Árni heldur fram

30 March 2019
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Vága Tjóðveldisfelaghevur havt aðalfund, og nýggja nevndin hevur skipað seg.

Árni Jacobsen úr Miðvágiheldur fram sum formaður. Sólvá Jacobsen úr Sandavági er nývald í nevndina oger peningarøkil, og Ingolf S. Olsen úr Sørvági er skrivari. Jóan Petur Joensenúr Sandavági bar seg undan afturvali til nevndina, men tók tó við vali sumvaralimur.

Jóhan F. á Ørg er aðalstjórnarumboð fyri Vága Tjóðveldisfelag, og Árni Jacobsen er varamaður. Umboð felagsins á flokstingi eru Árni Jacobsen og Hjalmar Reynstind, og varafólk eru Anna Elisa Jacobsen og Sólva Jacobsen.

Um farna árið greiddiÁrni Jacobsen millum annað frá, at nevndin hevði verið rættiliga virkin viðnógvum fundum, eins og hon hevði skipað fyri fleiri almennum fundum, haruttanhýsis gestir høvdu verið við. Uttanhýsis gestirnir høvdu í fyrsta lagi veriðumboð fyri ting- og landsstýrismanning floksins.

Eftir aðalfundin hesaferð var opin fundur, har Magni Arge, fólkatingsmaður, greiddi frá fólkatingsarbeiðnum og fólkatingsvalinum, sum verður í næstum.

Myndin er av nýggjunevndini. Úr vinstru eru tað Sólvá Jacobsen, peningarøkil, Jóan Petur Joensen, varalimur,Árni Jacobsen, formaður, og Ingolf S. Olsen, skrivari.

Meira um sama evni

No items found.