Børnini? Jú tey liva uttan iva væl og virðiliga um lívið kennist nakað alternativt eina tíð. Nýggj umhvørvi, nýggir vinir. Ja uttan iva nýggir luktir, litir og leikur eisini.
Skal í hesu lítlu viðmerking einans nerta við dagstovnaøkið. Orsøkin er at undirritaði var formaður í Trivnaðarnevnd Løgtingsins, tá nýggja dagstovnalógin varð veruleiki.
Lat meg beinanvegin staðfesta at táverandi nevndin í Pedagogfelagnum, við teirri altíð samstarvssinnaðu Caritu Bjørklund á odda, gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at fáa semju um eina góða og mennandi dagstovnalóg. Eitt arbeiði sum eg framvegis meti sum ein hollan grundarstein, undir at menna og menta næsta ættarlið av tilvitaðum og ábyrgdarfullum føroyingum.
Aftur til íkomnu verkfallsstøðuna. Er hettar ein tolandi støða hjá okkara alvum? Sum sagt, ja eina løtu, eingin skaði. Gamaní royna pedagogarnir at betra um arbeiðsumstøður sínar. Fair enough, vísandi til fakfelagsrættin.
Men sambært mínari áskoðan, eru krøv pedagogfelagsins fyrst og fremst vegna børn okkara, og vegna okkum foreldur. Tey ynskja jú í veruleikanum, ”einans” at fáa høvi at betra um tilboðið til ungu alvar okkara. Eitt ynski sum ikki fekst undirtøka fyri at niðurfesta í lóg, tá dagstovnalógin var samtykt, men sum javnan var undirliggjandi krav í mun til skipanina av arbeiðinum á dagstovnum okkara.
Vit fáa ikki treytaleyst betri pedagogar burturúr krøvum felagsins, tí tær finnast bæði í góðum og minni góðum líki. Men vit geva teimum betri fortreytir at menna og menta børn okkara. Og tað er eitt rímiligt krav. Spurningurin er so hvør skal gjalda. Haldi tað er undarligt at eingin enn hevur spurt okkum foreldur um vit hava eina støðu til tann spurningin.
Ein av orsøkunum til at lógin ikki eitur barnaaansingarlógin, er tí at barnamenning er eitt víðari og sterkari hugtak enn ansing rúmar. Og júst her býr mín vón um dygdina. Eisini um hon kostar nakrar krónur afturat. At pedagogfelagið berjist fyri støðu okkara barna, er ein útrætt hond til okkum foreldur. Takk fyri tað!
Páll á Reynatúgvu
Betri børn?
15 February 2012