hava eina stjórn, sum vil og megnar at fremja ein framskygdan politikk, ið røkkur inn í framtíðina – til fyrimuns fyri fólkið, vinnuna og samfelagið alt.

Skulu røkja áhugamál Føroya – eisini áFólkatingi

Skal málið røkkast, krevur hetta eisini,at vit velja fólkatingsumboð, ið til fulnar virka fyri føroyskum áhugamálum, ogvirka fyri, at Føroyar fáa fulla og javnbjóðis atgongd til allan heim – IKKIfólkatingsumboð, hvørs fremsta mál er, at fasthalda verandi støðu, ella at fáaso nógvar danskar kekkar, so stóra hækking av blokkinum sum møguligt, ellabinda okkum fastari í danskar skipanir. Hetta er óvirðiligt, óneyðugt og setirFøroyar í ringt ljós.

Føroyar eru ikki til sølu.

Kristina Háfoss
Fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi

Meira um sama evni

No items found.