Adressan er skeiv, Bjørn...

21 September 2011
Skrivað hevur
Óluva Klettskarð

Í hvassorðaðari grein leggur Bjørn Kalsø Tjóðveldi undir líkt og ólíkt av riknum fiskivinnupolitikki í farna valskeiði.
Eg fari bara at siga við tingmannin, at hann man hava misskilt okkurt –ella rættari sagt nógv! Tí tað er hansara flokkur, sum hevur ábyrgd av fiskivinnumálum. At leggja alla ábyrgd frá sær og turka støðuna upp í Tjóðveldi, tað er tað sama sum at siga, at flokkur hansara púra onki nyttar og bara ger eftir boðum frá øðrum. Tað dugi eg illa at ímynda mær, sambandsmenn vilja hava sitandi á sær.


Tingmaðurin er so í øðini, at orðalagið als ikki er at kenna aftur. Hann ávarar –nú er tað helst veljarar, hann vendir sær til, “at úlvarnir fara einans at ganga í lambsskinni í eina tíð, í eini roynd aftur at fáa vind í seglini.” Tað er rætt, at val okkara verður eftirmett í hesum døgum. Men at billa veljarum inn, at vit ganga í lambsskinni og dylja fyri, hvat vit í veruleikanum standa fyri, tað er ikki bara at taka munnin ov fullan. Tað er at lúgva og skjóta egna neyð á annan. Tí tjóðveldi tekur ábyrgd av tí, sum er farið fram. Tað ger Bjørn Kalsø ikki!


At eftirmeta støðuna og riknan fiskivinnupolitikki er alla tíðina neyðugt, ikki minst í hesum døgum, ein royndaskipan hevur virkað. So í staðin fyri at leypa á onnur við atkvøðum fyri eyga, so átti sambandstingmaðurin at tikið í egnan barm: at vent sínum egna flokki rættan veg.


Tað er Jóhan Dahl, ið er landsstýrismaður í fiskivinnumálum umboðandi Sambandsflokkin, og er nakað at viðmerkja, so er adressan tann vegin!

Óluva Klettskarð, Tjóðveldi