Á varðhaldi á Fólkatingið

17 June 2015
Skrivað hevur
Pauli Trond Petersen

Eitt umboð fyri Tjóðveldi fer á Fólkating at verja avgerðarrætt føroyinga. Hetta er ongantíð meira umráðandi enn nú, tá danir eru í ferð við geva alt meira av egnum valdi til ES. Vit mugu ansa okkum, so vit ikki verða lumpa inn í ES, við at lata alt fleiri funktiónir av landinum, sum td. fíggjareftirlitið og bankalóggávu.
Tjóðveldi vil ikki gerast limur í einum felagsskapi ið ikki tryggjar smátjóðum demokratiska ávirkan og rætt at skipa egnum tilfeingi.
Heldur vil Tjóðveldi gerast limur í EFTA og eini EBS- líknandi skipan og á tann hátt fáa skipaða atgongd til ES- marknaðin. Við einum EFTA- limaskapi fær Føroyar atgongd til fríhandilssáttmálar við fleir enn 50 lond kring allan heim.
Vel Tjóðveldi 18. juni, vit verja Føroyar!

Pauli Trond Petersen