Tað hevur leingi verið alment kent, at ein av avbjóðingunum hjá samfelag okkara er at útvega eitt fjølbroyttari úrval av bústaðamøguleikum, og tí eri eg fegin um, at Klaksvíkar Býráð einmælt tekur undir við, at arbeiðast skal ítøkiliga við at útvega fleiri bústaðir í Klaksvík til fólk við serligum avbjóðingum.
Eisini okkara egnu fyrispurningar hava higartil staðfest tað sama, at tørvur og grundarlag er fyri at halda fram við bygging av íbúðum, og tí hevur býráðið samtykt at seta á stovn ein sjálvsognarstovn við tí endamáli at útvega og reka so bíliga sum tilber tíðarhóskandi bústaðir til menningartarnað og/ella fólk við serligum avbjóðingum.
Fyrieika íbúðabygging í samstarvi við brúkarar
Enn er hetta málið komið ov stutt til, at eg kann fara út í smálutir, men vegna Klaksvíkar Kommunu vil eg siga, at eg sum formaður í Sosialu Nevnd eri sera fegin um, at okkara kommuna kann verða við til at menna teir higartil avmarkaðu møguleikarnar á bústaðamarknaðinum.
Her er okkara skylda sum samfelag sjálvandi størst, tá ið tað kemur til tey, sum hava serligar avbjóðingar, og tað er eisini hetta, sum býráðið í sínari viðgerð av málinum á býráðsfundinum 21. februar legði dent á.
Nú fer málið aftur í umsitingina til víðari fyrireiking saman við avvarðandi pørtum og myndugleikum, og verður málið síðan latið sjálvsognarstovninum, ið verður karmur um hesa íbúðaverkætlanina.
Býráðið hevur samtykt at velja Óluvu Klettskarð og Eyðstein Ó. Poulsen sum kommununnar umboð í nevndini fyri stovnin.
Jóhann Lützen
Fomaður í Sosialu nevnd í Klaksvíkar býráð