Bjølluglintan og gráu køttarnir í niðuni

29 September 2010
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Atmosferan man hava verið lítið tespilig, materian og egindriftin fyltu klivan, rúm var ikki fyri solidariskum tankum, nú kringekjan, ið dróg avlátið úr havsins djúpum, var steðgað, og nú ráddi bara um at sæta sær sjálvum. At taka fyri sær. Nakað man hava verið eftir í kassanum, tí Marner Jacobsen og Bjarni Olsen fóru í hvussu er løghallir av peningi út fyri dyr á seinasta sinni. Giti at Bjellvåg og Frithleif Olsen eisini vóru hjástaddir, og pyntaðu verðsligheitina við heilagleika, og hvussu nógv, ið núverandi Odd-vitin hevur leskað henta blikkenslagaranum í Rituvík við, tað vita vit ikki, vita í grundini bara, at Bjellvåg hevur reinsað føtur hansara, og salvilsisfult bønað og biðið hann um at halda fram í falleraðu nevndini, tí størri kompetansa í fíggjarmálum fanst ikki hesumegin miðkring jarðar.


Fyrst í áttatiárunum stakst tað á onkran her í økinum, at býurin átti at tikið seg saman um eitt trolarakeyp. Kendi vinnulívsmaðurin Sofus Thomsen plagdi ikki at vera pírin undir slíkum umstøðum, altíð til dystin fús, táið tað ráddi um menning. Hevði skilt, at peningur munar onki í rúgvu, men bara kann brúkast sum tøð undir vøkstri. Helst var tað tí, at innsavnarin fór fyrstur til hansara. Sofus var positivur, men hann segði gestinum, at ilt var at meta um støddina av tí hann vildi lata, tí pappírið var blankt. Hann vildi hava okkurt at miða seg eftir, og táið hann spurdi hvussu mikið viðkomandi sjálvur ætlaði at leska ætlanini við, av reiðum peningi, fánaði hin fyrr so hugaði maðurin burtur í onki og slapp sær á dyr, - og onki varð av trolaranum ta ferðina. Hinvegin slepti Sofus ongantíð endanum.


Søgan kom mær til hugs, nú útvarpið í dimmalættingini bar tíðindini um, at Odd Bjellvåg hevur heitt á skattaborgararnar í Føroyum um at seta nýggjan partapening í Eik-banka fyri at bjarga samtakinum. Seks hundrað milliónir, í fyrstu atløgu, tvs., áðrenn øll tey ókendu skelettini bólta út úr skápunum hjá teimum, sum leskaðu sær og vórðu leskaðir seinasta sunnudag, táið verðsliga máltíðin varð hildin fyri stongdum durum.


Táið hesin nýggi fantasturin á kapitalismunnar hválvi, yvirstýrimaður í kaotisku gongdini og nú skipari, fer kanossagongdina út í Albert Hall, í eini roynd at magadraga føroyska skattgjaldaran, ígjøgnum hin fryntliga Jóannes Eidesgaard, eigur fíggjarmálaráðharrin at fyrireika spurningin, áðrenn onnur avgerð verður tikin, hvussu nógvan pening luttakararnir í verðsligu máltíðini seinasta sunnudag ætla sær at seta av reiðum peningi í rekonstruktiónina av bankanum, sum teir í ov ríkiligt mát hava havt ábyrgdina av. Føroya fólk má fáa at vita hvussu nógv ið Marner, Bjarni, Frithleif og ikki minst Odd Bjellvåg ætla at seta seg fyri í nýggjum partapeningi, hvussu nógva megi teir sjálvir ætla at leggja til sum andvekt, nú Eikin stendur á lopi. Gráu køttarnir mega fáast fram í ljósan dag, bjølluglintanin og biddaragongdin úti við dyrnar á Argjum kann ikki standa einsamøll í hesi lagnustund.

Tórbjørn Jacobsen