Í løtuni liggja vit føroyingar helst á fyrsta plássi og munnu skjótt hava heimsmet at útflyta ungdóm. Landið er fyri sokallaðum brain draining
Gróthørð kapping
Um allan heim stremba lond og ríkisfelagsskapir eftir at fremja vaksandi búskap og kappingarføri. Eystanlond og nýídnaðarlondini hava vunnið seg dyggiliga inn á teir gomlu og áður sterku búskapirnar. Europeiska samveldið við sínum veldiga búskapi kennir eisini sviðan av kappingini og leggur ráð, hvussu framburðurin í okkara parti av heiminum framhaldandi kann gera seg galdandi. Og lyklaorðið hjá ES er gransking. Tí samveldið ásannar, at kappingin um útbúna arbeiðsmegi er gróthørð, og útflutningur av heilakapasiteti er trupulleiki, flest framkomin lond noyðast at taka støðu til.
Brain draining
Í øllum hesum meldrinum eru Føroyar eisini ein partur. Hjá okkum er tíverri øðrvísi vorðið. Vit hava ilt við at vinna á fatanini, at primera vinnan eisini skal vera størsta vinna í landinum. At fremja vitanartunga vinnu og gera íløgur í tey ungu er ikki hugburður, ið rættiliga hevur vunnið frama. Stóran part av unga fólkinum lata vit fara av landinum at útbúgva seg, og tíverri hava vit heldur onga veruliga ætlan fyri, hvussu vit skulu fáa tey heim aftur.
Onki samfelag hevur ráð til at vera tey ungu og vælútbúnu fyri uttan. Og als ikki Føroyar. Kanska eru vit í nógv harðari kapping enn onnur lond eru um hesi ungu. Men við røttum hugburði kunnu vit venda hesum til tað øvuta. Tí tað vit eiga, mentan, náttúra og fólk, er nakað serligt, og flestu okkara ungu ynskja í veruleikanum at koma aftur.
At byggja kunnleika upp
Kanningar vísa, at avgerandi fyri tey ungu umframt trivnað er at fáa dygdargott arbeiði eftir lokna útbúgving. Og harumframt at sláa røtur í bestu árum. Tískil eiga vit at menna útbúgvingar- og granskingarverkið. Í staðin fyri at senda meginpartin av landinum at taka grundútbúgvingar, so eiga vit tvørtur ímóti at skipa fyri flestu neyðugu og eftirspurdu grundútbúgvingum, ið so geva okkara ungu møguleika at leita út at byggja oman á hetta. Við dyggum heimligum grundarstøði liggur alheimurin opin fyri teimum, ið eru undir útbúgving. Og sláa tey røtur í heimaumhvørvinum, so leitar stórur partur aftur á slóðina eftir lokna útbúgving. Og við teimum komu eisini onnur, ið høvdu givið samfelagnum nýtt íkast.
So høvdu vit havt áhugaverd vitanarstørv, granskingar- og undirvísingarstørv og nýggjar vinnur stungu seg upp; og so áttu vit fleiri túsund fólk í bestu árum at ment land og borið búskapin. Og umframt tilfeingi, fingu vit allan heimin til okkara, umvegis okkum sjálv. Tað er prógvað mangan, at vitanarumhvørvi kastar fleirfaldað aftur; har lærdir háskúlar verða lagdir, har hendir stór menning, búskapurin økist og trivnaður og dygd fylgja við. Hesi tiltøk høvdu ment primeru vinnuna, so nógv størri virðir vórðu skapt øllum samfelagsbólkum til gagns.
Framtíð í Føroyum
Varnast vit ikki óhepnu gongdina meðan tíð enn er, so lata vit sera nógv virðir av hondum okkara. Umframt, at hetta kennist sum vanvirðing, ikki at hýsa okkara egnu ungu, so er hetta brain draining so vandamikið, at tað brýtur samfelagið niður: onki nýtt verður sett við, ongin menning, tí alt ov fá ung fólk verða at skapa nýtt. Vit mugu verja og menna vitanarøkið, nýggjar vinnur, mentan og gransking, og vit mugu virða hesi ungu fólk, at tey eiga rætt til at kunna skapa sær eina framtíð í Føroyum. At nema sær kunnleika og innlit í heimsins viðurskifti umvegis egna vindeyga okkara, ið lítur inneftir og úteftir.
Við sereyðkennum og serligu umstøðum okkara, uttan nakran veruligan javnsettan ella einsháttaðan part í øllum heiminum, eiga vit og bara vit at taka ábyrgd av okkum sjálvum sum fólki –ongin annar kann ella skal gera tað!
Óluva Klettskarð