Andstøðan er alternativið!

3 August 2015
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Arbeiðsloysið er lækkað, tí at rentan er metlág, tí at makrelurin svimur á land, og setir gongd á virksemi á landi, tí at arbeiðsloysið lækkar eisini í londunum rundan um okkum, og tí at búskapurin er vaksin nógv seinastu árini.

Orsøkin til búskaparvøksturin eru sostatt viðurskifti, sum koma uttanifrá.

Skattalættin og fíggjarpolitikkurin hjá Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sambandsflokkinum hevur - av tí at hann hevur økt um gjónna millum lág og hálønt - m.a. ført til at 600 fleiri føroyingar eru í fátækravága í dag, enn áðrenn hetta valskeiðið byrjaði.

Ikki tí, skattalætti var neyðugur! Men skuldi hann rakt rætt, so átti hann at verið settur saman øðrvísið, so hann kom teimum, sum høvdu mest tørv á honum, til góðar. Tað hevði ikki bara verið solidariskari, men hevði eisini sett størri ferð á búskapin.

Men tá hann ikki gav landinum eyka inntøkur so kostaði hann hinvegin landinum fleiri 100 mió krónur í minni inntøkum. Hetta valdi samgongan at fíggjað við at forskatta pensjónirnar. Gjørdu teir ikki tað, var hallið í ár tað sama sum í 2011.
 Hetta hóast ein búskaparvøkstur á 2,5 milliardir sama tíðarskeið.

Og eins og man ynskir at geva teimum fáu vælbjargaðu skattalætta, so ynskja tey ráðandi í samgonguni, at fiskivinnan skal miðsavnast og at fólksins ogn skal verða søluvøra hjá teimum fáu. Tað er væl orsøkin til, at fiskivinnureformurin ongantíð kom. 
Tað er at harmast um. Fiskivinnureformur er neyðugur og eigur at tryggja, at fiskivinnan er á føroyskum hondum, og at fólksins ogn ikki verður givin ókeypis fyri síðani at verða keypt og seld fyri okursprís. Tann sølan, sum fer fram av fólksins ogn skal sjálvsagt koma okkum øllum og vælferðini til góðar!

Skal nakað av hesum broytast, eru andstøðuflokkarnir besta boðið. Tú finnur hvørki ein meira sjálvsstýrissinnaðan ella búskaparliga haldførissinnaðan flokk í verandi samgongu, enn tú finnur í verandi andstøðuna. Tí er andstøðan einasta boð uppá eina komandi samgongu, um neyðugu reformarnar skulu fremjast.

Tí er at fegnast um, at samstarvið ikki tók óneyðugan skaða av tí hvassa orðadrátti, sum var millum andstøðuflokkarnar í juni mánað undan fólkatingsvalinum.

Andstøðan fann skjótt stevið aftur og heldur hesum vónandi so leingi tað gagnar fólkinum og teimum neyðugu nýskpanum.

Annita á Fríðriksmørk