Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur um kommunusamanlegging, settur Anniku Olsen, landsstýris¬kvinnu, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Væntar landsstýriskvinnan, at tað fer at eydnast at leggja kommunurnar saman við lóg í hesum valskeiðnum. Hvat byggir hon sínar metingar á?
2. Kann landsstýriskvinnan grundgeva fyri síni støðu til progressivan kommunalskatt, og um hetta verður partur av kommunalreforminum?
3. Verða fólkaskúlaøkið og/ ella eldraøkið løgd út til kommunurnar? Um ja, so nær? Um nei, so hví?
4. Hvørji av teimum tilmælum, sum standa í nýggja kommunuálitinum, væntar landsstýriskvinnan verða sett í verk í hesum valskeiði?
5. Verður kommunuval í úrtíð?
Svar upp á fyrispurning eftir Tingskipanini § 52a. frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingskvinnu
Fyrispurningur um kommunusamanlegging er soljóðandi:
1. Væntar landsstýriskvinnan, at tað fer at eydnast at leggja kommunurnar saman við lóg í hesum valskeiðnum. Hvat byggir hon sínar metingar á?
2. Kann landsstýriskvinnan grundgeva fyri síni støðu til progressivan kommunalskatt, og um hetta verður partur av kommunalreforminum?
3. Verða fólkaskúlaøkið og/ ella eldraøkið løgd út til kommunurnar? Um ja, so nær? Um nei, so hví?
4. Hvørji av teimum tilmælum, sum standa í nýggja kommunuálitinum, væntar landsstýriskvinnan verða sett í verk í hesum valskeiði?
5. Verður kommunuval í úrtíð?
Svar til spurning nr. 1, 3 og 4
Tað er ov tíðliga at siga, hvat úrslitið verður viðvíkjandi tí kommunala geiranum. Løgmaður hevur sett ein politiskan arbeiðsbólk at viðgera álitið hjá kommunalu umskipanarnevndini, Kommunur, eindir og uppgávur 2009. Bólkurin skal m.a. áseta talið á kommunalum eindum, hvørji ábyrgdarøki skulu leggjast út til kommunurnar og nær næsta kommunuval verður. Málið er at leggja endaligt uppskot til kommunala umskipan fyri Løgtingið í vár.
Ætlanin er somuleiðis, at kommunala umskipanin skal til aðalorðaskifti í Løgtinginum í næstum.
Sjálv metir landsstýriskvinnan, at umskipanin av kommunala geiranum er ein samlaður pakki og tí kann ikki verða talan um at leggja kommunurnar saman við lóg uttan so, at tær samstundis eisini fáa ábyrgd av antin eldrarøktarøkinum ella fólkaskúlaøkinum.
Ynski er, at samgonga og andstøða, í hesi tingsetuni, í breiðari semju, umskipa bygnað, fígging, uppgávur og ábyrgdir hjá kommunala geiranum í Føroyum.
Svar til spurning 2
Í arbeiðssetninginum hjá kommunalu umskipanarnevndini stóð: „Ætlanin er ikki at broyta skattaskipanina, og skal nevndin gera uppskot um, hvussu ein møgulig blokkstuðulsskipan skal skipast, sum tryggjar, at fígging er til tær uppgávur, sum verða fluttar til kommunurnar at umsita, tá tað ikki er gjørligt longur at broyta í býtinum millum lands- og kommunuskatt uttan at broyta skattaskipanina.“
Tvs. at tað ongantíð hevur ligið í kortinum í umskipanartilgongdini hjá sitandi samgongu, at kommunuskatturin skuldi gerast progressivur í sambandi við umskipanina av kommunala geiranum.
Svar til spurning 5
Nevndin er komin við tilmæli um at skipa fyri kommunuvali í úrtíð. Hetta er grundað á, at tað í arbeiðssetninginum var álagt, at fyrsta stóra øki skuldi verða lagt til kommunurnar 1. januar 2011.
Sjálv metir landsstýriskvinnan, at tað neyvan verður val í úrtíð. Rættast er at lata kommunustýrini sita ta tíð, veljarin hevur valt tey at sita. Men tað er av alstórum týdningi, at vit fáa framt umskipanina soleiðis, at lóggáva og fyrireiking verða framd í góðari tíð áðrenn komandi kommunuval. Tí er neyðugt, at vit finna semju um kommunalu umskipanina í hesi tingsetuni.
Annika Olsen
landsstýriskvinna