Hetta skal síggjast sum ein liður í býráðsins vilja til at stuðla upp undir føroyska filmslist og føroyska filmsgerð.
Tórshavnar kommuna hevur í fleiri ár verið góður stuðul hjá filmsverkstaðnum Klippfisk her í Havn, og vit halda, at so væl er komið burturúr, at tað er ikki meir enn nattúrligt, at vit luttaka í Áskoðaravirðislønini.
Tað serliga er við eini slíkari virðisløn, at tað verður publikum, sum ræður. Tað verða ikki tey ella teir á Parnassinum, sum út frá sínum fortreytin fara velja vinnara, men tann almenningurin, sum møtir upp í Norðurlandahúsinum 11. desember á hvørjum ári.
Vit halda, at tað er ein góð viðurkenning at fáa herðaklapp frá almenninginum.
Tann størra og meiri fakliga virðislønin Geytin verður uppkallað eftir Herálvi Geyta, kollfirðinginum, sum ferðaðist um landið alt og vísti film. Eg haldi, at navnið er væl valt.
Tað kundu ivaleyst verið nógvir filmsáskoðarar at kalla upp, men satt at siga, haldi eg, at heitið Áskoðaravirðislønin er eitt gott og neyvt heiti.
Fari vegna mentamálanevndina at ynskja tykkum góða eydnu við átakinum og við filmslistini sum heild. Hvør ið fær virðislønirnar fáa vit fyrstu ferð at vita um tveir mánaðar