Vit eru ung, vit eru her, vit vilja broytingar, vit vilja fólkaræði. Fólkaræði snýr seg um annað enn at fara á val. Fólkaræði eigur at vera livandi hvønn dag.
Tá tey, sum stýra og sita við valdinum, ikki handla, ja so gera vit tað!
Vit eru ónøgd – ja, lat okkum velja øðrvísi næstu ferð.
Um vit lata standa til, ja so stendur við og versnar. Vit skulu vera virkin, siga okkara hugsan, taka lut. Tær stóru broytingarnar koma frá fólkinum, sum seta krøv, ið gagna okkum – broytingar eru nakað, vit skapa her, og broytingar eru nakað, vit ynskja nú. Broytingarnar koma ikki frá toppinum og niður til okkara.
Tí skulu vit hevja okkum upp um smálutir og ósemjur. Politikkur skal ikki snúgva seg um Iphone’ir og dýrar uttanlandsferðir, og tá hann ger tað - sum beint nú - so skal tað fáa avleiðingar! Men sum tit vita, so henda hvørki nýskipanir ella nýhugsanir – og heldur ikki skeivur atburður fær avleiðingar. Tað er ikki í lagi.
Vit vilja síggja verulig úrslit – vit vilja ferð á Føroyar.
Saman um framtíðina – saman um at seta ferð á! Saman um semjur, saman um broytingar. Vit skulu vísa styrki og síggja møguleikar ístaðin fyri forðingar.
Norðoyingar eru harðir hálsar, vit hava tey brattastu fjøllini at ganga á. Tað klára vit! Sjógvurin, vit fiska í, er ógvusligur. Tað klára vit eisini!
Hægsta meitilberg í heiminum, sum viðoyingar troyta á hvørjum ári, eisini tað fáa vit at bera til.
Tað krevur nógv av okkum at fáa hendur á tí, vit liva av. Bæði á sjónum, fjøllum og í bjørgum. Norðoyingar vísa áræði hvønn einasta dag, tá teir eru til arbeiðis, og teir duga væl tað, teir teir fáast við.
Men kortini sníkir afturhaldnið seg fram í okkum í hesum døgum. Hví? Eg skilji tað als ikki. Skal onkur annar gjalda fyri okkara vælferð, tá vit prógva, at vit megna tað ógvuliga væl sjálv?
Útlitini fyri, at Norðoyggjar klára seg, eru góð. Her hava vit ung ágrýtin, sum fáast við filmsgerð, tónleik, myndlist, sjónleik, umframt tekniskir studentar, matvøruútbúgving og húsarhaldsskúla, sum mennir og nýskapar tær gomlu føroysku mat- og klædnasiðvenjurnar. Hesi skulu takast við í menningina av høvuðsvinnuni – hon skal vera spennandi og dynamisk. Fiskivinnan skal ikki einans snúgva seg um tey, sum eru á sjónum, í egningarskúrum og á flakavirkjum. Tann skapandi ungdómurin skal seta sín dám á at framleiða og selja D-vitaminirnar, sum allur heimurin skríggjar eftir.
Jú fjøltáttari vinnu vit skapa okkum, jú meir kenna vit okkum sum part av henni og eru errin av tí, vit liva av.
Vinna, íverksetan, tilfeingi og skapandi ungdóm – vit hava alt her norðuri. Sleppa øll hesi at arbeiða saman undir góðum korum, fáa vit framgongd og fólkavøkstur.
Og velja vit politikarar, sum síggja menningarmøguleikarnar í hesum, ja so kann tað ikki ganga galið!
Vit skulu vera optimistisk um gongdina her í Klaksvík og eisini í restina av Føroyum, tí har kreativur ungdómur er, leggjast onnur aftrat.
Vit hava tónleik, sjónleik, íverksetan – Húsið, Dávavirkið og Íverksetarahúsið, bara fyri at nevna nakað av tí, sum norðoyingar hava skapt.
Vit hoyra alla somlu tíðina um, hvussu skulu vit fáa tey ungu heim aftur, sum lesa uttanlands – kjakið skal ikki snúgva seg um sersømdir fyri tey, men vit skulu heldur venda hesum á høvdi og velja at siga, at vit skulu gera tað besta fyri okkara ungu, sum eru her heima.
Tí tá tey øll, sum eru uttanlands í ymiskum ørindum, síggja framgongdina og ágrýtnið, sum er millum føroyingar her heima, ja so ynskja tey at koma heim aftur og geva teirra íkast til okkara samfelag við øllum íblástrinum, tey hava fingið aðrastaðni.
Tí skulu vit velja politikarar, sum framhaldandi arbeiða fyri at styrka fiskivinnuna - ikki bara lata standa til - og mentan, sum skapar nýhugsan. Hesi bæði saman fremja framgongd, trivna og fólkavøkstur.
Unga Tjóðveldið í Norðuroyggjum varð endurstovnað
her í kvøld. Vit eru ung, sum síggja møguleikar, og sum ynskja Ferð á Føroyar.
Umráðandi er, at ungdómurin er virkin um alt landið – hetta er best fyri fólkaræðið og fyri allar Føroyar.
Vit eru ung í Norðuroyggjum, sum seta Ferð á Føroyar
Takk fyri!
Gunnhild Dahl Niclasen