Brúgvin um Sandá

24 May 2012
Skrivað hevur
Marin Katrina Frýdal

Sum vituligt er, so møti eg javnan fólki, ið fregnast eftir brúnni um Sandá – nær kemur hon, verður spurt. Jú, satt er, at arbeiðið hevur tikið drúgva tíð, men leingi er tað, ið væl skal vera.

Arbeitt hevur verið við verkætlanini, bæði politiskt og fakliga, í longri tíð. Her á landi er langt ímillum brúgvabyggingar av slíkum slag sum hesari, og harumframt fevnir verkætlanin eisini um vegastrekkini og rundkoyringar báðumegin sjálva brúnna; tann eina við Velbastaðvegin og hin við Glyvursvegin. Tá, ið talan eisini er um bygt øki, eina vakra á, og fleiri ferðsluæðrar, og at alt samanlagt skal ganga upp í eina væleydnaða eind, so hevur hendan uppgávan sett stór krøv og ført við sær hópin av fakligum avbjóðingum. Við brúnni um Sandá verða Glyvursvegur, Marknagilsvegur og Velbastaðvegur knýttir saman. Arbeitt hevur verið við at finna bestu loysnina, ið eisini fevnir um kanningar av undirlendi, upptekning av rundkoyringum, vegaføring v.m.

Sandá og økið har umkring eru náttúruvøkur, og hetta skal virðast. Tí er ætlanin, at brúgvin skal hava minst møguligt árin á nærumhvørvið. Brúgvin skal somuleiðis vera eitt byggilistarligt vælaverk, - ja, ein prýðiligur varði til okkara eftirkomarar.

Arbeiðið verður nú boðið út í eini heildararbeiðstøku, og koma innkomnu tilboðini at verða dømd eftir einum ávísum lykli, har tað, umframt prísin, m.a. verður útsjóndin av brúnni, ið fer at telja nógv. Eisini verða serlig atlit tikin til bleytu ferðsluna, t.v.s. fólk til gongu, á súkklu, rørslutarnað o.s.fr.

Nýggja brúgvin og vegastrekkið fer at lætta nógv um gerandisdagin hjá teimum, sum hava sína føstu farleið millum Havnina og Argir. Tí kunnu teir borgarar, ið hava bíðað við langtan eftir hesi loysnini nú byrja at gleða seg til, at verkætlanin verður framd í verki; tí væntandi fer býráðið í næstu viku at taka undir við avgerðini hjá bygginevndini og teknisku nevnd, um at góðkenna útbjóðingartilfarið og at bjóða arbeiðið út.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi

forkvinna í teknisku nevnd

limur í bygginevndini fyri brúnna um Sandá