Robotturin er longu uppfunnin, ið kann tað ófatiliga, jafinnur fiskin í havinum og kann taka hann upp. Sjálvstýrandi bilurin eruppfunnin. Hvussu skal skúlin brynja børn okkara til framtíðina, tá øll vitaner gomul eftir fimm árum?
Samstundis sum vit ynskja, at næmingar erusjálvbjargnir, hava gott hugflog, eru skapandi og hava eina sunna sjálvsfatan,so eiga vit javnan at dagføra lóggávu og ætlanir á undirvísingarøkinum -leggjaannað afturat tí at skriva á siðbundnu talvuna. Vit mugu stimbra evnini atsamstarva, til tað skapandi, til framburð, eginlæring og eginmotivatión.
Marius Dam og Hammershaimb
Herfyri hevur uppskot um broytingar íFólkaskúlalógini verið til hoyringar, og fyrsta viðgerð av uppskotinum verðurhósdagin. Fyrrverandi løgtingslimur og sambandsmaðurin Marius Dam hevur ígreinini V. U. Hammershaimb -vendir sær ígrøvini roynt at fyrigykla fólki, at “Tjóðveldisflokkurinog Javnaðarflokkurin royna nú av øllum alvi at skerja tímarnar í føroyskum,okkara móðurmáli.” Og at “Tjóðveldivil skerja føroyskt undirvísingina.” Tað er ikki tímar í føroyskum, sumuppskotið hevur lagt seg eftir at skerja. Løgtingslimir hava neyvan førleikatil fulnar at siga, hvussu lærugreinabýtið og tímatalvan skulu síggja út.Hinvegin verður skúlaleiðslunum heimilað at nýta tveir tímar avundirvísingartímatalinum til m.a. at menna ymiskt slag av frálæru.
Sjálv hevði eg væntað mikið meira av so vællærdum manni, at hann kendi uppskotið og eisini visti, at Javnaðarflokkurinátti landsstýriskvinnuna í skúlamálum, tá uppskotið var sent til hoyringar, ogat núverandi landsstýriskvinna er úr Framsókn. So at Marius Dam undrast á, at“Tjóðveldi fremur eitt stórálop á okkara kæramóðurmál. Sum vanligt, so listrar Javnaðarflokkurin harraboð fráTjóðveldisflokkinum og førir knívin í hesum máli.” -tað man vera ein misskiljing. Var tað upp tilMarius Dam og hansara felagar, so tosaðu vit helst øll danskt her á landi.Tjóðveldi fer altíð at arbeiða við og fyri móðurmálinum, og V. U. Hammershaimbkann hvíla í friði, hann fara vit ikki at órógva. Tvørturímóti fara vit athátíðarhalda 200 ára føðingardagin við størstu virðing og tign.
Broyting í Fólkaskúlalógini
Uppskotið til broyting í Fólkaskúlalógini fertil fyrstu viðgerð hósdagin, og hetta er ongin kollvelting av skúlanum. Eintvørpolitiskur bólkur hevur arbeitt við skúlaviðurskiftum í góð trý ár, ogynskini eru mong til tímatalvuna: tónleik og sang, handligar og kreativarlærugreinir í nógv størri mun, ítrótt og heilsu, lestrarvegleiðing, heimsspekiog eisini forritan. Ja, tá ynskini eru so mong, so er ongin annar vegur enn viðøðrvísi skipaðari frálæru, tí eingin tímatalva rúmar hesum hvørja viku.Tvørfaklig menning er ein av lyklunum.
Niðurstøðan í arbeiðinum er, at vit ynskja atstyrkja um sangin í skúlanum, at fáa handaverki og list betri innivist ígerandisdegnum og at fáa samfelagsfrøði sum lærugrein. Umframt morgunsang sum part av skúladegnum hava málsum árliga skúladagtalið, tíma- og lærugreinabýtið, sangur sum partur avhandaverki og list, undirvísingartímatal í hvørjum árgangi og skúlabygnaður viðatliti at skúlaøkjum og skúlasamstarvi millum kommunur verið viðgjørd.Harafturat hevur verið arbeitt við 10. floks eindunum, sum kortini ikkigjørdist partur av hesum uppskotinum.
Samfelagsfrøði
Samfelagsfrøði varð í skúlaárinum 2017-18 settí verk sum ein royndarskipan í hádeild, har byrjað varð í 7. flokki. Fyritveimum árum síðani vórðu fyrireikingar gjørdar at skipa lærugreinina,námsætlan varð gjørd og sjøtul settur á at geva út undirvísingartilfar tilsamfelagsfrøði í 7. flokki, og hildið er fram við útgávum til samfelagsfrøði í8. og 9. flokki. Lærugreinin er væl umtókt, og verður sostatt skotið upp, atsamfelagsfrøði verður kravd lærugrein í 7. – 9. flokki. Við lærugreinini fáanæmingarnir innlit í m.a. fólkaræði,rættindi og skyldur, kommunur og løgting, skúlar og nærumhvørvið. Og ógvuligatýðandi er eisini, at okkara ungu læra um miðlar, harímillum nýggju miðlarnarsum Snapchat og Instagram, sum tey brúka nógv, og tørvurin á at vita meira umhesar og hvussu tey kunnu verja seg ímóti tí, ið fer fram í ymsu miðlunum, erovurhonds stórur.
Sangur og kreativ læra
Í uppskotinum verður beinleiðis áseting umsang. Hetta er orðað “Morgunsangur eigurat vera partur av vanliga skúladegnum.” Eisini verða sangur og tónleikurásett sum lærugrein í handaverki og list. Í galdandi fólkaskúlalóg er sangurikki nevndur sum lærugrein ella partur av lærugrein, meðan tónleikur er parturav handaverki og list. Skotið verður upp, at sangur og tónleikur verður ein avlærugreinunum í handaverki og list í 1. – 7. flokki. Uppskotið mælir til atmenna lærugreinina handaverk og list, har tímatalið í føroyska fólkaskúlanum ermunandi lægri samanborið við okkara grannalond, og at sangur verður einnátúrligur partur í undirvísingini í føroyskum, ið hvussu er í byrjanarundirvísingini.
Uppskotið heimilar skúlum at nýta tveir tímarav undirvísingartímatalinum til at menna lærugreinir innan handaverk og list,sang, vallærugreinaskipan og at seta inn í flokkum við øktum læraratímum íhvørjum flokki.
Á hvørjum ári søkja skúlar um royndar- ogmenningarvirksemi innan ymisk øki, men hava ikki møguleika at nýta tímar avkravda tímatalinum í hvørjum flokki til at gera átøk við øktum læraratímum. Viðuppskotinum fer at bera til at arbeiða fjølbroyttari og møguleiki verður hjá leiðsluniat fáast við umráðandi fyri at seta undirvísingarátøk í verk.
Skúlasamstarv og gransking
Uppskotið víðkar møguleikarnar fyriskúlasamstarvi millum kommunur, serliga sambært § 31 í lógini. Við atliti atskúlasamstarvi, so hava kommunur víst á, at skipanin ikki er nøktandi, atskúlasamstarvið bara er møguligt, um kommunurnar skipa ein felagsskúla viðegnari leiðslu og egnum skúlastýri. Kommunurnar ynskja eina liðiligari skipan,har kommunur í einum skúlasambandi lutvíst skipa síni skúlaviðurskifti, uttanat tað krevst, at tær stovna ein felags skúla við sjálvstøðugari leiðslu ogfelags skúlastýri. Skotið verður tí upp, at ásetingar verða gjørdar í § 31, sumeisini heimila hesa skipan. Og her er vert at leggja afturat, at ongarmannagongdir eru broyttar í sambandi við samanlegging av skúlum o.ø.
Harafturat heimilar uppskotiðlandsstýrismanninum at skipa fyri og stuðla royndarverkætlanum oggranskingarverkætlanum, ið hava til endamáls at granska og kanna námsfrøðiligog fyrisitingarlig viðurskifti í fólkaskúlanum.
Óluva Klettskarð, Tjóðveldi
