Benazir Bhutto dripin – enn eitt álop á fólkaræðið

27 December 2007
Skrivað hevur

Seinnapartin hósdagin bar BBC tey skelkandi - fyrst óváttaðu, síðani tíverri váttaðu - tíðindini, at Benazir Bhutto varð dripin í yvirgangsatsókn eftir ein valfund í býnum Rawalpindi.

Hetta er ikki bert ein sorgardagur fyri Pakistan og eitt ómetaliga álvarsamt álop á demokratisku tilgongdina í landinum, har val eftir ætlan skal vera 8. januar. Drápið rakar allan heimin og ber enn eitt boð um tær sterku óhugnaligu kreftir, aloftast ílatnar átrúnaðarliga fanatismu, sum stríðast eirindaleyst fyri at máa støðið undan og forða fyri fólkaræði.

Føroyar mugu taka frástøðu
Føroyar eiga alt fyri eitt alment at fordøma drápið og at eggja Pakistan og Pervez Musharraf at halda áfram við demokratisku tilgongdini. Myrkursins forsprákarar, ið stóðu aftan fyri drápið, ynsktu at føra Pakistan út í ótta og óvissu, at forða valinum og forða fólkaræðisligu tilgongdini. Øll, ið hava møguleikan, eiga at stuðla Pakistan, soleiðis at afturhaldskreftirnar einki vinna við slíkum óhugnaligum yvirgangsálopum.

Lyfti tungan arv
Benazir Bhutto bar ein tungan arv eftir faðir sín, Zulfikar Ali Bhutto, floksleiðara í pakistanska fólkaflokkinum PPP, og sum í 1979 varð tikin av døgum undir hernaðarstýrinum hjá Zia Ul Haq. Hon tók sum ung kvinna við sum floksleiðari í PPP. Hon var forsætisráðharri í Pakistan tvær reisir, men fór í 1999 í útlegd vegna ákærur um korruptión. Hon vendi aftur til Pakistan í oktober í ár.

Dirvi og kvinnulig fyrimynd
Benazir Bhutto var – sum fyrsti kvinnuligi leiðarin í muslimska heiminum – ein fyrimynd hjá mongum. Fyrst og fremst fyri sítt dirvi og sín sterka vilja.


Mong mettu hana sum hetju, onnur mettu hana als ikki hava uppiborið slíkan status. Men tað skerst ikki burtur, at Benazir Bhutto var ein óvanliga djørv kvinna. Hon visti, at vandin við at venda aftur til Pakistan og luttaka í valstríðnum var alstórur. At tað var beinleiðis lívshættisligt. Hon visti, at eingin var førur fyri at geva henni eina verju, hon fult kundi líta á. Kortini noktaði hon at lata óttan og yvirgangskreftirnar stýra hennara avgerð og vendi tí aftur at vera við at føra Pakistan longur fram á demokratisku leiðini.

Benazir Bhutto læt tann hægsta prísin av øllum – lív sítt – til tess at vinna landi sínum fólkaræði. Deyði hennara minnir okkum øll á, at fólkaræðið als ikki er nøkur sjálvfylgja, og at vit øll eiga at gera okkara ítasta at verja tað.

Bjørt Samuelsen

Vitja www.tjodveldi.fo/bjort

Meira frá sama høvundi

No items found.