Munnligur fyrispurningur til Jacob Vestergaard um burðardygga hýsuveiðu:
- Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at fáa føroyska hýsufiskiskapin stemplaðan sum burðardyggan?
- Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera, so bretski marknaðurin, ið hevur verið okkara høvuðsmarknaður, aftur fær hug at keypa føroyska hýsu?
- Hevur landsstýrismaðurin boð uppá hvussu føroyski hýsumarknaðurin kann fáast á føtur aftur?
Í farnu viku skrivar Portalurin:
“Føroyskur línuskipari, undrar seg yvir, at eingin framleiðari er í Føroyum, sum keypir og virkar hýsu. Hann sigur, at føroysku línubátarnir fáa meiri fyri hýsu, sum verður veidd undir Íslandi enn fyri sama fiskaslag, sum verður veitt undir Føroyum.
Orsøkin er, sigur hann, at Bretland, sum er høvuðsmarknaðurin fyri hýsu, sær íslendsku veiðina sum burðardygga, men ikki hina føroysku, hóast minni er at fáa av hýsu undir Íslandi enn undir Føroyum.
Prísurin á føroyskari hýsu er sum heild vánaligur, og tað gongur illa hjá skipum at sleppa av við fiskin fyri líkinda prís.
- At kalla eingin hýsa, sum verður veidd undir Føroyum, fer til virkingar í løtuni og tað, sum landað og selt verður, fer alt av óvirkað til smákeyparar kring um í Bretlandi.
Formaðurin í Føroya Ráfiskakeyparafelag, Símun Jacobsen, ásannar, at stórir trupulleikar eru við sølu av virkaðari hýsu úr Føroyum á bretska marknaðinum.
Hann sigur, at Bretland hevur verið okkara stóri hýsumarknaður, og nú vilja tær stóru handilsketurnar ikki keypa hesa vøru, tí mett verður ikki, at okkara hýsuveiða hvílir á burðardyggum grundarlagi.
- Tað eru tær stóru handilsketurnar, sum eisini eru teir stóru og væl gjaldandi keypararnir, og hesar ketur hava síni egnu fólk at meta um burðardyggleikan, sigur hann.”
Føroya løgmaður lovaði í ólavsøkurøðuni, at føroyski fiskiskapurin verður burðardyggur heilt skjótt. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær við hesum spurningum høvi at greiða frá hvat hann ger fyri at røkka málinum um burðadyggan fiskiskap – í hesum føri um hýsuveiðuna.