All we need is you !

9 September 2011
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Vónin um ein fíl undir Føroyum livir enn. Eitt ferðalag úr Føroyum hevur hesar seinastu dagarnar vitjað skotska oljubýin Aberdeen, ráðstevna og messa var á skránni, og soleingi áhugi er fyri at bora á okkara leiðum, er nakað av virksemi, og samstundis eksisterar væntanin um eitt veruligt búskaparligt íkast - úr havsins djúpu námum.

Vit, sum hava sovið í einari koyggju stóran part av lívinum, høvdu ikki stórvegis trupulleikar av at búleikast í evarska smáu kollegiuklivunum, í útriðini av lærda háskúlanum, í býnum. Verri var, at illa gekst at fáa samband við umheimin um alnótina. Í valtíðum, har pulsurin er títtur og blóðið heitt, kann tað vera ein bági.

Frekvensurin er høgur, ofta skrivar hondin skjótari enn høvdið melur og politisku veðurhanarnir tykjast hava góðar dagar. Væl afturkomin á klettarnar, tó at hetta ikki verður øðrvísi enn, táið terna skjýtst á egg, farið verður til ST-aðalfundar í New York mánadagin, eru strukturarnir í misfarna informatiónsstreyminum komnir á leið í rættlag aftur.

Táið argumentini hjá javnaðarmonnum fara at tróta í ólukkumáta, týða teir ofta til Olof Palme, og sum dunnusteggjar siga teir upp í saman: ”Politikkur er at vilja…..” Hesin tugdi setningurin er nú aftur farin at síggjast í kjakinum á Fjesbókini. Eykavaldi tingmaðurin í Klaksvík hevði hann á munni fyri kortum. Palme var flogvit, og vit sum hava lisið nakað væl av tí, sum hann hevur skrivað, og sum aðrir hava skrivað um hann, vita, at ljósár eru ímillum hendan aristokratin, ið bleiv socialistur, og tann føroyska partin av danska Javnaðarflokkinum, ið er á leið soleiðis, sum Líggjas í Bø so væl lýsir hendan bastardin í heimastýriskuvøsuni í Dimmu í gjárkvøldið.

Jú, sanniliga snýr politikkur seg um at vilja, og rættiliga avgerandi er tað, at viljin flytir okkum mótvegis einum máli, ið er fólkinum til frama. Í fullari endurgeving segði Palme annars: ”Politikkur – tað er at vilja nakað. Socialdemokratiskur politikkur, tað er at vilja broytingina, tí broytingin gevur vón um batar, fóður til hugflog og virkismátt, eggjan til dreymar og visiónir. Men sjálvandi eigur viljin at hava eina kós og broytingin eitt endamál. Vit socialistar eru ivaleysa framførir til at vilja nakað, tí hugsjónin er viljans drívmegi, og vit eru nógmikið djarvir til at ynskja broytingina, tí bara broytingin kann gera utopiir til veruleika.”

Hetta er uppgerðin við status quo. Tú mást fara um darvandi karmar, bróta forðandi múrar niður, skal tú røkka málinum, at gera utopiir til veruleika. Seta vit hetta inn í ein fólkatingskontekst, so snýr tað seg um, at eitt umboð á Danatingi stríðist fyri fólkaviljanum um tær frælsu Føroyar. Ein tjóðveldismaður, sum ikki stríðist av øllum alvi fyri hesum máli, hevur misskilt sína uppgávu og misbrúkt sítt mandat. Hermótið er tann massin av politikki, sum liggur ímillum danska fullveldi yvir Føroyum og demokratiska undirskotið við ongum dømandi valdi og skerdum útinnandi og lóggevandi valdi. Hendan paradoksala støðan, har politiska valdið í einum landi letur fólkaræði frá sær, fyri ein verð av flatbønum, má steðgast.

Olof Palme hevði eisini eina filosofiska ella eksistensiella meining um viðurskifti av hesum slagi. Í bókini, sum Hendrik Berggren hevur skrivað um hann, og sum verður hildin at vera ein tann besta endurminningarbókin í Norðurlondum, verður á blaðsíðu 421 skrivað soleiðis: ”Tað ber bara til at skilja áhugan hjá Palme fyri javnrættindum sum ein part av hansara generella javnrættindapatos. Umvegis eina abstrakta og aristokratiska fatan, var hann kompromisleysur mótstøðumaður andvegis øllum, sum bara líktist tí, at menniskju løgdu seg undir fyri øðrum, at órættvísi fanst í arbeiðslívinum hjá fólki og at relatiónirnar ikki vóru javnbjóðis í familjum. Heimsmynd hansara líktist meira henni hjá hinum kensluborna Jean-Jacques Rousseaus enn hjá hinum kalda greinaranum Karl Marx. Á sama hátt sum kendi franski heimspekingurin, helt hann ósjálvstøðu og bundni vera eina hóttan ímóti menniskjans frælsi og autensiteti. Bæði tjóðir og individir skuldu, samsvarandi hansara lívsfatan, vera suveren og sjálvstøðug – hetta var hin djúpari samanhangurin ímillum innan- og uttanríkispolitikk hansara…….”

Vit vita, at Palme hevði stóran áhuga fyri norðurlandamálum. Tað var ein strika í rokningini fyri hann, at NORDEK-ætlanin ikki varð veruleiki, men hann ferðaðist kortini nógv í umhvørvinum kring Norðurlandaráðið, og har hitti hann eitt nú oddvitan hjá føroyskum tjóðskaparmonnum, Erlend Patursson, og alt bendir á, at teir hava verið rættiliga samdir um yvirskipaðu tjóðskaparmálini. Í hvussu er samdari enn tað nýggja ættarliðið av javnaðarmonnum í Føroyum er við útsøgn hansara: ”Bæði tjóðir og individir skuldu, samsvarandi hansara lívsfatan, vera suveren og sjálvstøðug.”

Í sjónvarpaðu formansrunduni undan agitatiónini til fólkatingsvalið, segði nýsleikti formaðurin hjá føroyskum javnaðarmonnum, Aksel Vilhelmson Johannessen, at Javnaðarflokkurin hevði ta støðu, at Føroyar eru og skulu vera verðandi í ríkisfelagsskapinum og at Føroyar eru og framhaldandi skulu vera verðandi undir donsku grundlógini.

Tá politiski veðurhanin Sjúrður Skaale so í Dimmalætting ígjárkvøldið boðar frá, at hann umframt makrelmálið og fíggjareftirlitið ætlar at avgreiða føroysku stjórnarskipanina á Fólkatingi, um hann verður valdur, ja, so er ikki ilt at skilja desperatiónina, táið hann hevur rópt tjóðveldismenn fyri lygnarar, og tað sum verri er. Nú gongur sjón fyri søgn, at hann klamsaði republikansku hurðarnar aftur, táið hann ikki fekk okkum at renna ørindir fyri javningarnar í londunum báðum. Gott at vit vóru árvakin, og tryggjandi at vita, at tað enn finst ein politiskur flokkur, sum treytaleyst heldur boyuvakt við loysingina.

Summa summarum ætlar Aksel framhaldandi at vera partur av ríkisfelagsskapinum og undir donsku grundlógini meðan nýkálvaði javningurin og vápnabróðir hansara skal avgreiða føroysku stjórnarskránna á Danatingi sambært ásetingunum hjá danska móðirflokkinum.

Upp ímóti hesum standa føroyskir tjóðskaparmenn. Vit vilja, at føroyingar gera sína egnu grundlóg eftir fólksins ásetingum. Harumframt vilja vit brúka fólkatingssessirnar til at menna fólkaræði í Føroyum hagartil, at hesir báðir kolonikrakkarnir verða foyktir burtur av sær sjálvum.

Í útriðini av Aberdeen fer ein bussur makliga koyrandi við føroyska ferðalagnum, sum er á heimleið. Flogvøllurin er í eygsjón. Flogfarið hjá Atlantsflogi bíðar okkum. Brádliga varnist eg ein bannara, helst eitt lýsingarskilti, við áskriftini – All we need is you ! – og tað er júst átroðkandi støðan vit eru í. Tjóðskaparrørslan hevur tørv á tær næsta hósdag, táið ein ella tveir frælsislunnar skulu leggjast á gøtum sløttum í Keypmannahavn. Hetta snýr seg ikki um lønir og dupultmandatir, tað er at flyta fokus, tað snýr seg um at berja seg innaftur til frumviljan, har tjóðir og individir standa uppi av sær sjálvum. Um tær frælsu Føroyar.

Skuldi tykkara vilji verið, at eitt umboð tók sær av hesum burturav á Danatingi, í valskeiðnum, sum kemur, so vita tit í hvussu er hvønn tit skulu heita á. Amboðið er tilreiðar.


Glyvrum, 09.09.11