Arbeiði fyri veruligum úrslitum

16 June 2015
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Hvar vóru menninir tá ið Danmark og ES annars, stongdi føroysk skip úti. Ikki eitt kis, onki mótmæli.

Annar brúkti alla orkuna uppá at verja Helle Thorning, hví hon mátti velja ES framum Føroyar. Hin hví vit ikki máttu lata støðuna skala ríkisfelagsskapin.

Í fólkatinginum var akkurát ongin føroyingur, sum vardi føroysk áhugamál. Dansk Folkeparti var ljósár framman fyri bæði føroysku umboðini. Slíkt apati frá føroyskari síðu má halda uppat.

At verða í ríkisfelagsskapi við ein, sum velur ein annan felagsskap framum okkum, er sum at verða gift við einum manni, sum tekur elskarinnuna fram um. Hvør finnur seg í slíkum?

Far tí á val og vel Tjóðveldi. Situr tú heima, velur tú samband og so hava vit onga onga verju.

Annita á Fríðriksmørk