Eftir at Dimmalætting í fleiri mansaldrar hevði torpederað føroysku fólkasálina við hini mest primitivu sambandspropagandu, sum er til skjals í heimslitteraturinum, undirbrotligheitin varð fóðrað út á ytstu mørk, sjálvsvirðið oyðilagt, tað ráddi um at rudda fyri danska valdinum í Føroyum, tóktist eitt annað og hugaligari ljós at daga undan í d/Dimmalættingini fyri kortum.
133 ár eru ikki 133 dagar, tí kendist hendan metamorfosan onkursvegna svalandi. Ímeðan Sosialurin rættiliga tilvitað er farin frá óhefta tíðindablaðnum, innaftur í eina sambands/sosialdemokratiska ostaklokku, var Dimma farin at seta ávís samfelagsviðurskifti somikið í perspektiv, at lesarin veruliga fekk nakað at hugsa um. Oddagreinarnar, dagsaktuella hugsan blaðsins, hava tó ongantíð tikið greiðar støður í stóra og fyri føroyingin rættiliga eksistensiella málinum um stjórnarspurningin. Um viðurskiftini ímillum imperiið Danmark andvegis hjálandinum Føroyar.
Oddagreinin miðvikukvøldið var tó eitt undantak. Hon er beinleiðis avleiðing av sjey framúr perspektiverandi og skilagóðum greinum hjá hinum góða skribentinum Líggasi í Bø. Skrivaðar um skeiva lutfallið í valdi millum partarnar, sum skulu eitast at vera partar av sama ríki. Blaðið skilir ikki tøgnina í almenna rúminum í kjalarslóðini av hesi greinarøð. Tað var nú løgið, og hóast tey flestu lesa greinarnar, so er tað góð gomul føroysk siðvenja, at tiga veru- og sannleikan burtur í onkisigandi mjørkatámi.
Ongin megnar at andmæla, mótargumentini eru ikki til, og eftir at Jóhan Petersen so dyggiliga tapti politiska tarvadystin ímóti Zachariasi Wang, um fólkaatkvøðuna í 1946, og síðani er vorðin konsulentur hjá løgtingsins fíggjarnevnd, í føroyskari undirbrotligheit í serflokki, ímóti dønum, skal Líggjas ikki, tíansheldur Dimma, vænta sær nakað orðaskifti um greinarøðina.
Trupulleikin í landinum er skeivi stjórnarstruktururin – bygnaðurin – har valdið liggur aðrastaðni enn veruligu rættindini. Fólkið velur síni umboð til tað, sum hildið verður, er evsta valdið í landinum. So lítið at sær komnir eru føroyskir parlamentarikarar kortini, at teir ikki vilja hava tað ræðið, sum fólkið letur fylgja teimum inn um grindirnar í hesum ússaliga heimastýrisdemokratii, ið áhaldandi pínir og plágar hetta landið.
Onkursvegna tykist Løgtingið vera designað til hesa ússaligheitina, og kringumstøðurnar fylgja bara tropp, fjølmiðlarnir ítaldir. Danski masterplanurin eftir stríðsárini heldur stand, og tað ringasta av øllum er, at vit halda sjálvi stásið við líka. Keglast og stríðast inni í hesum politiskt avmarkaða og avstikaða territorium, um at kalla onki. Stórmálini verða tagd burtur, á sama hátt sum viðkomandi greinarøðin hjá Líggjasi. Tjóðskaparligir oddvitar stríðast við at flyta bókstavir inn í ella afturum í aáb´num, aðrir fjasast við at gera eina nýggja stjórnarskipan eftir donskum leisti og merkantilistarnir í radikalum sjálvstýri eru vorðnir lægsti felagsnevnarin, av øllum, nú teir heldur ikki megnaðu at kuta av ríkisveitingini, í mun til búskaparvøksturin í landinum sjálvum, hóast sjálvur heimastýris/landsfaðirin – Kaj Leo – hevur skrivað undir sátt um hetta.
Málið um ríkisveitingina, sum var viðgjørt á tingi hendan dagin, var rættiliga symptomatiskt í mun til hendan fullkomna danska pseudoveruleikan vit liva í. Fólkaflokkurin megnaði ikki at minka blokkin við tí, sum svarar til kostnaðin av eini kjallaraíbúð í høvuðsstaðnum. Sambandsmenninir stóðu uppi á hvørjum øðrum, fyri at vitna um donsku herligheitina í Føroyum, so ídnir, at tað kendist onkra løtuna sum at vera til hesi garrvillu møtini hjá karismatisku rørslunum, og Kárarnir báðir, í Sjálvstýrisflokkinum, eru so innerverandi ósamdir í stórmálum, at teir valdu at cleara hvønn annan út úr tinginum, táið tað skuldi atkvøðast um blokkin. Undanførslan hjá Kára Post er nú hon, at hann ikki hevur stundir at vera politikari, so veit veljarin tað, táið skriftast skal næstu ferð. So er tann stóri trupulleikin sveipaður burtur av sær sjálvum – med alla.
Kjakið hesar 4 tímarnar um ríkisveitingina donsku var í grundini eitt orðaskifti, sum snúði og snýr seg um kvintessensin í føroyskum politikki. To be or not to be. Send føroyingum pening at stríðast um, segði Arup gamli á sinni, og hann hevur havt eina størri politiska nøs enn mangir aðrir, bæði fyri og eftir, hóast hann var embætismaður og fremsti ráðgevi hjá donsku maktini í kolonimálum í norðurhøvum. Trupulleikin í landinum er, at tað hevur eydnast dønum at skipa ein politiskan struktur og eina tilsvarandi siðvenju í Føroyum, sum elvir til sundurlyndi og stríð um onki. Løgtingið tykist ikki makta uppgávuna, at rista hesa ófrælsiskápu av herðum okkara, soleiðis, at vit sleppa framat amboðunum, sum kunnu og skulu brúkast í felagsstrembanini fram ímóti einum sjálvstøðugum vælferðarstati.
Girðingarnar í grulvigarðinum eru psykologiskt so høgar, at útsýnið er ikki frægari enn hjá eiturkoppinum, sum grulvaði niðri á botni í súrhoyggjabrunninum, og var søtliga vísur í, at tað var allur alheimurin hann sá í erva.
Søgan hjá imperialistinum er hin øvuta. Táið danir mistu ein triðing av kongsríkinum í 1864, vóru góð ráð dýr. Preussen var farið, og tað er ikki lætt at umdefinera ein stat í samleika, eftir at hava tapt í stríði og eftir at hava mist ein stóran part av lunnindunum hjá valdinum. Tað var Jóanes bóndi sum segði um danir, at teir eru dystin lærdir í stjórnarkynstri. Rætt mundi hann hava, tí tað sum hendi var, at teir vendu einum tapi til tað rollumodellið av einum vælferðarstati, sum mong lond í dag royna at eftirgera. Staturin var vorðin meira homogenur mentanarliga, og umvegis skilagóð átøk, eisini politisk, fingu teir takholt á støðuni og væl tað. Men tað avgerandi hevur alla hesa tíð verið, at teir hava verið rímiliga, fyri ikki at siga rættiliga, samdir um stórmál, har Danmark, sum tjóð og statur, stóð upp ímóti áhugamálunum hjá øðrum statum. Staturin gjørist ein kastali – ein skansi – bæði inneftir og úteftir.
Júst á hesum mótinum liggur tann føroyski trupulleikin. Samfelagsstruktururin – danska heimastýrislógin – mergsýgur samleikan, og fremur tað sundurlyndið, sum ger, at vit ganga í alt fleiri bólkum, í at kalla øllum málum, serliga í stórmálum, og onga leið koma. Her standa vit enn og tøva og dansa tann sama dans, segði yrkjarin úr Kirkjubø eisini, og nú kemur orsøkin til, at hendan greinin varð skrivað.
Fyri fyrstu ferð, síðani teir innkarneraðu sambandsmenninir mistu takið á Dimmu, hevur blaðið aftur eina støðu til hin politiska spurningin ímillum Føroyar og Danmark.
Katalysatorurin er sum skilst Líggjas í Bø. Hann er valla samdur við høvundanum, sum skrivað hevur oddagreinina: Sigandi tøgn. Endasalutturin er soljóðandi:
”Okkara viðurskifti við Danmark eru góð á mangan hátt, men í ávísum førum er neyðugt at regulera. Skulu vit sjálvi taka ábyrgdina, so mugu vit eisini fáa neyðugu upplýsingarnar. Skrivingin um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark síðani kríggið, eigur at fáa okkum at hugsa um, hvussu vit vilja hava hesi viðurskifti í framtíðini. Okkara uppskot er, at vit hugsa um hesi viðurskiftini í eitt áramál og síðani taka eina avgerð. Til tá eiga okkara fólkavaldu at reka ein skilagóðan politikk, sum loysir okkara vanligu trupulleikar og sum ger tað liviligt at búgva í Føroyum.”
Tað góða gamla lagið. Ongi eksperimentir, plagdu teir at siga. Best man vera sum er. Vit vita hvat vit hava, - og ikki hvat ið vit fáa. Lat okkum hugsa í eitt áramál og síðani taka eina avgerð. Um tað er Árni, Brynhild ella nýggi eigarin, sum kanska introduserar seg sum ein spillfeskan samríkjakandidat fyri valið, sum brátt fer at koma, er ilt at vita. Men útsøgnin er ræðandi. Problemið í Føroyum er, at danska ríkisveitingin og danski heimastýrisstruktururin doyva okkum somikið, at vit ikki samfelt fáa hugsað okkum fram til eina skilagóða avgerð í nøkrum máli, og ímeðan lata vit danir og sjálvsagdar afturvendandi kreppur stjórna landinum.
Áhaldandi skal hugsast, men avgerðin skal takast nú, og ikki um eitt áramál. Óneyðugt skuldi verið at sagt, hvør einasta loysnin er á hesum problematikkinum, hana kann lesast um, í hvussu er millum reglurnar, í fínu greinarøðini hjá analytikaranum fyri eystan Djúpini.
Tórbjørn Jacobsen