Vit mangla hvørki menniskjaligt tilfeingi ella náttúrutilfeingi – vit skulu bara brúka orkuna rætt. Vit skulu brúka orkuna upp á at skapa okkara egnu virði, framleiða og selja okkara egna. Vit hava seyð, ull, fugl, urtir, tara, tónleik, sjónleik, myndlist, filmslist – og ikki minst fisk.
Vit skulu framleiða til okkum sjálv og eisini til onnur.
Orkan skal vera brúkt til at fara væl um okkara umhvørvi og skapa berandi virði, sum menna okkum og gera okkum til eina sjálvbjargna tjóð.
Lat okkum brúka orkuna á røttum stað! Ullin skal ikki brennast, men mennast!
Gunnhild Dahl Niclasen