Billgate

7 June 2011
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Afturróðurin hjá teimum er vorðin hansara, og í málinum um Miðlaráðið hevur hann átikið sær leiklutin sum hentur apologetur hjá serliga Jógvani á Lakjuni.


Nú er hetta týdningarleysa mál í ferð við at gerast ein politisk krimi, og høvdu journalistiskir kapasitetir sum Carl Bernstein og Bob Woodward búleikast í Føroyum, so vóru vit longu væl ávegis inn í eina never ending story undir heitinum Billgate.


Maðurin er helst komin í tvístøðu við sítt sermerkta veljaraklientel, eftir at hann so hjartaliga tók undir við málinum á tingi, og tað roynist sjáldan monnum, at ríða á tveimum rossum samstundis. Undir slíkum ambitiøsum herðindum hendir tað sum oftast, at brøkurnar skrædna.


Ein illa spæld sápuopra, alternativt ein sakleys umbering, hevði klætt manninum, men hann valdi leiðini, at skjóta miðleyst frá mjødnini ístaðin, í flokk, og nú eru øll undir ákæru fyri at hava sníkt seg fram at manuskriptinum hjá eini samdari fíggjarnevnd hetta lagnukvøldið í jólavikuni í fjør. Onkur hevur rættað í tí, eftir at semja var um álitið, og eftir at tað var undirritað, er almenna ákæran frá Bill.


Tað er eitt brotsverk sum má greiðast, uppklárast, onkursvegna. Løgtingið má fínkembast á sama hátt sum Watergate-bygningurin. Lúshundurin, ella hundarnir, um teir eru fleiri, mega dragast til svars fyri teirra ógerðir, sum kunnu hava so álvarsligar avleiðingar fyri støðið á moralska og etiska kodexinum hjá tjóðini allari.


Tá Bill í Sjónvarpinum í kvøld varð spurdur, hvør strikaði kontuna, svaraði hann duldarfullur: “Ja, tað kann man bara gita um, og tað er so ikki upp til mín at fara at siga hvør tað var, men tað var í hvussu er ikki ein samd fíggjarnevnd, sum stóð aftan fyri tað, og tað er ógvuliga harmiligt at tað hendir soleiðis.” Setningurin bendir á, at hann veit hvør viðkomandi er. Hann velur tó heldur at seta alla fíggjarnevndina og ikki minst løgtingsskrivstovuna undir ákæru. Tað eru einastu forum, sum kunnu hava verið uppi í leikinum, táið svikagerðin varð framd.


Ikki er tað meira enn at fyrsta skriðan er lopin, nú verði eg varpaður upp í ljósið. Journalisturin spyr brádliga um Tórbjørn Jacobsen strikaði játtanina til Miðlaráðið. “Tað kanst tú spyrja hann sjálvan um, tað haldi eg hann sjálvur kann svara uppá (!)”, er flákrandi svarið frá Billinum. Hvør skal siga..........hann kann vera lúsakjálkin. Hetta líkist Stalin-prosessunum í tríati-árunum, spurningarnir vóru svarini, táið ein partisanur fyri og annar eftir varð avrættaður á pelotongini av órøttum, fyri at regime kundi halda fram í síni moralsku og etisku sjálvsnøgd og sjálvdefineraða valdsrúsi.


Táið Eirikur síðan spyr miðflokkamannin, í fjøruni í Funningsfirði, um allir fíggjarnevndarlimir ikki eiga at vita, hvat stendur í álitinum frá nevndini, svarar Bill: “Jú, avgjørt, men tað er soleiðis, tá man arbeiðir í politikki, so hevur man vanliga álit á teimum sum man situr í nevnd saman við, og tað er púra óvanligt, at tøl fara av, av tí álitinum, sum man hevur samtykt í eini fíggjarnevnd, aftaná at man er liðugur at gera arbeiðið.”


Hetta var tað. Sambært fíggjarnevndarliminum hjá Miðflokkinum eru tøl strikað í álitinum frá fíggjarnevndini, eftir at endalig samtykt var gjørd um úrslitið, og eftir at arbeiðið í nevndini var liðugt. T.v.s., at onkur hevur verið og rættað í einum undirskrivaðum áliti. Hetta er tað sum Billgate snýr seg um. Ongin fíggjarnevndarlimur kann hava rættað í álitinum, eftir at vit øll høvdu ritað tað undir, tað ber ikki til, tá er tað farið í eina aðra umsitingarliga sferu, og minnist meg rætt, var eg ikki liðugur við okkara egnu viðmerkingar í álitinum – Tjóðveldisins – fyrrenn kl. 19:40.

Tingfundurin, har álitið varð lagt fram, byrjaði kl. 20:00, og harímillum – í hesum evarska stutta tíðarmáli - varð álitið undirskrivað. Hetta hendi hin 22. desember 2010.


Fíggjarnevndin virkaði við uppskotinum í slakar tríggjar mánaðir, og eitt av málunum, sum var umrøtt, var Miðlaráðið. Skal ikki liggja omaná, at eg onki høpi síggi í, at hava hetta ráð sitandi, soleiðis sum samskiftismøguleikarnir eru samanskrúvaðir í dag. Ósensureraðar tíðarleysar loftsnældur standa til at leypa á okkum við alskins tilfari, - frægari og verri. Talaði tí fyri at taka tað av, og tað varð tikið av fleiri sólarringar fyri, at álitið varð undirskrivað.

Broytingarnar í fíggjarlógaruppskotinum hjá Eidesgaard koyrdu upp og niður eftir bróstinum ótaldar ferðir, tað ráddi um at finna eina breiða semju. Hon varð funnin. Tí kann hendan broytingin ikki koma óvart á nakran, og nú Bill og onnur royndu at tváa sær hendurnar við einum broytingaruppskoti til eina eykajáttanarlóg í seinastu viku, fall málið, tingið vildi ikki vita av hesum óseriøsa arbeiðshátti, og Keisarin stóð aftur nakin.


Bill má hava vitað um málið, hann skrivaði undir álitið við góðum treysti, har hann mælti tingmonnum til at strika Miðlaráðið, hann var ein av teimum ídnu, at víkja frá tíðarfreistunum við aðru og triðju viðgerð, fyri at fáa m.a. Miðlaráðið strikað skjótast gjørligt, og hann atkvøddi við pomp og prakt fyri at strika m.a. Miðlaráðið við aðru og triðju viðgerð hetta sama kvøldið - í jólavikuni í fjør.


At hann fekk kaldar føtur nakrar dagar seinri, táið hann so hissini hitti onkran av sínum samsintu, kanska ein ivasaman veljara, sum var heldur meira enn lunkaður um hansara leiklut í sakini, er eitt heilt annað mál. Einaferð gekk ein danskur filmur í Glyvra Bio, sum róptist: “Bedstefar på glatis.” Tá lýst var fyri honum í Útvarpinum, høvdu oddvitarnir í losjuni misvísandi týtt heitið til: “Abbi í hálku.”


Politiska hálkan undir Bill er í hvussu er óvanliga glerstoytt í málinum um horvna Miðlaráðið. Ákærurnar standa tó framvegis og bíða eftir einum føroyskum paralelli til Bernstein og Woodward. Teir kunnu byrja við niðurstøðuni, sum hóskandi kundi havt heitið: “Maðurin, sum so brádliga fekk kaldar føtur.”

Tórbjørn Jacobsen