Minnist meg rætt, var tað til løgtingsvalið í 1966, atSambandsflokkurin í Norðoyggjum helt seg hava so veika umboðan, at hildið varðat vera neyðugt at fáa ein sambandspolitikara úr Havn at bera fram floksinssjónarmið til endaliga valfundin í Atlantis bio.
Eg gloymi ikki huglagið í hølunum hetta kvøldið – og heldurikki speisku viðmerkingarnar frá fremstu umboðunum hjá hinum flokkunum: HákuniDjurhuus fyri lista A, Poul Jacob Olsen fyri lista C, Sámali Petersen fyrilista D og Jóhan Simonsen fyri lista E.
Tá ið talt varð upp, fekk Sambandsflokkurin um 10% í Klaksvíktil hetta valið.
Henda hending rann fram fyri meg, nú danski forsætisráðharrinvið skund kom til Føroya at reka fyri teir báðar borgarligu flokkarnar, sumstilla upp til fólkatingsvalið sjálvan grundlógardagin.
Lars Løkke Rasmussen var so nasadjarvur, at hann – eisini ísjónvarpi okkara – helt uppá, at hann var forsætisráðharri fyri Føroyar.
Og einki miðlafólk spurdi, hvat ið hann meinti við.
Eftir stendur so tann veruleiki, at maðurin metir Føroyarjavnt við oyggjar sum Samsø, Ærø, Langeland og Bornholm.
Hann loyvir sær at “gloyma”, at føroyingar eru ein tjóð, sumvelur egið løgting, hvørs meiriluti skipar eitt landsstýri við løgmanni oglandsstýrisfólkum, sum hava ráðharraábyrgd. Sjálvur luttekur hann á hvørjumári, sum danir siga “á jøvnum føti”, á ríkisfundi við grønlendskalandsstýrisformannin og føroyska løgmannin. Men tá ið fólkatingsval er fyriframman, er hann forsætisráðharri fyri Føroyar og Grønland.
Er maðurin í ørviti? Ella er tað bara tað, at viðurskiftinimillum Føroya og Danmarkar eru ein fløkja, sum má greiðast?
Nú ið stundar til fólkatingsval, kunnu vit vera vís í, at frádanskari síðu er alt væl pallsett – einki er tilvild: Veljast skal danskagrundlógardagin. Løkke kemur til Føroya at staðfesta sína støðu sum føroyskurforsætisráðharri. Hansara hátign, krúnprinsurin skipar fyri “Royal Run” í Klaksvík.
Sjálvur vaks eg upp í Klaksvík í fimmtiárunum.
Hevði nakar sagt teimum klaksvíkingum, sum tá myndaðubygdarlívið í hesi vøkru “Norðoya móður”, at eftirkomarar teirra savnaðu saman4000 fólk at renna saman við einum donskum krúnprinsi á hjólhesti – so høvduteir rist við høvdinum og lagt dýran við, at hetta fór ongantíð at henda – jú,í Havn - kanska!
Men millum Klakk og Kjøl? – so aldri, ongantíð!
Árni Dahl
