Borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

2 November 2016
Skrivað hevur
Óluva Klettskarð

Borgarin í Klaksvíkar kommunu skal kenna seg tryggan við borgarstjóraembætið, stendur tað til mín.

Vit í Tjóðveldi meta, at borgarstjórastarvið í Klaksvíkar kommunu er so umfatandi og ábyrdarfult, at hetta starv eigur at røkjast fulla tíð. Og tí meta vit, at stendur borgarstjórðastarvið okkum í Tjóðveldi í boði eftir valið, so fara vit at røkja ábyrgdarfulla starvið til lítar sum eitt fulltíðarstarv.

At vera tingfólk er fulltíðarstarv. At møta fyrireikað einar 3-4 dagar um vikuna til fundir og virksemi kring tingsessin, lesa hundraðtals síður av uppskotum og álitum, at fyrireika mál, møta upp til ráðstevnur, vera partur av kjaki o.s.fr, tað krevur, at ein er virkin. Og til tíðir verður fundast langar dagar, kvøld og viðhvørt eisini út á nátt. Og ikki norðoyingum at siga, koyritíðin er einar 3 tímar dagliga. Tí vilja vit hava hesi størv í fulla tíð, sum tey eisini eru lønarnormerað til.

Býráðsarbeiðið er hinvegin at rokna sum eitt arbeiði aftur at borgarliga starvinum, og alt vanligt býráðsarbeiði liggur eftir arbeiðstíð -soleiðis eigur tað at vera.

Borgarstjórastarvið í einari so stórari kommunu sum okkara er fult starv. Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu hevur eini 30 starvsfólk undir sær og almikið av dagligum virksemi. Hetta er ikki einans eitt politiskt embæti, men eitt starv, ið krevur, at borgarstjórin er til staðar.

Borgarstjórin í Klaksvikar Kommunu skal vera nærlagdur og hava opin eygu og oyru at kalla alt døgnið. Tað hevur týdning, at borgarstjórin er til staðar og hevur stundir at møta borgaranum, har hann er, antin borgarin eru vinnan, feløg ella einstaklingurin.

Og fyri mær er ongin ivi, skal Klaksvíkin vera á føroyakortinum sum hin góða og framskygda kommunan. Borgarstjóraarbeiðið skal framhaldandi vera røkt sum eitt visjonert og framskygt fulltíðarstarv!

Óluva Klettskarð

Meira um sama evni

No items found.