Brekkstein legði kongin í øðrum leiki

7 October 2009
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Fyri løtu síðani sigur hesin sami maður, á somu støðum, at slysálop hansara er eitt stórt mistak, tí, nú tríggjar tímar seinri, skyldar Tórbjørn Jacobsen ikki Føroya fólki 42 milliónir krónur. Hann biður um umbering og biður meg orsakað seg. Tað er í lagi, hevði tó roknað við, at ein telvari, sum í byrjarnarleikinum er so bragdligur og offensivur, var betri fyrireikaður enn Brekkstein í hesum førinum, nú hann situr skákaður í mát eftir bert tveimum leikum.

Persónlig og serliga politisk haturskend vanvirðing kann káma fyri vitinum, hetta er vanligt fyribrigdi í Føroyum. Táið argumentini ikki røkka, so verður royndin gjørd, at skjóta eina torpedo inn í búkin á mótstøðumanninum. Tað er tað sum Annfinn, og teir sum hann er sendur í býin at renna ørindi fyri, gera í hesum førinum. Grein hansara er á tremur við faktuellum skeivleikum og logikkurin er lakari enn tað sum ein búrhøna megnar at varpa upp í ljósi.

Til seinast, takk fyri treytaleysu umberingina. Ikki megnaði tú tó at halda uttanum tosinum burtur, títt óreina lyndið kundi ikki sleppa øllum karaktermorðinum allíkavæl, og táið tú so sjálvsagt ikki kundi raka meg, skeyt tú desperatur í flokk, - eftir allari familju míni ístaðin. Hasar umrøddu 42 milliónirnar vóru avskrivaðar sambært løgtingslóg í 1997. Fleiri ár fyri, at vit yvirhøvur vóru blivnir partar av málinum. Eitt rentu- og avdráttarfrítt stuðulsllán varð tá lagt inn í prosjektið sum veð, av landsins myndugleikum. Vit hava ongantíð verið nær í námind av hasum 42 milliónum, ikki einum klovnum oyra av teimum, tær vóru ikki til, tær vóru burtur, táið vit keyptu “Ocean Castle”, og táið standurin á rækjumarknaðinum varð atvoldin til, at skipið var selt í skiftirættinum í 2006, var málið stórt sæð avklárað. Felagið hóraði tó undan, serliga av tí grund, at ongin annar kreditorur hevði krav ímóti felagnum enn bankasambandið, sum er rímiliga væl tryggja við trygdum, og so hetta merkiliga politiskt skapta fyribrigdi, ið nú bráðliga vaknaði uppaftur í ABC-landsstýrinum, og man hetta vera eindømi í landsins søgu, at Føroya landsstýrið hevur gjørt enda á eini vinnufyritøku, táið nú kravið bleiv sett fram um, at rentu- og avdráttarfría stuðulsláni skuldi gjaldast aftur, ein sanering, sum heilt aðrir eigarar og heilt aðrir menn, 4-5 ár fyri okkara tíð, vórðu lívgaðir við.

Tit sambandsmenn eru heldur enn vælkomnir at leypa á meg, hvøljan er tjúkk, men latið nýbrýnda egg blunka á blaðnum, heldur enn hetta skitna myrkaspælið, sum ongan botn hevur. Slatrið og sleygið og hopleysu andsagnirnar í lesarabrævi tínum er meira til skaða enn til gagn, tí tað kundi jú verið, skýmaskotsgørpum so vant, at onkur tók ósannindini til sín og bar tey víðari út á markina sum ævinligan sannleika. Kanska fyrireikar tú teg betri eina aðra ferð, soleiðis, at leikirnir verða fleiri í einum longri talvi. Sum Gary Kasparov segði nú ein dagin: “Munurin á talvi og politikki er, at í talvi flyta øll eftir somu mannagongdum, meðan politisku valdsharrarnir í Kreml broyta mannagongdirnar, alt eftir hvussu tær best dugna teimum sjálvum.”