Tá tú vísir passið, ert tú borgari í einum landi, sum hevur eina av mest harðrendu kósum í heiminum mótvegis útlendingum. Ein politikkur, sum ikki sømir seg einum landi, ið virðir mannarættindi.
Tá tú vísir passið, er tú borgari í einum landi, sum ikki viðurkennir rættin hjá Føroyum at gera sína egnu grundlóg, uttan at hon leggur seg undir ta donsku.
Vit skulu ikki verða borgarar í einum landi, sum snýtti okkum, tá bankarnir vóru koyrdi á heysin í 90-unum. Vit uppdagaðu snýtaríið og fingu endurgjald, men bara tí vit uppdagaðu tað.
Vit skulu ikki vera borgarar í einum landi, sum ikki vil tosa okkara sak í makrelmálinum, tí landið er partur av Evropeiska Samveldinum.
Vit skulu ikki vera borgarar í einum landi, sum loyvir ólóligari flúgving í føroyskum luftrúmi, uttan at spyrja okkum.
Vit mugu ikki missa málið úr eygsjón.
Vit skulu yvirhøvur ikki vera borgarar í nøkrum fremmandum landi.
Vit skulu taka alt vald í okkara egnu hendur. Tað gevur viðurkenning og sjálvsvirðing.
Vit skulu hava eitt tætt samstarv við danska fólkið og øll onnur fólk í heiminum.
Øssur Winthereig