Hjá pragmatikaranum kann ein semja vera eitt avrik í sær sjálvum, og innihaldið koma í aðru røð. Tí er pragmatikarin ikki altíð so meinaleysur, sum umboð fyri land sítt.
Sjálvandi skal eitt føroyskt umboð á Fólkatingi arbeiða sakligt og konstruktivt. Men, neyðugt er at hava bæði styrkina og dirvið at tala Roma beint ímóti.
Makrelmálið dømi
Ósemjurnar millum okkum, ES og Norra er eitt mál, vit sjálvi mugu loysa. Men, her er eitt stórt arbeiði at gera, at fáa danskar parlamentarikarar at skilja okkara støðu og at leggja trýst á stjórnina at tala okkara søk í ES.
Danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen, vísti greitt, at danska stjórnin ikki er sinnað at stríðast fyri Føroyar í hesum máli. Tvørturímóti legði hon seg beinleiðis útí okkara viðurskifti við ES, við at siga, at vit fyrst máttu loysa makrelmálið, áðrenn Føroyar kunnu fáa lut í teimum fýra frælsunum. Her krevst ein djørv rødd, sum torir at berjast, so sveittin spríkir, fyri sakini.
Undirgrundin
Aftanfyri manga sáttliga loysn, liggur eitt langt, drúgt og miðvíst stríð fyri egnum rættinum. Yvirtøkan av undirgrundini í 1992 er eitt gott dømi um tað.
Tá Poul Schluter tók eina djarva politiska avgerð, so hendi hetta ikki orsakað av nøkrum hugnaligum kaffifundum við táverandi føroysku stjórnina, við Atla P. Dam, sála, á odda. Har lá eitt gróthart 17 ára langt politiskt stríð aftanfyri, har millum onnur Erlendur Patursson, sáli, stríddist fyri okkara rættindum. Pragmatikarin var til reiðar at góðtaka eina loysn við felags umsiting av undirgrundini. Og tá høvdu vit við vissu ongantíð “fingið” undirgrundina.
Uttanríkispolitikkur
Uttanríkispolitikst eru Føroyar veingjaskerdar, og kunnu ikki gerast limir í teimum altjóða felagsskapum, ella gera tær uttanríkispolitisku avtalur, okkum lystir. “Kongeriget Danmark, for så vidt angår Færøerne” kann til dømis ikki fara inn í evropiska búskaparliga samstarvið, EBS, har bæði Norra og Ísland eru limir. Her má talast bæði hart og greitt um, hvussu neyðugt tað er hjá okkum, at fáa somu amboð at menna okkum, sum onnur lond. Vit mugu sleppa burturúr haftinum, við uttanríkispolitisku heimildarlógini, ið staðfestir alt tað, vit sum land ikki mugu, og tí skerjir heldur enn víðkar okkara uttanríkispolitiska rásarúm.
Mítt mál við fólkatingsessinum er at vera ein tjóðskaparrødd, sum slær ígjøgnum tokuna av orðavavstri um pragmatikk og semjusøkjan. Tað eru úrslitini, sum telja. Og eitt úrslit er at vinna okkum størri uttanríkispolitiskt rásarúm.
Dávid hevði ikki vunnið á kempuni Goliat, við pragmatikki. Við hvørt krevst eitt djarvt plettskot!
Bjørt Samuelsen