Munnligur fyrispurningur til Jóhan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, um arbeiðsskapandi átøk.
- Hevur landsstýrismaðurin og/ella landsstýrið í hyggju at seta í gongd nøkur arbeiðsskapandi tiltøk, fyri at fyribyrgja skjótt vaksandi arbeiðsloysinum?
- Verður talan um at umraðfesta á fíggjarlógini, soleiðis at íløgurnar verða fluttar til almenn arbeiði, sum skapa arbeiði til flest møguligar hendur?
- Verður talan um at framskunda íløgur, sum kunnu skapa arbeiði til nógvar hendur? Um ja, hvørjar?
Viðmerkingar
Spurningurin verður settur til tess at Løgtingið kann frætta, hvat landsstýrismaðurin í vinnu- og arbeiðsmarknaðarmálum ætlar at gera við akuttu støðuna, har arbeiðsloysið nú veksur sera skjótt, og har alsamt fleiri fyritøkur mugu minka munandi um sítt virksemi og í ringasta føri eru í vanda fyri at lata aftur.
Sambært ALS eru 1437 arbeiðsleys eru skrásett pr 1. februar, men hetta verður væntandi væl hægri um stutta tíð.
Tørvur er á miðvísum arbeiðsskapandi átøkum frá landsins myndugleikum. Samtykta fíggjarlógin fyri 2010 vísti ikki á átøk fyri av álvara at fyribyrgja arbeiðsloysinum. Í staðin fyri at gera skipaðar upp- og niðurraðfestingar, varð skorið javnt niður um ein kamb. Fleiri íløgur eru útsettar – til dømis bygging av nýggjum havrannsóknarskipi og ávísar vegagerðir. Hetta varð gjørt heldur enn at framskunda fleiri almennar íløgur, ímeðan niðurgongd er í búskapinum, so arbeiði kundi verið til fleiri hendur.
Tíbetur byrgir ein betri ALS-skipan fyri, at fólk flytur av landinum í fyrstu atløgu. Men langtíðarárinini av stórum arbeiðsloysi kunnu vera sera álvarsom fyri fólk og vinnu í landi okkara.
Landsstýrismaðurin er komin við einum vakstrarpakka. Tó tykist fyrst og fremst at vera talan um átøk, sum einaferð í framtíðini kunnu geva meira virksemi. Sera lítið hevur verið at frætt frá landsstýrinum um arbeiðsskapandi átøk, sum kunnu fremjast her og nú.
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna