Tað skal loysa seg at arbeiða, ja! Men tað skal sanniliga eisini loysa segat arbeiða minni hjá teimum, ið hava tørv á tí!
Tí skal lógarásetta arbeiðsvikan styttast næsta valskeið. Tað skal gerastvið fullari lønarkompensasjón, og byrjast skal beinanvegin.
Ein tann ringasta fólkasjúkan í okkara parti av heiminum í okkara tíð erarbeiðsstrongd. Í friðarligu og at síggja til óstrongdu Føroyum er í so mátaikki petti frægari enn aðrastaðni. Tað vísa fleiri kanningar, sum gjørdar eruseinastu árini.
Fleiri fakfeløg hava tað sum sítt fremsta valynski, at arbeiðsvikan verðurstytt, og at tað verður gjørt við lóg. Tað er onki forgjørt í tí, tí arbeiðsvikaner frammanundan ásett við lóg (Løgtingslóg nr. 37 frá 1. juni 1978 um 40 tímars arbeiðsviku),men hon er ikki endurskoðað ella eftirmett í tey 41 árini, hon hevur verið ígildi.
37 ella 35 tímar
Ynskini, sum fakfeløgini hava sett fram, hava ljóða upp á annaðhvørt 37 ella 35tímars arbeiðsviku. Tað má politiska skipanin í samráð við partarnar áarbeiðsmarknaðinum so finna út av. Sjálvur haldi eg, at lopið frá 40 tímum umvikuna niður á 35 kanska er í so langt at taka í einum. 37 ljóðar meiraskynsamt – í øllum førum sum ein løgasteinur, áðrenn tað kanska seinni verðurfarið niður á 35 tímars arbeiðsviku.
Tað eru tó sáttmálaøki, har tað sagtans kannargumenterast fyri, at arbeiðsvikan er styttri enn tað, sum er alment galdandi.Í teimum yrkisgreinunum ber so til ígjøgnum sáttmálasamráðingar at styttaarbeiðsvikuna enn meira.
Onki arbeiðsforboð
Nú fakfeløgini hava sett arbeiðstíðina í brennidepilin, hevur ein typiskmótreaksjón verið, at tað er óðamannaverk at stytta arbeiðsvikuna, tí trot er áarbeiðsmegi, og at tað fer at skaða okkara kappingarføri.
Argumentini halda ikki. Talan er jú ikki um at setaforboð ímóti at arbeiða meira, enn arbeiðsvikan ásetir. Arbeiðsgevarar, ið erusinnaðir at gjalda yvirtíð, fara heilt vist at fáa fólk til arbeiðis, tá brúker fyri tí.
Men hjá teimum, ið veruliga hava brúk fyri at setaferðina niður, verður ikki vandi fyri, at trýst verður lagt á annaðhvørtsamvitskuna ella pengapungin fyri at fáa tey at arbeiða meira, enn tey hava hugella orku til.
Tríggjar tímar í fýra ár
Í Danmark hava kollektivu sáttmálarnir á arbeiðsmarknaðinum tryggjað einaarbeiðsviku upp á í mesta lagi 37 tímar síðani 1990. Lopið frá 40 tímum henditó ikki í einum. Tað byrjaði í 1985, tá farið var niður í 39 tímar, og stutteftir samdust partarnir á arbeiðsmarknaðinum har um at skarva tveir tímar avarbeiðsvikuni afturat yvir fýra ár.
Sæð í tí ljósinum er tað eitt hóskiligt mál at setasær, at føroyska arbeiðsvikan er komin niður í 37 tímar, tá komandi valskeiðiðer runnið. Tað er ein stytting av arbeiðsvikuni upp á ¾ tíma um árið í fýra ár.
Og vit byrja í heyst.
Betri arbeiðshugur
Tosa vit um effektivitet í privatari vinnu og á almennum arbeiðsplássum, so ersjálvandi okkurt niðara mark fyri, hvussu nógv arbeiðsvikan kann styttast,uttan at tað merkist á effektivitetinum. Men royndir í londunum rundan um okkumvísa, at við einari hóvligari gongd rætta vegin, so ØKIST effektiviteturin.
Meira frítíð og minni strongd elvir nevniliga tilglaðari arbeiðsfólk við øktari arbeiðsorku og færri sjúkradøgum.
Ein ov ógvuslig stytting av arbeiðsvikuni (niður í 30tímar) kann tó hava neiliga ávirkan á effektivitetin í almenna geiranum, vísasvenskar kanningar. Men aðrar kanningar vísa einmælt, at ein arbeiðsmarknaðurvið 35-37 tímars arbeiðsvíku er minst líka effektivur sum ein við 40 tímarsarbeiðsviku.
Tí fer lønarkompensasjónin heldur ikki at ávirkakappingarførið – tí sama arbeiðsavrik liggur eftir, tó at arbeiðsvikan verðurstytt.
Ein góð íløga
Um tað, at eitt høgt lønarlag skal hava negativa ávirkan á kappingarførið, erannars at siga, at tað er eitt uppáhald, sum alt ov ofta bara sleppur at standaósvarað – sum ein ævigur sannleiki.
Prógv fyri tí øvugta skera okkum annars í eygunihvønn dag.
Tí tað eru londini við teimum hægstu lønunum og bestu løntakarasømdunum,sum klára seg nógv best í heimshøpi, bæði vinnuliga og samfelagsliga. Tey eru heimsinsríkastu lond og hava tær bestu sosialu skipanirnar.
Láglønarlondini hinvegin, tey við óskipaðum arbeiðsmarknaðum, harløntakararnir hava ringast sømdir, klára seg ringast. Tey eru ikkikappingarfør, hóast lønarútreiðslurnar lutfalsliga bara eru ein brotpartur avtí, vit eru von við á okkara leiðum, og sosiali standardurin har er elendigur.
Soleiðis hevur tað verið í allar tíðir, og soleiðis fer tað eisini at veraframeftir.
Tí er ein íløga í góðar løntakarasømdir, styttri arbeiðsviku íroknað, eingóð íløga fyri alt samfelagið – ein íløga í góða fólkaheilsu og ein íløga ígott og støðugt kappingarføri.
Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi