Bei bei Helle

21 June 2013
Skrivað hevur

Nú dustið hevur lagt seg eftir vitjanina hjá danska forsætisráðharranum, átti tað at staðið øllum greitt at:


1. Føroyingar hava haft eina misskilta uppfatan av "ríkisfelagsskapinum" , og tí kenna fólk seg firtin og svikin, tí ongin hjálp er at fáa frá dønum í makrel málinum. Sjálvandi røkir DK fyrst og fremst donsk áhugamál og sjálvandi eru tey fyrst og fremst bundin av EU reglum. Vit hava yvirtikið fiskivinnumál, samráðast sjálvi um kvotur við onnur lond, vit eiga sjálvsagt at bjarga okkum sjálvum úr hesi kreppu. Sjálvt um uttanríkismál formliga eru á donskum hondum, vísir aktuella støðan greitt, at vit kunnu og eiga ikki at hava nakrar væntanir til at danskir politikarar skulu renna okkara ørindir á nøkrum økjum. Har er ongin góða mamma, og tað er uppá tíðina at føroyingar byrja at fata tað. Vit mugu koma burturúr ríkisfelagsskapinum, byrja at taka fulla ábyrgd av egnum viðurskiftum og steðga við at brúka krút uppá at ilskast um at danir ikki berjast fyri okkara áhugamálum.


2. Danir uppfata ríkis"felagsskapin" sum ein hugnaklubb, har "gensidig respekt" og aðrir fagrir flosklar verða brúktir til at lýsa hvussu stóran týdning tað hevur at røkja okkara felags søgu og øll tey tættu vina- og familjubondini. Sum um føroyingar fara at missa sambandið við alla sína familju og vinir í DK tá hesin góði felagsskapur skjótt ikki er longur.


3. Henda vitjanin eigur at hava latið eyguni á føroyingum upp fyri hvussu útholaður ríkisfelagsskapurin er. Tí Danmark er og verður ein eindarstatur og ongastaðni verður talan um nakran felagsskap fyrr enn øll londini í einum slíkum eru javnsett og hava somu rættindir og skyldur. Sum ein klókur politikari, endurtekur Thorning orðið “rigsfællesskab” í øðrum hvørjum setningi, og propaganda-virknaðurin hevur helst eisini gjørt sína ávirkan galdandi onkustaðni.


4. Uttasta avleiðing av ES hóttanini um sanktiónir kann verða, at føroyskar fiskavørur als ikki kunnu seljast í EU og at ongi føroysk skip kunnu leggja at og frá í donskum havnum. Hetta ljóðar sum ein fullkomin vanlukka fyri føroyskan útlfutning og búskap. Men kanska verður hetta okkara stóri møguleiki:

- við at tvinga okkum til at finna nýggjar marknaðir, fer tað at víðka um okkara tunnilssýn, ið bert hevur vent í landsuður, til eisini at umfata allan heimin.

- kanska fara vit at finna eins góðar (ella betri??) samstarvspartar, kundar og veitarar av vørum og tænastum í Ruslandi, USA, Fjareystri og á øðrum marknaðum? Og fara endiliga at síggja, at tað finst ein heimur uttanfyri Danmark? - Tað er torført at ímynda sær møguleikarnar, tí vit síggja bert forðingarnar nú. Men kanska kann blokadan (um hon kemur) enda við at gerast ein vinnarastøða fyri okkum, har vit síggja í eyguni, at vit standa okkum best við at bjarga okkum sjálvum úr knípum og at vit saktans kunnu keypa og selja vørur uttanfyri DK og EU??


Og kanska tað fer at geva okkum sjálvsálitið til at rigga av í "ríkisfelagsskapinum" - og endaliga siga “bei bei Helle, vit klára okkum sjálvi nú - takk fyri sparkið, tað var júst tað okkum tørvaði fyri at síggja, at vit megna væl at standa á egnum beinum.”

Gunvør Balle

Meira frá sama høvundi

No items found.