Bjørt spyr um dýrkandi flogferðaseðlar

20 January 2010
Skrivað hevur


1. Fer landsstýrismaðurin at gera nakað til tess at fyribyrgja, at prísurin á flogferðaseðlum til og úr Føroyum áhaldandi hækkar?

2. Hvørjar avleiðingar metir landsstýrismaðurin at hægri avgjøld og harvið flogferðaseðlaprísir fara at hava fyri føroyska vinnu og fyri møguleikarnar hjá ferðafólki at ferðast til og úr Føroyum?

3. Kann landsstýrismaðurin greiða Løgtinginum frá, hvussu langt landsstýrið er komið í viðgerðini av spurninginum um bíligari flogferðaseðlar millum Føroyar og umheimin?

Viðmerkingar
Seinasta heyst boðaði løgmaður í Degi og Viku frá, at hann fór at taka málið um bíligari flogferðaseðlar upp til viðgerðar í landsstýrinum. Løgmaður nevndi, at hann kundi hugsað sær, at ferðaseðlar til og úr Føroyum ikki kostaðu meira enn 1000 krónur. Einki hevur verið at frætt um, hvat úrslitið varð av hesi viðgerð.

Útlitini fyri, at flogferðaseðlaprísirnir fara at lækka, eru løk. Hinvegin er mangt, sum bendir á tað øvugta – m.a. samrøðan mánamorgunin í morgunsending hjá Kringvarpinum við stjóran í Atlantsflogi. Stjórin greiddi frá, at avgjøldini, sum flogfelagið má gjalda til partafelagið Vága Floghavn, eru hækkað heilt munandi í seinastuni. Og hann óttaðist eisini fyri, at avgjøldini frá floghavnini fara at hækka enn meira, tá vøllurin verður útbygdur, og at rokningin væntandi verður send víðari til brúkaran.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum varðar av bæði partafelagnum Vága Floghavn, sum landið eigur, og av 2/3 av Atlantsflogi. Hann varðar somuleiðis av føroyskari vinnu (tó so at tað er landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, sum varðar av ferðavinnuni). Og landsstýrismaðurin umsitur brúkaramál, og umboðar sostatt áhugamálini hjá brúkaranum, sum møtir ikki færri enn tveimum monopolum á vegnum at sleppa loftvegis til og úr landinum.


Á Løgtingi, tann 19. januar 2010

Bjørt Samuelsen

Meira frá sama høvundi

No items found.