Alivinnan – glansmynd og spøkilsir

10 January 2008
Skrivað hevur

Tað gongst sera væl við alivinnuni í løtuni. Deyðstíttleikin av útsettum smolti er metlágur, vøksturin sera góður og tamarhald er á fiskasjúkum.

Lønar seg at taka ábyrgd
Alivinnan lá fyri fáum árum síðani í skeljasori. Orsøkin var einføld: Hvørki myndugleikar ella vinnan høvdu tikið neyðug atlit, tá talan er um at ala livandi djór í náttúruni. Men vinnan ruddaði upp, og í felags taki við myndugleikarnar eydnaðist tað at venda gongdini, so bæði framleiðsla og útflutningur vaksa. Alivinnan er eitt bjart dømi um, at tað at taka fulla ábyrgd ofta kostar nakað í fyrstu syftu, men lønar seg fleirfalt í longdini.

ES-avtalan spøkir

Men handan jaligu myndina spøkir ein álvarsom hóttan. Vit hava gjørt sonevndu veterineravtaluna við ES, men fylgja ikki fleiri av krøvunum í avtaluni. Tað kann brádliga koma at geva alivinnuni, eins og fiskivinnuni, álvarsamar trupulleikar við útflutninginum. Hetta er ábyrgdin hjá ovasta myndugleika á økinum.

Tjóðveldi og eg vilja leggja stóra orku í at tryggja, at Føroyar sjálvandi fylgja teimum sáttmálum og avtalum, ið vit binda okkum til – eitt nú hesa ómetaliga týdningarmiklu avtalu við ES. Eitt nýtt bakkast í alivinnuni ikki henda orsakað av skeivari raðfesting hjá myndugleikanum!


Bjørt Samuelsen - www.tjodveldi.fo/bjort

Meira frá sama høvundi

No items found.