Barnafamiljuvinarligar Føroyar – nú !

21 October 2011
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Hetta er mest týðandi fyritreytin fyri, at fáa fólkavøkstur og menning av okkara samfelag og vælferð.

Vit hava nógv at bjóða barnafamiljum í dag, men tá tað kemur til tann fíggjarliga partin, eru fleiri viðurskifti, ið gera tað ómetaliga tungt hjá nógvum. Hetta kann gera at fleiri velja Føroyar frá og eisini kann hetta gera, at nøkur velja at fáa færri heldur enn fleiri børn.


Avleiðingarnar av hesum er fólkaminking og munandi verri grundarlag at skapa búskaparvøkstur og framgongd í samfelagnum. Hartil verða alsamt færri í arbeiðsførum aldri í mun til pensjónistar. Hetta setir trýst á vælferðarsamfelagið, soleiðis sum vit hava samansett hetta í dag.

• Vit kunnu og skulu gera tað fíggjarliga lættari hjá barnafamiljum, herundir eisini støkum uppihaldarum. Hetta skal gerast við hesum átøkum:

• Hægri barnafrádrátt.


• Størri útboð av bústaðarmøguleikum og fleiri sløg av bústøðum at velja ímillum.


• Barsilsskipan, ið er kappingarfør við grannalond okkara.


• Neyðugt er at dagføra áseting av gjaldi til stakar uppihaldarar, herundir at tryggja at stakir uppihaldarar undir útbúgving fáa hægri stuðul enn í dag.


• Endurskoða barnagarðsgjaldið.
Viðgera grundleggjandi virði, so sum, hví rinda vit barnagarðsgjald, meðan vit ikki rinda fyri skúlagongd ? Skulu barnagarður, fólkaskúli og miðnámsskúli ikki síggjast sum ein heild í dag ?


• Endurskoða tær treytir, sum í dag verða settar fyri at fáa frípláss (onki gjald), tá umræður barnagarðar.
Alt viðvíkjandi gjaldi og barnagørðum skal viðgerast saman við kommununum, ið hava ábyrgd av økinum.


• Skattanýskipan, ið m.a. lækkar vanliga inntøkuskattin.


• Útbúgvingarnýskipan, ið tryggjar at vit hava dagførdar og góðar útbúgvingar at bjóða okkara børnum og ungu.
Børnini eru framtíðin – og meira enn tað. Uttan børn verður fólkasamansetingin nú og framyvir skeiv. So skeiv, at føroyska samfelagið ikki verður ført fyri í felag at lyfta tær vælferðartænastur, ið vit ynskja at bjóða øllum okkara borgarum. Vit kunnu gera fleiri átøk fyri at broyta hesa gongd, so tað er bara at fara til verka.


Tað eru vit sum búgva í Føroyum, ið hava ábyrgdina av, at skipa okkara samfelag so væl sum møguligt. Latið okkum fremja neyðugu nýskipanirnar fyri at fáa Føroyar framá – eisini tá umræður barnafamiljur - nú.
Kristina Háfoss, løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi

Les meira um hjartamál, meiningar og mangt annað á heimasíðu míni: www.kristinahafoss.fo