Árni formaður í Vágum

17 April 2018
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Nýggja nevndin í Vága Tjóðveldisfelag hevur nú skipað seg, og tað er veteranurin Árni Jacobsen, fyrrverandi lærari úr Miðvági, sum hevur tikið við formanssessinum. Hann tekur við eftir Irenu Nysted, ið er flutt til Hvannasunds, og tí ikki tók við afturvali. Árni hevur verið virkin í Vága Tjóðveldisfelag í ein mansaldur og hevur fyrr verið formaður.

Jóan Petur Joensen, deildarleiðari í FK í Miðvági og búsitandi í Sandavági, er peningarøkil, og Ingolf S. Olsen, løgtingslimur úr Sørvági, er skrivari.

Vága Tjóðveldisfelag ætlar at seta ferð á virksemið aftur tíðliga í heyst við fleiri ymiskum tiltøkum, sum meira verður at frætta um seinni.

Meira um sama evni

No items found.