Bæði yvirfyri Føroyanevnd Fólkatingsins og formansskapinum hjá Fólkatinginum, sum hava vitja fyri kortum, hevur løgmaður tikið hetta týdningarmikla mál fram. Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, setir í hesum sambandi løgmanni nakrar relevantar spurningar um nýggjan flogvøll og íløguraðfestingar.
Skrivligur fyrispurningur til Kaj Leo Johanessen, løgmann, um altjóða flogvøll
1): Nær sær løgmaður fyri sær, at farið verður undir ein nýggjan flogvøll í Føroyum?
2): Hvar í raðfestingunum hjá landsstýrinum er ein nýggjur flogvøllur?
3): Eru samtyktar ella ætlaðar íløgur, sum skulu útsetast, so fíggjarlig rúmd verður
fyri nýggjum flogvølli?
4) Hvørja støðu hava danir til “møguleika fyri samstarvi”, sum løgmaður vísir til?
5): Um danir ikki er sinnaðir at samstarva, fer landsstýrið so ikki at raðfesta nýggjan flogvøll?
Viðmerkingar:
Løgmaður hevur fleiri ferðir í seinastuni víst á tørvin hjá føroyingum fyri einum flogvølli, sum líkur altjóða krøv, og sum er longri enn 2200 metrar. Bæði yvirfyri Føroyanevnd Fólkatingsins og formansskapinum hjá Fólkatinginum, sum hava vitja fyri kortum, hevur løgmaður tikið hetta týdningarmikla mál fram.
M.a. verður í tíðindaskrivi frá Løgmansskrivstovuni hin 21 august, sagt soleiðis:
“Løgmaður greiddi eisini frá samferðsluviðskiftini í Føroyum, fyrst og fremst tørvin á einum flogvølli, ið líkur altjóða krøv. Ein nýggjur flogvøllur hevur altavgerandi týdning fyri menningina av føroyska samfelagnum, og tá ið fíggjarligu viðurskiftini koma í fasta legu aftur, eigur landsstýrið at gera íløgur í ein nýggjan flogvøll.
Føroyar eru einasta land í ríkisfelagsskapinum, sum ikki hevur ein flogvøll longri enn 2200 metrar. Ein flogvøllur, sum líkur altjóða krøv er ein ovurstór íløga fyri eina smátjóð sum Føroyar. Løgmaður vísti á møguleikan fyri einum samstarvi millum føroyskar og danskar myndugleikar um at byggja ein flogvøll.“
Spyrjarin er sera samd við løgmanni í, at ein nýggjur flogvøllur hevur avgerandi týdning fyri framtíðina hjá hesum landi. Um tað er nakað, okkara oyggjaland er heimsgitið fyri - umframt fótbólt sjálvandi - so er tað veðurlagið og at vit hava ein av heimsins stytstu flogvøllum. Flogvøllurin er okkara høvuðsvegur út í heim og ein flogvøllur, sum víðkar um okkara samband við heimin kring okkum, hevði verið til sera stóran fyrimuns bæði fyri vinnulív, borgararnar og samfelagið sum heild.
Hinvegin má ásannast, at ein flogvøllur er ein rimmar íløga. Løgtingið hevur longu samtykt verkætlanir, sum væl og virðiliga spreingja íløgukarmin út fyri komandi mongu árini. Eitt nú er trupult at síggja fyri sær at tunlar norður um fjall, Sandoyartunnilin - sum landsstýrið hevur lovað fer í gongd um gott eitt ár - og ein flogvøllur kunnu byggjast samstundis. Sjálvandi mugu pengar eisini vera til aðrar íløgur í samferðslukervið og til útbyggingar av skúla-, heilsu- og almannaverkinum.
Kostnaðarmetingar frá Landsverki siga, at ein altjóða flogvøllur kemur at kosta eitt stað millum eina og 1,7 milliardir krónur. Samstundis er ein útbygging av verandi flogvølli við at fara í gongd, og hóast kostnaðarmetingarnar siga 365 milliónir krónur, so er ikki ósannlíkt at útbyggingin kemur at kosta munandi meiri.
Løgmaður hevur nevnt, at flogvøllurin kann byggjast í samstarvi við danir. Einki hevur tó verið at hoyrt um fundir ella samráðingar um hetta mál. Tá Vága Floghavn varð yvirtikin sum føroyskt málsøki, tóku vit við einum flogvølli, har neyðugar dagføringar ikki vórðu gjørdar. Danir vístu millum lítlan og ongan áhuga í at dagføra flogvøllin. Um teir nú skuldu verið áhugaðir í at fíggja ein nýggja flogvøll, so er hetta í øllum føri tíðindi, ið gott hevði verið at fingið fram á løgtingi.
Tjóðveldi hevur áður víst á tørvin á at gera eina langtíðaríløguraðfesting. Hetta er ikki minni viðkomandi, nú løgmaður tekur undir við, at ein nýggjur flogvøllur eigur at raðfestast ovarlaga.
Hoyvík 6. september 2009
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Tjóðveldi