Men tað tykist, sum at leikluturin hjá Edmund Joensen í fólkatinginum er, ístaðin fyri at arbeiða fyri føroyskum áhugamálum og menna vitanina um føroysk viðurskifti, er at virka sum danskur ambassadørur í Føroyum, har hann tó hevur valt sær tann leiklut at mansuppdekka øll føroysk áhugamál, sum kundu komið okkara landið til goðar og ført okkum longur fram á sjálvbjargisleið.
Dømi um hesa framferð vísir hann í ógvuliga ódámligum vendingum í blaðgrein í vikuni har hann heitir á okkum um at steina danskarar. Eitt ógvuliga ósjarmerandi orðaval, sum minnir um fyrru grein hansara, sum hann nevnir: ”danin er fanin”.
Hugsi ikki, at Edmund veit, hvat tað er hann leggur navn til, og hvørja stigmatisering hann leggur upp til. Men ódámligt er tað, og serliga tá ið talan er um ein fyrrverandi løgmann og núverandi fólkatingsmann og løgtingsmann.
Tjóðveldi ynskti ávirkan og samstarv um fíggjarligum støðufesti
Edmund sigur í greinini, at onki mark er fyri teimum órímiligu skuldsetingum, ið verða settir fram móti Finansiel Stabilitet. Nú veit eg ikki hvør tað er sum er farin um mark. Sjálv haldi eg at tað er at fara um mark við føroyskum áhugamálum ikki at vilja hava ávirkan og innlit í viðurskifti sum hava grundleggandi týdning fyri okkara samfelag. Men táið glaðir amatørar skulu imponera dýrtdrivnar bankaserfrøðingar, so er best at handla og gera júst sum teir mæla til. Spyr man nakað kritiskt so steinar man danskarar.
Annars kann eg minna Edmund Joensen á, at Tjóðveldi atkvøddi eisini fyri og tók undir við uppskotinum um fíggjarligt støðufesti. Og vit halda enntá, og mæltu til, at føroyingar - um ikki annað so saman við dønum - áttu at funnið eina føroyska loysn.
Tí hevði andstøðan, tá ið málið var fyri í 2008, eitt broytingaruppskot, har mælt varð til: (og eg siteri úr álitinum):
”- At lógaruppskotið greitt ásetir, at talan er um eina skipan fyri Danmark og Føroyar
- at lutur føroysku peningastovnanna til trygdargrunnin verður ásettur í mun til føroysku
bruttotjóðarúrtøkun (2%).
- at føroyskir myndugleikar hava umboð í teirri nevnd, ið skal standa fyri trygdarskipanina og
fær heimild at seta peningstovnum krøv.
- at ásett verður, at samráðingar verða millum donsku og føroysku stjórnina um, hvussu farið verður fram við skyldum og møguligum afturgjøldum.”
Hetta er ikki at steina danskarar! Hetta er at vilja innlit og ávirkan – og enntá samstarv!
Vilt tú framá, mást tú vilja nakað! Í minsta lagi mást tú vilja innlit og ávirkan! Og tí er tað heilt ófatiligt, at ein sum fólkavaldur í áravís brúkar sítt politiska mandat á danatingi at forða fyri hesum innlitið og hesum samstarvi.
Føroyingar hava goldið sítt
Føroyingar hava nú goldið í 100 tals mió kr í avgjøldum fyri at verða við í bankapakkunum. Føroyskir partabrævaeigarar, smáir sum størri, mistu øll partabrøvini fyri eini 7 vikum síðani. Og nú skulu hesi somu, sum hava goldið í 100 tals mió.klassanum, og sum hava mist síni partabrøv, nú eisini brúka uml eina hálva milliard í fíggingargrunninum til at bjarga bankanum.
Vit eru ikki so katagorisk í hesum máli og siga tí ikki neyvt, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Til tess er málið fyri okkum føroyingum alt ov illa lýst. Júst tí er tað okkara skylda, at fáa lýst málið betur. Eisini fyri at hjálpa landsstýrinum at taka rættari avgerðir, sum um ikki annað byggja á vitan um málið.
Her er jú talan um rættiliga grundleggjandi strukturar í samfelagnum, sum standa fyri massivum rembingum.
Vit fingu til dømis at vita, at um fáar dagar verður bankin seldur, og vit fingu at vita, at um tað almenna ikki keypir her og nú, so verður bankin avviklaður, - og, vit fingu at vita, at tað fer at fáa øgiligan skelk fyri tað føroyska samfelagið.
Vit settu spurnartekin við nøkur viðurskifti: vit spurdu til dømis um og í hvønn mun, man hevði roynt útlendskar íleggjarar, - vit spyrja, hvat Eik bankin er verdur, nú tað almenna var í uppskotið at keypa, - vit spyrja, um man ikki átti at tikið málið upp við donsku stjórnina, - og um nakrar analýsir eru gjørdar, - vit spyrja, hvørja ávirkan tað fær fyri Bank Nordik, at man selir ein triðing av partabrøvunum har upp á so stutta tíð – vit spyrja hvørja ávirkan fær tað á virði á Eik, at man soleiðis hóttir við avvikling og høgari útlánsrentu og lágari innlánsrentu, -og vit spyrja um tann óavmarkaða trygdin ikki framvegis er galdandi í Eik, - og kann tað hugsast, at mangur hevur flutt banka síðani Dag og viku hósdagin? Og so framvegis!
Men nei, sigur Edmund, alt hatta má man ikki spyrja um, tí so steinar man danskarar!
Danir spyrja eisini
Men løgið nokk so spyrja danir í Danmark eins og tjóðveldisfólk í Føroyum. Eisini fjølmiðlarnir í Danmark spyrja. Og politikararnir spyrja. Í Danmark hava tey í fjølmiðlunum endavent bæði Finansiel Stabilitet og fíggjarefttirlitinum, og sett kritiskar spurningar við teirra leiklut í Danmark, og enntá kravt stórar broytingar í hesum stovnum.
Men ditta vit okkum í Føroyum at tosa um ávirkan og innlit í hesi viðurskifti, og enntá at finnast at hesum stovnum, sum hava so stóra ávirkan á okkara heimligu viðurskifti, so er hetta alt ov heilagt at nerta við, sambært Edmundi Joensen, sum m.a. sigur soleiðis: ” Føroyskir politikarar og teirra fylgissveinar í fjølmiðlunum rópa út um alt landið: Kom og steina danskarar!”
Tað er neyvan í nøkrum fólkaræðisligum landi – uttan í Føroyum – at myndugleikarnir hava ein stóran politiskan flokk, sum meinar, at fólkið ikki má seta spurnartekin við sín egna fíggjarmyndugleika. Men tað hava vit í Føroyum.
Seta vit spurnartekin við tey øki, sum eru felagsmál, so steina vit danskarar!
Annita á Fríðriksmørk