Ábyrgd av egnum fíggjarviðurskiftum

17 October 2008
Skrivað hevur

Heimsfevnandi fíggjarkreppan ger tað meira aktuelt enn nakrantíð at hava innlit í og skil á fíggjarkervinum. Viðgerðin av bankatrygdarnetinun vísti greitt, at vit als ikki hava ta ávirkan og ábyrgd vit eiga at hava av okkara egnu figgjarviðurskiftum.

Fólkatingið og Løgtingið samtyktu í farnu viku sonevnda bankatrygdarnetið. Hetta fekk fólkatingslimin Edmund Joensen at stórfegnast um, at tosið um føroyskt fíggjareftirlit er tagnað. Men júst viðgerðin av trygdarskipanini vísti heilt greitt, hvussu langt vit eru frá at hava neyðugt innlit í og avgerandi ávirkan á okkara egna fíggjarkervi. Tað er ein álvarsom støða.

Eingi fingramerki
Føroysku bankarnir ynsktu at gerast partar av bankatrygdarskipanini. Tjóðveldi tók undir við hesum, men vístu vit samstundis á eina røð av spurningum og óavgreiddum viðurskiftum. Tá føroysku bankarnir eru partur av skipanini, áttu føroysku myndugleikarnir sjálvsagt at verið við í arbeiðinum at orða lógina. Men, sum tað kom fram í Løgtinginum, so hevur bert hissini samband verið millum føroysku og donsku myndugleikarnar um málið, og tí vóru eingi føroysk fingramerki at hóma í lógini.

Á leið 150 bankar eru við í skipanini, og kunnu hesir í mesta lagi koma at gjalda 35 milliardir krónur til samans. Henda upphædd varð sett sum 2% av donsku BTÚ. Føroysku bankarnir koma eftir hesum leisti í ringasta føri at gjalda nærri eina hálva milliard krónur til skipanina, sum er lutfalsliga nógv.

Verður tørvurin størri enn 35 mia, ber danski staturin restina av útreiðslunum. Tá føroyskir bankar nú gerast partar av skipanini, merkir tað so eisini, at landskassin kemur at bera sín lutfalsliga part, um kravið til grunnin verður hægri enn 35 mia? Um so er, hvat kemur hetta at merkja fyri landskassan?

Trygdarskipanin skal eftir ætlan virka í tvey ár. Um pengarnir í grunninum ikki verða nýttir, fáa Føroyar tá sín lutfalsliga part afturgoldnan í 2010? Sambært lógini fella pengarnir – eisini teir frá føroysku peningastovnunum – í danska statskassan.

Avtøkufelagið høvuðsleiklut
Danska búskaparmálaráðið setir á stovn eitt partafelag nevnt Avtøkufelagið. Sambært lógini er tað danska búskaparmálaráðið, sum eigur hetta partafelag. Føroyingar eiga sostatt ikki part í felagnum. Nevndin, sum verður vald at stýra felagnum, kemur at vera ein ómetaliga týdningarmikil nevnd, bæði meðan skipanin virkar, og ikki minst tá hon verður tikin av. Tí átti landsstýrið sjálvandi at tryggja sær møguleika at velja nevndarlimir, og soleiðis tryggja sær ávirkan.

Nevnda Avtøkufelag, kemur m.a. at peika á keypara, í teimum førum har peningastovnur ikki ber seg. Um ein føroyskur banki fær trupulleikar, er vandi sostatt fyri, at hann verður seldur útlendskum/donskum banka. Føroya Landsstýri - ella føroyskar fyritøkur – kunnu sostatt ikki fara inn og keypa bankan - uttan so at Avtøkufelagið hevur givið sítt vælsignilsi. Tað eru danska Fíggjareftirlitið og danski búskaparmálaráðharrin, sum hava síðsta orðið at skula hava sagt.

Alt vald til danska Fíggjareftirlitið
Fíggjareftirlitið kann fara beinleiðis inn at stýra bankunum, og kann eitt nú nokta bankunum at flyta kapital millum egnar fyritøkur. Tað kann eisini fara inn og seta nevndarlimir og stjórar frá. Danska fíggjareftirlitið hevur sostatt sera víðfevndar heimildir í okkara fíggjarkervi. Hetta er eitt øgiligt vald at lata øðrum, og eg vóni, at landsstýrið ger alt sum stendur í tess makt at tryggja okkum ávirkan her.

Nú hendan skipanin kemur at virka, er eingin ivi um, at tað fer at vaksa um áhugan hjá peningastovnum og øðrum at læna donskum (og føroyskum) bankum pengar. Tað er gott, men sum nevnt verður í donsku viðmerkingunum til lógina, so er samstundis ein greiður vandi fyri, at spekulerað verður í skipanini. Tí verður ymiskt gjørt fyri at byrgja upp fyri hesum.

Vit vita, at føroyskir bankar mest sannlíkt eru lutafallsliga betri fyri enn nógvir av teimum donsku og útlendsku bankunum, ið verða við í skipanini. Eiga vit ikki eisini at hava møguleika fyri at ávirka og byrgja fyri spekulatiónsvandanum?

Hetta eru nakrir av teimum spurningum, sum als ikki vórðu nóg væl lýstir frá landsstýrisins síðu, áðrenn lógin varð samtykt.

Kundu styrkt okkara støðu
Tjóðveldi mælti saman við hinum andstøðuflokkunum til fleiri broytingar í lógini, júst fyri at tryggja føroysku áhugamálini betri. Broytingaruppskotini fullu tíverri.

Samstundis torir Edmund Joensen ikki at hugsa um avleiðingarnar, um vit yvirtaka fíggjarøkið. Eg tori ikki at hugsa um, at vit framhaldandi lata alla ábyrgd upp í hendurnar á øðrum.

Skuldi nakar ivast, so er Tjóðveldi framvegis fremsti forsprákari fyri at vit taka við ábyrgdini av okkara egna fíggjarkervi og sjálvi hava eftirlit við bankunum. Fegin í samstarvi við onnur lond. Vit eru als ikki nøgd við, at tað er danski búskaparmálaráðharrin - og ikki føroyski fíggjarmálaráðharrin - sum er fyrstur at fáa boðini frá Fíggjareftirlitinum um støðuna hjá føroysku bankunum.

Bjørt Samuelsen

Meira frá sama høvundi

No items found.