DIS, NIS og NOR – eitt kærkomið íkast í búskapin

21 October 2011
Skrivað hevur
Meiningar

Í hesum føri snýr tað seg um at Javnaðarflokkurin hevur boða frá, at skattur skal leggjast á lønina hjá sjófólki, sum sigla í øðrum londum, teimum, sum eru í skipanum sum DIS, NIS og NOR. Vandin í hesum er, at vit kunnu missa stórar inntøkur av landinum.


Ongin ivi er um, at týdningarmesta vinnupolitiska amboðið er trygg viðurskifti í vinnu og á arbeiðsmarknaðinum. At vinnan og borgarin vita, hvat ið skal gjaldast, er minsta kravið. Skipanir og lógir, ið raka ymiskt og verða gjørdar við afturvirkandi kraft, eru oyðileggjandi.


Tað er eisini altíð eina vandi, tá man politiskt, í ágrýtni eftir at fáa pengar í landskassan, fer eftir ávísum bólkum ella skipanum, tí tað “sær út til”, at at har eru pengar at vinna ella spara. Tað er ikki altíð, sum tað sýnist, og tá ið til stykkis kemur, kunnu vit missa meira fyri minni.


Í Føroyum er hesin mátin at reka politikk ein regla - heldur enn eitt undantak - og er við til at tálma vøkstri í vinnuni.
Sum sagt hevur javnaðarflokkurin boða frá, at teir skulu hava pengar í landskassan frá útisiglarunum. Hesir skulu gjalda skatt til føroyska samfelagið. 10% av inntøkuni, tað gevur einar 35 – 40 mill. kr. í landskassan.
Trupulleikin er bara tann, at hesir útisiglarar longu gjalda skatt. Hóast vit ikki halda tað, ella vita tað, so eru teir fevndir av ymiskum skipanum, alt eftir hvørjum flaggi teir sigla undir. Tað eru gjørdar millumlanda avtalur, tvískatta-sáttmálar og sosialar tryggingar fyri teir ymisku bólkarnar. Skatturin er ymiskur og verður innkravdur á ymiskan hátt - alt eftir, hvørjari skipan teir eru í.


Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum skapar ótryggleika og setir ein bólk í samfelagnum í ringt ljós.
Vit vita, at føroysk sjófólk í meira enn øld hava siglt í øðrum londum. Í dag sigla teir flestu av hesum við handilsflotanum, við fiskiskipum og í oljuvinnuni. Hesi sjófólk hava verið “hitt” beinið, ið hevur tryggjað føroyska búskapinum framgongd og avmarkað bakkøstini í ringum tíðum. Hetta tí tey taka inntøkurnar, vunnar í útlandinum, við sær til Føroyar, og brúka tær her.

Í 2008 var talið á føroyingum, ið sigldu úti, 961. Í dag er hetta talið væl hægri, óivað uml. 1200.

Føroysk sjófólk sigla í høvuðsheitum sum skiparar, navigatørar og maskinmeistarar. Størsti bólkur í DIS-skipanini sigla sum yvirmenn. Næststørsti bólkurin eru dekkarar og maskinmenn, og restin eru sett í øðrum størvum. Eitt øki, ið er í stórum vøkstri, er oljuvinnan.

Í 2008 var inntøkan hjá nevndu sjófólkum uml. 320 milliónir. Í dag er henda inntøka 400 – 450 mill. kr. Og hóast hesar inntøkur ikki verða beinleiðis skattaðar í Føroyum, eru tær við til at skapa virksemi og inntøkur í føroyska samfelagnum, antin beinleiðis gjøgnum vørukeyp ella óbeinleiðis gjøgnum ringárinini og almennu nýtsluna, sum er beinleiðis og óbeinleiðis fíggjað av uttanlandsinntøkunum.

Tann størsti trupulleikin, sum útisiglarar - serliga teir, sum eru i NIS- og NOR-skipanini – hava, er at tær skattaavtalur, sum eru gjørdar við Føroyar, ikki eru eins fyri allar. Talan er um so ymiskar skipanir, at sjófólk, sum standa lið um lið, í sama reiðaríi, gjalda ymiskan skatt. Fleiri av hesum sjófólkum eru so ónøgd við hesi viðurskifti, at tey standa á gáttini at flyta til okkara grannalond, har hesi viðurskifti eru greið.

Niðurstøðan er, at vit - við at skapa ótryggleika hjá sjófólki, sum sigla í øðrum londum - kunnu missa hesar týdningarmiklu inntøkur til føroyska samfelagið. Við at skapa ógreið, ójøvn og trupul viðurskifti, eru vit við til at skerja talið á teimum, sum vilja koma undir nevndu skipanir. Hesi sjófólk velja heldur at búseta seg í okkara grannalondum, har skipanirnar eru einfaldari og lættari.

Tað er altumráðandi at fáa skil á skattaviðurskifti hjá teimum, sum sigla í øðrum londum. Tað kann ikki koma upp á tal at krevja skatt frá hesum sjófólkum, fyrr enn tað er púra greitt, hvat tey gjalda frammanundan.

At fara eftir óvissum inntøkum - í óðum verkum - kann bera við sær, at vit missa munandi størri upphæddir, ið vit so sanniliga hava brúk fyri í einum landskassa við risahalli.

Tjóðveldi vil arbeiða fyri gjøgnumskygdum og greiðum viðurskiftum fyri okkara sjófólk.


Olga Biskopstø