Hin 20. juli 1969 steig Niel Armstrong saman við Buzz Aldrin, út á stigan á Apollo 11 og setti, sum hin fyrsti, fótin á mánan.
Stórir dreymar eru drívmegi
Átta ár frammanundan, at Buzz kundi spáka arm í arm við Armstrong á mánanum, helt Jack Kennedy eina røðu fyri amerikonsku kongressini. Tað mundi vera deyðatøgn í salinum, hendan maidagin í 1961, tá Jack legði fram tað, sum seinni skuldi gerast Apollo-ætlanin.
Málið kallaðis mánin, men var eisini búskaparlig endurreisn. Atfinningarsamar røddir vóru ímóti, at amerikanski forsetin soleiðis ætlaði at nýta nógvar milliardir av skattgjaldarans dýrt goldnu pengum. Tað mundi tá vera trupult at ímynda sær, at íløgan fór at verða fjølføld afturborin.
Í røðu sínari vísti Kennedy á, at styrkin í einum frælsisstríði valdast búskaparligari og sosialari framgongd. Og, hetta skuldi røkkast ávegis.
Dreymur Kennedys rakk nógv longri enn upp á mánan. Kapprenningin um rúmdartøkni, sum tá av álvara tók dyk á seg, er beinleiðis orsøkin til at iPhone, iPad og farteldir í dag eru náttúrligir lutir í okkara gerandisdegi.
Kennedy prógvaði tað, sum heimssøgan fortelur umaftur og umaftur: Tað eru visjónir og djarvar avgerðir, ið skapa álit á egnari megi, sum geva virkishug, búskaparliga framgongd og sosialan tryggleika. Og, sum eru grundarlagið undir nøkrum so ítøkiligum, sum fleiri arbeiðsplássum. At hella seg afturá, og lata onnur taka ábyrgdina, hevur ongantíð verið nøkrum framburði at frama.
Dirvi skapar framtíðina
Okkara Apollo-prosjekt er at gerast næsta landið á heimskortinum. Vegurin er at skapa fólkavøkstur og størri ríkidømi.
Fólkatingsumboðið hevur eina álvarsama uppgávu at greiða dønum og umheiminum frá, hví tjóðskaparneistin hevur so alstóran týdning fyri menningina av landi okkara. Og hví tjóðarfrælsi er ein fyritreyt fyri, at Føroyar fáa somu møguleikar, sum onnur lond, at skapa sína framtíð.
Lat okkum tendra apollo-neistan við einari djarvari tjóðskaparrødd á Fólkatingi!