Við tí, sum mest tykist sum eitt mistak í Vinnumálaráðnum, hevur landstýrismaðurin avmontera baklandið hjá valdu trygdarumboðunum kring landði. Tað einasta hesi trygdarumboð kunnu gera í dag, er at kunna fólkið um trygdina sum frægast.
Arbeiðseftirlitið skal virka sjálvstøðugt aftur og ongantíð ov skjótt. Fólk við útbúgving og kunnleika á teimum økjum, sum eru relevant fyri eitt optimalt arbeiðseftirlit skulu røkja Arbeiðsefirlitið, so at øll arbeiðsfólk kring landið aftur hava trygd fyri, at tey kunnu virka í einum tryggum arbeiðsumhvørvi.
Tað er mær ein gáta, hví landsstýrismaðurin leggur Arbeiðseftirlitið undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Hetta er ein stovnur, sum fæst við heilsufrøði og djóratrygd - Hetta er fjart frá trygd, trivnað, og arbeiðsumhvørvi hjá fólki.
Eg havi einki ímóti skilagóðum samanleggingum, men hesir báðir stovnar hava ikki nóg mikið til felags, um nakað!
Úrslitið av hesum mistaki er, at vit hava so at siga onki Arbeiðseftirlit í dag. Er hetta ein ynskilig støða í einum framkomnum landi sum okkara?
Á heimasíðuni hjá arbeiðseftirlitinum fært tú at vita, at har starvast (einans) fimm fólk. Um tú ringir til teirra í dag, fært tú at vita at tú hevur sett teg í samband við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Hvussu skal úrslitið vera um ein persónur við serkunnleika innan patologi ella kemi, skal út at argumentera um trygdina á einum arbeiðsøki?
Eg vænti, at sjálvt Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevði tikið undir við, at Arbeiðseftirlitið, aftur fór at virka, tí tað kann neyvan vera ynskiligt hjá leiðsluni har at fáa ábyrgdina av einum so týdningarmiklum øki sum arbeiðstrygd, og røkja hetta við einans fimm arbeiðsfólkum.
Avgerðin hjá landsstýrismanninum er eitt ræðandi mistak, ið vit mugu rætta, áðrenn hetta fær avleiðingar.
Heri Reynheim