Brúkaraumboðið - frá býtisbarni til hjartabarn

4 September 2009
Skrivað hevur

Nú er tryggari at vera brúkari – sum skrivað stendur í lýsingini til móttøku hjá Brúkaraumboðnum. Hesin stovnur skal halda eyga við, at lógin um marknaðarføring verður fylgd, og harvið tryggja góðan marknaðarføringssið. Eitt nú skal Brúkaraumboðið vera á varðhaldi í sambandi við marknaðarføring mótvegis børnum og ungum.

Brúkaraumboð samtykt
Undirritaða var sum landsstýriskvinna sera fegin, tá undirskriftin kundi setast á lógina um marknaðarføring, sum staðfesti, at Brúkaraumboðið skuldi fara til verka 1. januar 2009. Brúkaraumboðið var partur av valskránni hjá Tjóðveldi til undanfarna val, men vit kannaðu okkum ikki bitan einsamøll, tí undirtøkan í táverandi samgongu var holl. Í CHE vóru vit á einum máli um, at Brúkaraumboðið skuldi við í marknaðarføringslógina, skuldi lógin fáa neyðuga tyngd og týdning fyri brúkaran og fyri marknaðin.

Upprunaliga hevði gamla ABC-samgongan lagt lógina um marknaðarføring fyri tingið, men uttan Brúkaraumboðið. ABD andstøðan legði sama uppskot framaftur, men varð hetta felt, tí CHE flokkarnir vildu hava Brúkaraumboðið við.

Trygg framtíð
Tá av tornaði, varð Brúkaraumboðið samtykt av samgonguni saman við fleiri atkvøðum frá andstøðuni. Hetta hóast táverandi formaðurin saman við meirilutanum í vinnunevndini mælti Løgtinginum frá at samtykkja lógina (sí løgtingsmál 174/07). Formaðurin í vinnunevndini var Jóhan Dahl.

Men landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur nú tikið Brúkaraumboðið til sín, og lagt stovnin í heimbygdini Vági. Og fríggjadagin greiddi Føroya fólki frá stóra týdninginum av hesum stovni, og hvussu hesin longu hevur prógvarð sín tilverurætt.

Sjálvandi fær Brúkaraumboðið, við dagsins samskiftiskervi, røkt sínar skyldur eins væl úr Suðuroynni. Har fer stovnurin vónandi at liggja bæði væl og leingi, tí við so breiðari politiskari undirtøku skuldi framtíðin verið rættuliga trygg.

Tjóðveldi ynskir Føroya fyrsta Brúkaraumboði - Andrassi Holm Arge - og hansara fólki, blíðan byrð og góðan arbeiðshug!

Bjørt Samuelsen
Løgtingskvinna
Tjóðveldi

Meira frá sama høvundi

No items found.