At æðraláta smáu sjúkrahúsini...

12 October 2011
Skrivað hevur
Óluva Klettskarð

Fyri seksti árum síðan savnaðu klaksvíkingar eisini undirskriftir við nakað tað sama endamáli, og eini 75-95% av fólkinum skrivaðu undir. Henda var fyrst send ríkisumboðsmanninum, sum sendi hana til danska Innanríkisráðið. Danskir myndugleikar vísti hesum burtur -onki spurdist burturúr.


Onki varð vunnið við fólkaræðisligari gongd
Heldur ikki sendinevndin úr Norðoyggjum til ríkisumboðsmannin fekk nakað burturúr, ella teir uml. 100 mans, ið vitjaðu løgtingið í mars 1953 ella sendinevndin til Keypmannahavnar. Norðoyingar máttu sum av torvheiðum aftur til hús uttan at hava fingið nakað við demokratiskari leið: ongin lurtaði eftir fólksins rødd, myndugleikarnir vendu fólkinum bakið.


Nú ber til at halda um lokal sjúkrahús ella læknan í 50’árunum, sum man vil. Men ein týðandi orsøk til beiskleikan var, at klaksvíkingar í síni tíð sjálvir høvdu tikið stig til og bygt sjúkrahúsið. Skuldi eitt óatkomandi sjúkrahússtýrið í høvuðsstaðnum einsamalt taka allar avgerðir, ið viðkomu fólki í Norðoyggjum? Og skuldu norðoyingar í allar ævir taka ímóti ordrum úr Tórshavn, sjálvt tá hesir gingu beint ímóti týðuligu ynskjum teirra?


Norðoyingar søgdu nei
Norðoyingar søgdu nei, og úrslitið kenna vit. Norðoyingar fingu at kenna, at bert er bróðurleyst bak, tá bygdin fór í hernað í móti bæði landi og ríki. Men úrslitið varð, at Klaksvíkar sjúkrahús fekk sítt egna sjúkrahússtýrið, ið hevur virkað til henda dag. Og hetta stýrið er tað, sum tveir landsstýrismenn fyri Javnaðarflokkin hava arbeitt við at taka av.
At taka vunnin rættindi frá fólki krevur góða próvførslu. Henda próvførsla var ikki til staðar, tá føðideildin á Klaksvíkar sjúkrahúsi varð niðurløgd. Og henda próvførsla er heldur ikki til staðar, nú lokala stýrið skal avtakast. Hinvegin, so ljóðar, at stýrið er forðing fyri umleggingum og nútíðargerð. Men norðoyingar hava onga grund til at fara inn í samstarv við vón um eitt betri sjúkrahústænastu, tvørturímóti. Eitt er vist, verður stýrið avtikið, so kann ongin politiskur myndugleiki longur sleppa at tala at ella tosa fólksins rødd. So verður avgerðarrættur sjúkrahúsinum viðvíkjandi fluttur langt frá fólkinum.


Et gammelt nag til residensstaden Torshavn
Tann, ið ikki kennir kreftirnar aftan fyri sjúkrahúsið, hann mistekur seg. Hvat er broytt síðan William Heinesen í 1956 í greinarøð fortaldi dønum um orsakirnar til Læknastríðið? Hann lýsti støðuna sera beinrakið: “Et gammelt folkeligt nid til embedsstanden blussede op, side om side med et lige så gammelt nag til residensstaden Torshavn – en by, der i modsætning til det direkte produktive Klaksvik for det meste lever af “landets fedme” , altså har sine hovedindtægter af administration, transit og mellemhandel”


Hvussu nógvir norðoyingar munnu ikki kenna seg aftur í hesum orðum enn tann dag í dag? Hetta merkir ikki, at fólk eru í móti umleggingum ella nútímansgerð. Men at byrja við at taka av trygdina fyri, at sjúkrahúsið hevur lokalan avgerðarrætt, tað fara klaksvíkingar og norðoyingar ongantíð at taka undir við.


Eru svullir, so latið okkum tosa um tað við loysnum fyri eygað, heldur enn at taka fólkaviljan í eini æðraláting av teimum smáu sjúkrahúsunum, ið ongum tænir.


Óluva Klettskarð, Tjóðveldi