Mæti friðarmaðurin Mahatma Gandhi varð einaferð spurdur: “What do you think about western civilisation”. Gandhi svaraði: “I think it would be a good idea.”
Hetta rann mær til hugs, nú vit viðgera innihaldið í ólavsøkurøðu løgmans. Ikki tí at einki innihald er, men hvussu veruligt er innihaldið?
Næstu menn løgmans, floksformenninir, luttaka ikki í orðaskiftinum um tey stóru og tungu tøkini, sum løgmaður sigur, at ABC-flokkarnir í felag fara at taka. Formaður Javnaðarfloksins var ikki til staðar, tá røðan varð hildin og nú hon verður viðgjørd - og sostatt fáa vit ikki sett hinum mest relevanta landsstýrismanninum neyðugar og átrokandi spurningar um fíggjarliga partin av røðuni. Og formaður Fólkafloksins kunngjørdi fyri øllum Føroya fólki, at ólavsøkufrágreiðing løgmans ikki hevði samband við tann veruleika, samgongan er í og at løglistin, sum fylgir røðuni, ikki er eftirfarandi, tí har eru nógv ting, sum flokkarnir ikki eru samdir um. Varaløgmaður sigur enntá, at røðan ger tað truplari at ímynda sær, at nøkur samgonga er um stutta tíð.
Í gjár hoyrdu vit so eisini formenninar fyri tingbólkarnar hjá Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum. Og her var trupult at finna nakra glógvandi samgonguentusiasmu. John Johannesen lat ongan iva vera um, at hann roknaði við at tað fór at vera neyðugt at dúva uppá vælvild frá andstøðuni, skulu stór mál fremjast í hesi tingsetuni. Og øll vita jú, at tað, at vit yvirhøvur fingu ein játtanarkarm samtyktan, var ikki landsstýrinum fyri at takka. So, tá løgmaður sigur at semjan um fíggjarkarmin “vísir styrki og støðufesti”, so má tað vera styrki og støðufesti hjá parlamentinum, hann tosar um.
Jákup Mikkelsen kallaði beinleiðis røðu løgmans ótrúverdiga og óvisjonera. Og sjálvandi er tað ikki trúvirði, sum spríkir í eyguni, tá løgmaður lovar at fremja ting, hann ikki hevur undirtøku fyri. Tí, orð eru bara bløðrur. Gerðir eru hinvegin dropar av gulli, sum kinverskt orðafelli sigur.
Tíverri er ilt at viga hvat eru bløðrur, og hvat eru møguligir gulldropar, tá bara partar av einum landsstýri, í summum førum bara tað einstaka landsstýrisfólkið og løgmaður, eru samd um at fremja. Hóast stór í vavi, so er ABC-samgongan óvanliga illa virkisfør, og dettur dagliga um egin bein. Tað kostar Føroyum dýrt.
Hr formaður
Tað eru gerðirnar – tey heilt ítøkiligu stigini, sum ein stjórn, ið hevur sitið í tvey ár, hevur tikið til tess at venda skeivu búskapargongdini, og ikki minst at fyribyrgja vaksandi arbeiðsloysi og stimbra virksemi, sum telja.
Tað eru visjónirnar fyri menningina av ymisku samfelagsøkjunum, sum telja. Tað eru evnini at gjøgnumføra neyðugar bygnaðarbroytingar og rationaliseringar. Tað er tann vón og tað áræði, sum stjórnin megnar at skapa í samfelagnum, í vinnuni og millum fólkið, sum telja. Og á hesi vektini, eru tíverri fáir gulldropar.
Løgmaður fortelur, at skúlin verður lagdur til kommunurnar í 2013. Men her í tinginum upplivdu tað reina bumburegn yvir landsstýriskvinnuna, frá samgonguni sjálvari, tá hon kom við kommunureforminum. Og vit hoyrdu aftur í gjár hennara egnu floksfelagar siga, at undirtøka ikki er fyri at savna kommunurnar í sjey eindir. Kann samgongan leggja stórmál út til kommunurnar, uttan at vera samd um kommunusamanleggingar? Og kann løgmaður í 2010 siga, hvat verður gjørt í 2013, tá hann neyvan situr við valdið?
Vit hoyrdu løgmann siga, at nógv átøk í vinnupakkanum longu eru framd. Og so nevnir hann fyrst aling á opnum havi, sum Fiskaaling setti sum átaksøki nokk so langt áðrenn hendan samgongan kom til. Granskingarroyndir eru farnar í gong og vónandi fer tað einaferð um nøkur ár at skapa arbeiðspláss. Men hetta hevur einki sum helst við bráðneyðug arbeiðsskapandi tiltøk at gera.
Tað áhugaverda er hvussu nógv arbeiði vinnupakkin hevur skapt? Hvussu nógv arbeiði hevur ólavsøkupakkin skapt? Hvussu nógv arbeiði hevur hendan stjórnin sett í gongd ella skunda undir? 100? 1000? 0? Minus 500? Hvar var konkreti boðskapurin frá løgmanni um hvat landsstýrið hevur gjørt fyri at skapa fleiri arbeiðspláss í niðurgangstíðum? Ella fyri at leggja um til tess at fáa skattakrónurnar at strekkja nógv longri?
Hinvegin hava vit sera greitt hoyrt boðskapin frá Fólkaflokkinum at almenna umsitingin skal minka. Men NEI. Tað er ikki í tíðum sum hesum, at almenni sektorinum skal kutast niður. Víst skulu vit fáa meira burturúr hvørjari almennari krónu. Víst eru rationaliseringar neyðugar. Alneyðugar. Men sanniliga ikki fyri at senda alment sett fólk til hús. Tí uppgávan hjá tí almenna er at vera verndargarður ímóti búskaparligu ódnini. At tryggja arbeiði til so nógvar hendur, sum yvirhøvur til ber, so fólkið ikki flytur av landinum. At stimbra undir virksemi bæði í almenna og privata geiranum.
Samgongan hevur ikki valt at framskunda íløgur, sum rætt hevði verið at gjørt í hesum tíðum, júst fyri at skapa meira arbeiði. Tíbetur hevur tað gingið, sum tað skal at fáa útbyggingina av flogvøllinum í gongd – og tað er sera heppi. Men ikki ein hin einasta av íløgunum, løgmaður nevnir, eru farnar í gongd orsakað av arbeiðsskapandi átøkum hjá landsstýrinum. Tað kundi staðið eitt skip í gerð á Skipasmiðjuni nú, Havrannsóknarskipið. Og tað er rættiliga ring at skilja hví tað ikki er hent, tá Jóhan Dahl tók tað fram sum eitt hitt týdningarmesta arbeiðsskapandi átakið í vinnupakkanum, og tá Jacob Vestergaard segði púra greitt fyri tinginum, at hann ynskti at raðfesta hesa sera arbeiðsskapandi íløgu, sum CHE-samgongan ætlaði at fremja. Man má spyrja - hvør spennir bein fyri vinnumálaráðharrunum báðum? Ella vóru hetta bert bløðrur? Tað kundi eisini verið sett ferð á bjálvingina av almennum bygningum, sum hevði skapt bjartskygni og í hart raktu byggivinnuni. Men tann avmarkaða kontan, sum var til hetta, bleiv tvørturímóti skerd.
Hr formaður. Landsstýrið átti at gjørt nakað miðvíst fyri tey 1400 arbeiðsleysu. 1400 kvinnur og menn, sum ganga fyri einki, við stórum neiligum avleiðingum bæði fyri tey og fyri samfelagið. Og okkum tørvar so hjartaliga eina ætlan fyri hvussu vit fáa førleikament ófaklærdu arbeiðsmegina. Vit vita, at 80-90 % av teimum arbeiðsleysu eru ófaklærd. Tey eru við skerdan lut nú, og vera tað eisini í framtíðini.
Hr formaður
Eg fegnist um orðini um, at landsstýrið ætlar at standa við felagsflokkaavtaluna um at minka útlátið av CO2 við í minsta lagið 20% fram til 2020. Tað er bara at skeita í innflutningshagtølini, so síggja vit beinanvegin, hvussu sárbærur okkara búskapur er fyri sveiggjunum í oljuprísunum. Løgmaður fortaldi at ein arbeiðsbólkur er settur at koma við boði uppá, hvussu vit best troyta varandi orkukeldurnar. Hevði ynskt at landsstýrið her á ólavsøku sjálvt hevði eitt gott boð.
Løgtingið samtykti í tingsetuni 08/09 eitt uppskot frá Tjóðveldi um at landsstýrið skal seta ferð á menningina av varandi orkukeldum og gera ein dagførdan orkupolitikk. Hetta hómast ikki í røðuni, og vit hava enn ikki frætt um ein nýggjan orkupolitikk. Men tað er vónandi ávegis.
Hr formaður
Vit kunnu saman við løgmanni fegnast um, at tað nú aftur verður borað eftir olju á føroyska landgrunninum. Um vit finna olju í rakstrarverdum nøgdum, so er tað sjálvandi gott bæði fyri okkara inntøkur og orkutørv. Men eg vil staðiliga ávara ímóti, at niðurraðfesta tað at fáa varandi orkukeldurnar til høldar - til dømis sjóvarfallsorkuna, har vit hava stórt potentiali. Tí okkara land er sum skapt til at verða rikið nærum 100% við reinari varandi orku, um vit velja at grava hesar diamantlindir fram. Løgmaður leggur dent á elbilar, og tað er sjálvandi áhugavert í einum brandingarhøpi. Men við okkara stuttu frástøðum eru tað ikki átøkini har, sum flyta okkum serliga langt í mun til orkusparing og lægri CO2-útlát.
Eitt lítið hjartasuff, at umhvørvið ikki verður nevnt í sambandi við oljuvinnuna. Oljuvinna er alt annað enn vandaleys fyri umhvørvið. Tað er ófatuliga stóra oljuvanlukkan í Meksikanska flógvanum feskasta dømið um. Og sjálvandi hevur ein tjóð, sum livir av fiskivinnuni, serstakar orsøkir og tørv á at verja umhvørvið.
Men, aftur síggja vit, at umhvørvið ikki er á raðfestingarlistanum hjá ABC. Tað er tó gleðiligt at landsstýriskvinnan við umhvørvismálum ætlar at oljudálkingar koma at kosta munandi meira. Tó er tað stórt vónbrot, at landsstýriskvinnan ikki ætlar at leggja náttúruverndarlóggávuna fram fyrr enn í vár. Náttúruverndarlógin var klár longu tá Jacob Vestergaard sat í Innlendismálaráðnum, og tíðin hevur verið meira enn ríkilig at tillaga lógina. Tjóðveldi royndi í vár at fáa Løgtingið at samtykkja, at lógin skuldi fram. Og at pengar vórðu settir av til at halda fram við arbeiðinum at skráseta, fyri at kunna verja, lívfrøðiliga margfeldnið. Uppskotið varð felt, hóast hetta hevði verið ógvuliga hóskiligt at samtykt í hesum ári, sum ST hevur sett at vera árið fyri lívfrøðiligt margfeldni. Á løglistanum sæst, at lógin ikki kemur í heyst. Hon er skumpað til listan fyri næsta vár. Og neyvan eru mong inni her sum vænta, at tað fer at vára hjá sitandi samgongu.
Hr formaður. Gerðir eru dropar av gulli. Fyri at virka, má ein vera virkisførur. Tað hevur ABC-samgongan í hesum orðaskiftinum aftur víst, at hon ikki er. Skulu føgru orðini í ólavsøkurøðu løgmans gerast til dropar av gulli, mugu terningarnir kastast av nýggjum.
Bjørt Samuelsen
Tingkvinna
Tjóðveldi