Upplýsa og demokratisera
Síggi at samríkjarørslan ger nógv burturúr at Tjóðveldi vil á Danating. Av røttum kann spurningurin spyrjast, tá aðalendamál okkara er at gera okkum leys av donskum politiskum valdi í Føroyum. Vit grundgeva við at okkara umboðan, hjávera og innlit, ger sítt til at styrkja støðu okkara í danska fólkameinginum og fólkaræðisligu skipanini, fyri harvið at rudda slóð fyri tjóðarbygging okkara, í Danmark og í Føroyum. Hinvegin er tað sjálvsagt at tá valdið yvir oyggjunum er okkara, tá endar okkara umboðan á Danatingi.
Vinna vinnuligar ræsir
Her skal leggjast afturat at eg síggi fólkatingsumboðanina hjá Føroyum kanska einamest sum eina serliga ambassadørstøðu, har tú við ávísari politiskari ávirkan og neti, kann menna handils og menningarsamstørv. Møguleikarnir er fleirfaldir. Ein føroyskur fólkatingsmaður, fær møguleikan sum eitt serligt slag av lobbyisti fyri føroyskt vinnu og handilslív. Danir eru sera frammaliga, tá um orkumenning ræður, og her er upplagt at menna samstarv millum danskar og føroyskar vinnufyritøkur, men eisini á lista og ferðavinnuøkinum síggi eg stórar møguleikar.
Grundarlagið er ein hugsan sum kjølfestir at føroyar skulu mennast við føroyskari arbeiðsorku og vitan, og samstarva við tey sum hava førleikan gera okkum meira tilvitaði og dugnaligari. Øll mennast vit í mennandi umhvørvi og danir eru eitt vitanarleitandi fólk. Tað tekst ikki burtur og eigur at viðurkennast. Valdspolitiski spurningurin eigur at vera loystur í Føroyum og ikki á Danatingi.
Granskingarmiðstøð innan varandi orkuloysnir
Ein tann fremsta avbjóðingin heimurin stendur við í dag er hvaðani orkan skal koma í framtíðini. Samfeløgini gerast meira og meira orkukrevjandi, samstundis sum fossilu brennievnini ganga undan, og luftdálkingin skal avmarkast.
Her eiga Føroyingar, møguliga saman við Dønum og Grønlendingum at skipa eina veruliga granskingarmiðstøð á stovn í Føroyum, sum er á heimsstøði. Og sum veruliga kann geva heiminum boð uppá loysnir viðvíkjandi orkuspurningum, sum ikki eru tengdir at kjarnorku og oljuframleiddari orku. Fólkatingsssessurin kann nýtast til tess.
Hvør røkir best føroysku partabrøvini?
Aftur til byrjanina. Skilji spurnartekini, sum vera sett við umboðan tjóðveldi, á Danatingi. Skilji verri, hvussu umboðsfólkini hjá danska valdinum í Føroyum, kunnu vera tey frægastu at umboða føroyingar á Danatingi. Neyvan høvdu Danir valt týskar umboðsmenn at umboða seg í EU, um Danmark var fullveldi ella ei. Og um tey fingu møguleikan at velja.
Tann møguleika hevur tú, góði veljari. Tú hevur møguleikan at lata føroysk áhugamál umboða teg á fólkatingi, ella donsk. Tú hevur eisini førleikan at skilja ímillum.
Páll á Reynatúgvu, valevni fyri Tjóðveldi