Forsætisráðharrin Rasmussen hevur skrivað út val til ting dana. Valið snýr seg um hvussu danski staturin skal stjórnast í innan- og uttanríkispolitiskum málum næstu árini. Danmark er ímillum seinastu imperiu í heiminum, og tey bæði hjálondini – Føroyar og Grønland – eiga, sambært grundlógini donsku, rættin til 4 sessir í tingi teirra, har 179 stólar skulu mannast hin 15. september, um smáar tríggjar vikur.
Føroyska tjóðin stríðist framvegis fyri sínum evstu rættindum. Tjóðskaparstríðið, sum av álvara byrjaði fyri meira enn stórt hundrað árum síðani, er ikki vunnið, fyrrenn lógligi karmurin um tjóðina er ein sjálvstøðugur føroyskur statur, í javnbjóðis stríði og møguleikum á altjóða politiska pallinum.
Føroyingar skulu velja tveir tingmenn á Danating. Tað hevur verið ymiskliga mett, hvønn týdning hesin sessurin hevur fyri føroyska samfelagið, og í mong ár eftir stríðsárini hildu politisku tjóðskaparfólkini lítið um hetta mandatið, sum danska grundlógin og harvið hjálandaveldið hevði kroyst niður um akslar okkara.
Men, allir politiskir pallar kunnu brúkast, eisini í tjóðskaparstríðnum, tí gjørdi logiska og rationella hugsanin til endans av, at tjóðskaparflokkarnir ikki áttu at lata traditionellu sambandsflokkarnar gera av, hvør røddin skuldi hoyrast av Fólkatingsins røðarapalli. Úrslitið hevði verið ein undirinformatión, ein skeiv briefing um, hvør veruliga politiska støðan í Føroyum var. Hesi árini hava Thorstein, Hákun, Poul Adrian, Erlendur, Óli og Høgni á hvør sín hátt umboðað tjóðskaparstríðið í Føroyum.
Sambandsflokkarnir – Javnaðar- og Sambandsflokkurin – hava leingi tosað um at gera ein politiskan valblokk. Edmund, Jóannes, Hans Pauli og nýsleikti samríkjamaðurin Sjúrður Skaale hava ídnir advokerað fyri hesum, at andsagnirnar gerast samsvarandi í yvirskipaða málinum, at gøllhalda Føroyar í sorópta ríkisfelagsskapinum – Contraria sunt complementa.
Hetta merkir, at teir viljaleysir leggja seg upp í trogið hjá annaðhvørt danska vinstraflokkinum ella danska socialdemokratiska flokkinum, skuldi tað hent, at annar ella í ringasta føri báðir fáa umboðan á Danatingi.
Edmund konverterar frá føroyskum til danskt fólkatingsumboð, verður hann valdur hin 15. septmeber. Uppaftur verri verður tað kanska um Levi Mørk, Gerhard Lognberg ella Sjúrður Skaale skuldu verið valdir inn í danska socialdemokratiska tingbólkin. Serliga um Helle Thorning-Scmidt gerst forsætisráðharri. Øll kenna hennara protegé í øllum lutum, Poul Nyrup Rasmussen, ið er tann seinasti danski oddvitin, sum hevur rikið veruligt hjálandastríð í Føroyum.
Alternativið er, at føroysku tjóðskaparflokkarnir brynja seg til hetta valið á ein øðrvísi hátt. Rætt og slætt, at eisini teir gera ein Contraria sunt complementa. Nágreina og samskipa føroysku røddina – ella raddirnar – í einum yvirskipaðum tjóðskaparstríði, meðan politisku høgra-vinstra málini, andsagnirnar, vera viðgjørd har tey eiga, - í Føroyum.
Samskipaðu tjóðskaparflokkarnir valstríðið, í evsta føri, at teir savnaðu seg í ein blokk, sum er meira týðandi á hesum valinum, enn á løgtingsvalinum seinri í ár, so er góður møguleiki fyri, at báðir sessirnir á Danatingi verða mannaðir við tjóðskaparfólki, sum í øllum lutum verja føroysk áhugamál. Alternativið er ein ella tveir samríkjamenn, sum fara í eitt við tapetið í danska politiska rúminum, har teir gerast viljaleys atkvøðuneyt í donskum innanríkismálum. Tað genererar eina løn, men tað kann nú ikki vera einasta meiningin við umboðanini.
Tjóðskaparstríðið er ikki meira enn hálvgingið, nógv er eftir at gera, og til tað er ein føroyskur tjóðskaparmaður kallaður, soleingi hendan ómegdarstøðan stendur við, at gera vart við veruligu føroysku sjónarmiðini, eisini á Danatingi, har ein pallur stendur tøkur, annaðhvørt til ein samríkjablokk ella til ein tjóðskaparblokk.
Hesi seinru árini hava hjálandaumboðini virkað saman í Norðuratlantsbólkinum. Grønlendingar og føroyingar. Ein sjálvstøðugur bólkur á tingi, sum hevur verið serstaka virkin og hoyrdur. Stevna og áhugamál hjá tjóðunum báðum í Norðurhøvum hava verið málið í øllum tí, sum virkað hevur verið fyri. Føroyskur innanríkispolitikkur er mál hjá Løgtinginum at fremja, og Landsstýrinum, táið tað ræður um uttanríkismál. Røðarapallurin og nevndarsessirnir á Danatingi skulu bara brúkast í strembanini fram ímóti føroyskum fullveldi.
At strategiin hevur eydnast við stjálvstøðuga tingbólkinum, munnu hesi orðini hjá Svend Auken, sála, á ráðstevnu á heysti í 2002, vera greitt tekin um: ”En af de virkelig spændende nyskabelser, eller rettere sagt, den spændende nyskabelse, der skete efter valget den 20. november i sidste år, er selvføgelig ikke dannelsen af VK-regeringen, men det var dannelsen af Den Nordatlantiske Gruppe.”
Mín áheitan skal vera, at føroysk tjóðskaparfólk nú taka seg saman, og velja fólk í annan ella báðar sessirnar á Danatingi hin 15. september. Vit eiga meirilutan, tí er hetta okkara rættur, og kanska kundi hetta lynnað undir eitt nationalt samstarv, táið vit sjálvi skulu skipa okkum í innanlands alliansum, um hvønn vegin føroyska tjóðin skal fara, í komandi árum, tá val verður til Føroya Løgting í seinasta lagi hin 19. januar 2012.
Gott val.