6. oktober. Associatiónirnar renna 17 ár aftur í tíðina. Hugasamband er við ta løtuna, táið leiktjaldið verður drigið fyri á seinasta sinni og búskaparligi, fíggjarligi og politiski glantrileikurin verður tikin av palli. Føroyar eru druknaðar í eini flóðaldu av ríkisveiting og ørandi lántøkum. Skottini ímillum vøld og vinnu eru rapað, og teir sum halda seg hava yvirvaldsrættin yvir hjálandinum Føroyar gera eitt elegant statskvett ígjøgnum fíggjargeiran, sum frammanundan er bundin í kervið teirra. Serføroyski sosialdemokratiski bland-búskapurin, við landskassanum sum politiskt prostitueraðum buffara, var farin á ørmundarhús. Vit flotna aftur, og hóast avleiðingarnar helst eiga heimsmet í ræðuleika, mest eyðsýndar í fíggjarliga illa á holdum komnum flóttum í grannalondunum, so væntaðu tey flestu, at brenda barnið fór at ræðast eldin somikið, at politiska skipanin fór at taka betri partar fyri seg, soleiðis, at tjóðin frameftir kundi stjórnast ígjøgnum burðardyggar javnvágir yvir tíð. Har uppdriftin til umfordeilingina onkursvegna stóð mát við vælferðarsamfelagið, við teimum politisku litbrigdum, sum politisku hugsjónirnar og samanrenningarnar nú einaferð áseta.
Lívførið í øllum skipanum tykist vera avmarkað. Kapitalisman er farin sum ein Djengis Khan um allan heimin. Hevur brotið alt fyri sær, tí ongin onnur skipan í okkara tíð hevur megnað kappingina í hestakreftum. Vakstrarfilosofiin hevur verið tølandi, hevur virkað sum óendalig áfylling á benzindunkarnar á leiðini inn í himmalin. Rossini á banjaranum kundu ikki temjast. Táið menningarelementið dragnaði í syntesuni millum framleiðslu og virðir, var ein nýggjur gangari saðlaður, privatiseringar av fólksins ognum, ein fascistoidur skattapolitikkur og ein skjótt vaksandi spekulatiónsídnaður í umsetiligum pappírsvirðum. Ástøðiligu búskaparjallarnir á Lærda Háskúlanum í Chicago vórðu spentir fyri vagnarnar. IMF og Heimsbankin organiseraðu leikin. Laboratoriið var av góðum grundum skipað í Santiago. Búskaparlig chokterapi hilnast best, har ið kreppa er frammanundan, og sum kendi journalisturin Eduardo Galeano, frá Montevideo, skrivaði í bók síni ”Dagar og nætur við kærleika og kríggi”: ”Nobelvirðislønina fekk Milton Friedman fyri búskaparligu ástøðir sínar samstundis sum Chile fekk Pinochet general til landsins forseta.” Ella sum nazistiski sakførarin Carl Schmitt segði á sinni: ”Suverenur er hann, ið hevur tak á undantaksstøðuni.”
”Bara ein kreppa – verulig ella gyklað – fremur veruliga broyting. Tað sum hendir, eftir at ein slík kreppa hevur tikið seg upp, er í rættiliga stóran mun tengt at spurninginum um hvørjar hugsjónir eru tøkar um sama mundið. Eg meini, at júst hetta er okkara grundleggjandi starv, at virka fyri øðrum kosti í at velja enn ráðandi politikkin, at halda lív í teimum og lata tær verða tøkar, haðartil tað politiskt ómøguliga gerst politiskt óundansleppandi.” Hesi orðini eigur guruan Milton Friedman. Hann eigur onkran fylgisveinin norðuri á 62 stigum, og góð tríati ár eftir hernaðarkvettið í Santiago, ímóti demokratiskt valda forsetanum, sosialistinum Salvadore Allende, eydnaðist tað umsíðir at fatlað neokonservatismuna um øklarnar á føroyskum javnaðarmonnum, ið við tíðini gjørdust so forliptir og steinbýttir uppi í hesi nýggju læru, at teir í ovfarakæti avlýstu klassakampin. Við bindi fyri eyguni hava teir gingið seg út á eggina. Og nú er vælferðarsamfelagið aftur ávegis í eina undantaksstøðu. Fíggjarlógaruppskotið – eitt sminkað lík – er prógvið um hetta. Hallið sigst vera 768 milliónir krónur, men tað forslær lítið, táið kreativa bókføringin er flensað uttan av veruliga bulinum. Støðan verður útpenslað í einum yvirliti, sum staðfestir, at skattainntøkur landskassans eru vaksnar við 100 milliónum krónum frá 2004 til 2010 ímeðan útreiðslurnar í hesum sama tíðarskeiði eru vaksnar við eini heilari milliard. Vælferðarsamfelagið, sum samsvarandi monetaristiska búskaparpolitikkinum hjá Óla og Bárði, við Eidesgaard sum galliónsfiguri, skuldi fløða og fjara, alt eftir hvussu nógv akfør, kjólar, varmapútur, dustsúgvarar, mjadnahaldarar, standlampur, júgurfetlar, ballpakkar, ginfløskur og parfumogløs vórðu konsumerað í føroyska privata húsarhaldinum, hevur fingið eitt somikið álvarsligt afturstig, at bara nakrar fáar snúgvingar eru eftir í gevindinum, haðartil tað brestur í múrin, sum er møguleikin at lána til eina almenna nýtslu, ið als ikki stendur mát við máttin í uppdriftini, sum er vakstrarpotturin og upphavið til samfelagsbúskapin.
Hetta er triðja árið á rað, at Føroya løgting fer undir at viðgera eina fíggjarlóg, sum hvørki er karðað ella spunnin. Kanska er hon skild, vaskað og hálvavegna nappað, men tað er ábyrgdarloysi av format, at tingmenn áhaldandi skulu líða undir stjórnarloysinum hjá hesum lív- og hugsjónaðarleysa ABC-konglomerati, ið ikki megnar at semjast um nakað sum helst, og als ikki um hvør fíggjar- og búskaparpolitikkur er frægastur fyri land og fólk. Útreiðslusíðan rennur sum eitt inertileyst taxametur, bremsukubbarnir eru slitnir niður í nakka, meðan inntøkusíðan varð totalamputerað í 2004. Hevði CHE-samgongan ikki havt hakað nakað í, á skattapolitiska økinum, hevði aktuella hallið verið hundrað milliónir størri, enn tað sum varð ásett í hinum næstan guðdómliga ólavsvøkukarminum, ið er einasta ýtið fíggjarmálaráðharrin hevur havt sær fyri eygunum, táið hann hevur fylt í fugurnar og nartlað burtur. Táið tað knípti við at fáa sama talið at standa báðumegin líkheitsteknið, var struthio camelus hátturin hentur, meðan kreativi kusturin varð brúktur til mascara´ina, sum kann fjala lýtini eina løtu.
Neokonservativa vælferðarsamfelagið, sum núverandi fíggjarmálaráðharri landsins knæsetti sum løgmaður í 2004, verður ikki fíggjað í landsins egna cyklusi longur. Lántøka og skuldarseting skal til. Ambitiónirnar eru í minsta lagi 768 milliónir krónur størri enn magnið í aktuellu uppdriftini, í hvussu er, um man áhaldandi ætlar at fylgja friedmanska modellinum hjá teimum báðum høvuðskokkunum í 2004. Sjálvt eftir privatiseringarnar av Atlantsflogi og Føroya Banka hevði landskassin verið at kalla tómur, um kravda gjaldførið ikki var fíggjað við lánsbrøvum, og eitt kvalifiserað git er, at hetta lagið bert kann halda fram í 1-2 ár afturat. Tí standa vit nú aftur á gáttini til útbrotið av serføroysku búskaparsjúkuni, har vit sum oftast vera kollrendir og sjúgvaðir ymsar vegir av útlendskum kreditorum, sum hava mist álitið á pseudodemokratinum í eini danskari heimastýrisskipan, ið eftir fleiri falleraðar hendingar hevur prógvað sítt ógagn, sum karmur um eina tjóð. Upp á allar mátar.
Raksturin í fíggjarlógaruppskotinum er sambært fíggjarmálaráðharranum bara vaksin við 0,3%´um í mun til verandi ár. Hetta er ein ógvuliga ivasamur sannleiki, ið hvussu er ein sannleiki við rættiliga týðandi modifikatiónum. Bara eitt evarska lítið raid ígjøgnum uppskotið gevur eina heilt aðra mynd av rakstrinum, og prógvar, at ólavsvøkukarmurin er sprongdur í tógva lutir. 42 milliónir í inntøkutrygd eru burtur, hóast materiellu lógirnar framhaldandi eru í gildi. Tær 25 milliónirnar, sum javnaðarbossarnir vóru um at skræða seg sundur av fyri tveimum mánaðum síðani, avleiðingin av ikki samtykta pensiónsreforminum, eru framvegis partur av uppskotinum. Stuðulsjáttanin til Norðoyatunnilin á 42,5 milliónir er tikin út, heldur enn at vera plaserað í Pf. Sandoyartunnilin, sum avtalað er í samgonguskjalinum, og gevur harvið ein nýggjan rakstrarlumma á somu upphædd og tær 20 milliónirnar, sum landsstýrismaðurin ætlar at fáa sum føroyskan part av yvirskotinum í danska tjóðbankanum (0,7%, av tí at vit eru partur av danska seðlaumfarinum), munnu fara at hilnast illa, táið danir á sínari fíggjarlóg hava fíggjarætlað við 3,7 millónum hesum viðvíkjandi. Nú snýr tað seg ikki longur um kosmetikk og sminking, men nærkast heldur í meira lagi ætlaðum falsi. Meira enn stórt hundrað milliónir krónur eftir reyv, bara á fýra kontum, skeiva vegin, sigur ikki so lítið um ringa standin.
Raksturin prógvar, at tað framvegis er Fólkaflokkurin, sum stjórnar hesum partinum av ABC-krambúðini. Asosialu átøkini fyri jól í fjør halda fram við nýggjari pallseting, har nartlað verður burturav hjá veikastu bólkunum í samfelagnum, og umrøddu bygnaðarbroytingarnar, ið skulu til, eru parkeraðar í framtíðini. Ein minking í rentustuðlinum á 1% vendir ongari kreppu í samfelagsbúskapinum, ella rættari kreppuni, sum landsins fíggjarlóg er komin sær í, av politiskum ábyrgdar- og dugnaloysi. Og skavingin í evarska smáu játtanunum hjá m.a. Brúkarasamtakinum og Demokratia bjarga heldur ikki heimastýrisfinansunum.
Á íløgusíðuni hevur Jóannes Eidesgaard mannað seg nakað upp í seinastuni. Hann sigur seg ætlað, at tunnilsøðin skal steðga fyribils. Tað flytir fokus frá ósolidariska og alt meira ósosiala politikkinum í rakstrinum, og samstundis er tað eitt set-up til ein politiskan nevaleik ímillum tveir av gigantunum í føroyskum politikki. Ein Rumble in the Jungle duel ímillum Eidesgaard og Kallsberg. Átøk legendariska stríðnum í Kinshasa fyri sløkum 35 árum síðani, - ímillum teir báðar Muhammad Ali og George Foreman. Hvør teirra megnar betri Rope-A-Dope taktikkin hjá Ali, táið hann leggur korpusið inn yvir mótstøðumannin, og letur hann sláa og brúka megina upp, er ikki gott at vita. Lættari er at gita um, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2010 er valskráin hjá Javnaðarflokkinum. Íløguraðfrestingarnar eru sjónligt tekin um hetta, og sosialdemokratiska og út av lagi illa frágingna traktatin, sum fylgir fíggjarlógaruppskotinum, sker út í papp, at Javnaðarflokkurin er á rýmingarkós, hann orkar ikki meira, og er hetta seinasti krampadrátturin áðrenn teir siga Kaj Leo farvæl á hesum sinni.
Tjóðveldi heldur, at landsstýrismaðurin er komin væl frá raðfestingunum í íløgunum, javnvágirnar millum ymsu politikkøkini eru skilagóðar og haldbarar, og tað er rætt at steðga milliardaíløgunum í marginal tunnilsprosjektir, meðan royndir vera gjørdar fyri at fáa tamarhald á landsbúskapinum aftur. Landið skal bindast saman, sambindingin norðanfyri Skopunarfjørð er ivaleyst mergurin í tí menning, sum hevur verið í økinum, tí mega ætlaðu verkætlaninar takast framaftur, táið megin í uppdriftini ber teimum. Eitt lítið land hevur ikki ráð til at skekla partar av landinum burturúr síni menningarleið. Størsti trupulleikin við almennu íløgunum síðani fullveldislandsstýrið stjórnaði landinum, er ein vantandi ætlan, sum røkkur longri enn eitt ár fram. Sum nú er vorðið, sita borgarar landsins alspentir kring landið, og bíða eftir, um fíggjarnevndin fer at leska teir við einum jólapakka í nevndarálitinum fram ímóti Tollaksmessudegi. Úrslitið av hesum er, at sjussingin og korridorhandlarnir heldur onga verkliga avleiðing hava, tí ongar fyrireikingar eru gjørdar í málum, sum tingið gerst samt um. T.d., er bara ein brotpartur brúktur av samtyktu íløgunum frá í fjør, og er hetta ein áminning um, at politiska skipanin má gerast samd um eina langtíðarløguætlan fyri 10-15-20 ár frameftir, í hvussu er um tær heilt stóru verkætlaninar, sum liggja í kortunum.
Heimskreppan hevur lítla og onga ávirkan havt á føroyska búskapin. Marknaðarprísirnir á fiski hava verið lágir í eitt ár, men rakstrartrupulleikin á landsins fíggjarlóg hevur lítið og onki við heimskreppuna at gera. Kynið í tí trupulleikanum er skapt í Føroyum. Undir ABC-samgonguni fyrru. Tí skal hesin kinkurin bendast uppaftur av okkum sjálvum.
Størsti trupulleikin í Føroyum er, at tjóðin ikki er ein sjálvstøðugur statur. Vit fáa hvørki definerað okkum inneftir ella úteftir. Úteftir eru vit non-existing og inneftir ganga vit í fleiri bólkum við fleiri nationalum áhugamálum. Standa ikki á sama grundvølli, táið vit viðgera trupulleikar landsins. Hetta minnir um eitt brot úr lítlu reyðu bókini hjá Mao-Tse-Tung, hóast tyrannur og bølmenni, mundi hann ikki vera mýruvongur í intelligensi, táið hann megnaði at savnað kollosala fólkameingið í Kina í eina tjóð, og hann sigur: ”Materialistiska dialektikkin ásetir ta fatan, at orsakir ákomnar uttaneftir eru treytin fyri allari broyting, ímeðan tað eru innaru orsakirnar sum eru grundarlagið undir broytingini, tvs., at megin í uttaru orsøkunum bara kann gera sína ávirkan galdandi ígjøgnum innaru orsakirnar. Eitt gásaregg, ið fær nógmikið av varma gerst umsíðir til ein gásarunga, ímeðan tann varmin ikki finst undir sólini, ið kann broyta ein stein til eina gás. Grundarlagið er ikki hitt sama.” Opererað verður í ymsum og ólíkum sferum.”
Soleiðis kemur mær fyri, at stríðið stendur í Føroyum. Kampurin ímillum føroysk og donsk tjóðskaparáhugamál. Teir føroyingar, sum bera kyndilin frá klassiska politiska tjóðskaparstríðnum víðari fram á leið, fram ímóti republikkini, tosa út frá heimligum fyritreytum, ímeðan donsku nationalistarnir í Sambandsflokkinum og í fraktiónum í øðrum partapoltiskum klivum liggja niðri í danska ríkiskassanum og skvambla og halda sær at gleimi. Alt orðaskifti er til fánýtis og atgerðarleyst, tí jørðildið og útgangsstøðið er ikki hitt sama hjá báðum pørtum. Meðan Edmund høggur við krákunevi, Magni rakar við hvísl og Helgi oysir upp úr, við eskarinum á einum lítlum borðbáti, er føroyski veruleikin andsøgnin, sum teir ikki vilja fata, teir eru sum legendariska froskan á botninum í súrhoyggjabrunninum, teir halda veruliga, at tað sum teir síggja í gaptromini í erva, á danska ríkiskassanum, er alheimurin.
Tí finst bara ein verulig loysn á føroyska trupulleikanum, og tað er, at føroyski nationalstaturin verður skipaður umgangandi. At ríkisveitingin verður strikað, soleiðis, at vit øll fara at tosa samsvarandi somu fyritreytum. At fokusera á føroysku styrkina heldur enn veikleikan. Tá ber eisini til at ferðast eftir somu málum, hóast ideologiskar divergensir. At lynna undir vøkstur í teimum lummum, sum eru grónir uppi við sjálvsagda andaliga og verkliga letinum frá donsku ríkisveitingini. Sjónarmiðini kunnu brótast á bráðpannum, men endamálið verður altíð tað sama, at gagna føroyskum áhugamálum. Danska agentfyritøkan, Sambandsflokkurin, kann tá átaka sær ein annan og meiri hugaligan leiklut í sjálvstøðuga statinum Føroyar.
Tá ber eisini til at finna sær eitt veruligt pláss í alheiminum. Og í onkrum av teimum felagsskapum, sum mjørkakenda koloniala pseudokjakið um EFTA og ES rekur okkum framí, alt eftir hvør mælir fyri munni. Onki av hesum ber til uttan sjálvstøðu og stat. At hava ein status quo uttanríkisráðharra í einum hjálandi er ikki haldbært í longdini, og tað var heldur ikki ætlanin við departementinum, táið Tjóðveldi setti tað á lunnar. Ætlanin var, at seta eina skorðu undir prosessina fyri fullkomnum tjóðskaparligum sjálvræði. At snýsa hálvthundrað milliónir krónur burtur, bara fyri í løtum at hava ein entertainara á skíggjanum, fyri at siga húsvagnafamiljum hvar tær skula sleppa sær av við bukkuna, og so í onkrum tragikomiskum herðindi at hótta iranska forsetan, Ahmed Ahmedinedjad, um hesin ikki heldur sær í skinninum, táið tað ræður um kjarnorkudubbing. Tað gekk annars sum rótasúpan um allan Teheran, sigst, at prestastýrið varð kalla saman eftir bandbulluna frá Niclassen ráðharra, men dagin eftir sóust tó myndir av forsetanum, inni á einum kjarnorkuverki, har hann mælti vísindamonnunum til at seta meiri ferð á ríkanina av urani. Sic transit gloria mundi.
Spurningurin, sum tey flestu seta sær, er, hvat ið er til ráða at taka, fyri at gongdin skal venda frá ørmundarkósini hjá ABC-samgonguni. Og orsakað av tí sannroynd, at vit á fleiri økjum hava háttað okkum og stjórnað landinum, sum var tað eitt menningarland, har feudalurin framvegis hevði takholt á ognum, vinnu og politisku skipanini, eru møguleikarnir eyðsýndur, og er vilji til broyting, eru vit helst væl betri fyri enn flestu av ídnaðarlondunum, har endaspurturin hjá kapitalismuni hevur skolað alt omanav.
Helst hevur onkur durkdrivin spunasmiður og professari frá heimsspekisfakultetinum á Sorbonne hjálpt franska forsetanum, táið hann nú ein dagin segði hesi vísu orð: ” "Í mong ár hava almennu tølini skorða undir størri almennan vøkstur. Nú bendir mangt á, at hesin vøkstur er í ferð við at hótta framtíðina hjá mannaættini og Jørðini, og at hann oyðir meira enn hann skapar. Tíðin er farin frá BTÚ - atlso, eini bruttotjóðarúrtøku mátað í peningafæi.” Ein staðfesting um, at kapitalisman, soleiðis sum vit hava kent hana, er komin at mørkum, har burðardyggleikin er yvirhálaður av girnd og tráðan eftir materiu og vøkstri. Nú oyðir vøksturin meira enn hann skapar. Teir einastu, sum nú so paradoksalt megna at temja kapitalistiska rossið eru kinesisku kommunistarnir, sum eftir ongari tíð eru vorðnir heimsins fjórði størsti búskapur, og sum í stóran mun halda lívið í superveldinum USA. Búskaparmiðjan flytir seg eysturyvir. India, Kina og Japan daga undan í kapprenningini um eina nýggja valdskjarnu og eina øðrvísi heimsskipan.
Her í landinum liggja fleiri óroyndir vakstrarlummar og bíða eftir at vera fyltir. Burðardyggleiki verður gandaorðið í framtíðini, og tað merkir í grundini ikki annað og meira, enn tað sum føroyingar í øldir hava megnað í bø, haga og bjørgum. At røkja natúrligu javnvágirnar. Bara fyri at taka nakrar staklutir úr rúgvuni:
· Almenni sektorurin má endurskoðast. Ongin evaluering er gjørd av Normann-doktrinini, og síðani miðskeiðis í nítiárunum er hendan vælbjálvaða kassaskipanin grógvin so til við mosa, at um- og miðfyristingin í stóran mun kann metast at vera í eini undantaksstøðu. Høgra hondin veit ikki hvat vinstra ger. Borgarin er til fyri fyrisitingina og ikki øvut. Tí skal øll skipanin skannast ígjøgnum av einum kvalifiseraðum kommandobólki, sum megnar at geva eitt boð um, hvussu framtíðarbygnaðurin skal síggja út. Fíggjarlógin prógvar, at geirarnir eru skeiklaðir. Almenni parturin av samfelagnum er vorðin ov stórur. Og privati parturin harvið ov lítil. Longu í 1971 setti SF´arin Poul Dam uppskot fram um, at venda hvørjum steini í almenna partinum av búskapinum, og Per Hækkurup fekk sum fíggjarmálaráðharri uppgávuna at skipa evalueringina, hetta gjørdi hann við eldhuga og góðum skili, hóast Krag av partapolitiskum orsøkum sveik hann í royndarstundini. Hetta átti ikki at hildið okkum aftur næstan 40 ár seinri.
· Í fiskivinnuni liggur potentialið til tað stóra lopið á inntøkusíðuni. Eftir ein fatalan, ella rættari ongan fiskivinnupolitikk, í áravís, undir fólkafloksleiðslu, eru stovnarnir undir Føroyum komnir at eksistensmarkinum. Veiðan minkar framhaldandi í toska- og hýsufiskiskapinum, meðan upsaveiðan heldur sær á sama støði. Í eini burðardyggari fiskiveiði, har stovnsrøktin hevur fremstu raðfesting, og lurtað verður eftir vísindini, táið dagatalið verður ásett, og ein Tilfeingisbúð er búskaparliga amboðið, sum stjórnar allari føroyskari fiskiveiði, liggja ónýttir møguleikar, sum koma at elva til øktan útflutning á nógvar hundraðtals milliónir krónur. Virðisøking og betri atgongd til uppisjóvarfiskin telur sama vegin. Rationaliseringin, sum kemur í kjalarslóðini av nýggja fiskivinnupolitikkinum, hespar niður á útreiðslusíðuni, táið tað ræður um orkunýtslu og ger okkum til eyðsýndar vinnarar í veðurlags- og CO2/málinum. Í hesum viðfangi skal sigast, at tað er at fegnast um, at Eidesgaard heldur fram har sum CHE-samgongan slepti í málinum um eitt nýtt havrannsóknarskip, sum er at líkna við ein flogbera ella eitt slagskip í marinuhierarkinum í landi við hermegi og herflota.
· Saðlast má um í vinnupolitikkinum. Núsitandi landsstýrið hevur ikki gjørt annað enn at destabiliserað tað sum er. Onki nýtt átak kemur teimum til hugs, ímeðan verandi vinnur so hissini verða píndur við alskins avgjøldum, eitt nú alivinnan, sum næsta ár skal gjalda eitt granskingar- og menningargjald til tær almennu Føroyar á 6 milliónir. Teirra vanlukka er, at teir høvdu eitt gott rakstrarár í 2008. Hóast fyrsta boð í øllum vinnupolitikki er stabilitetur, so er destabilitetur kreddan hjá núverandi ráðharra, og hartil kemur so fullkomna undirbrotligheitin fyri øllum sum danskt kann gala, nú hann roynir at krøkja okkum í allar hugsandi danskar skipanir. Einaferð var Fólkaflokkurin tjóðarbyggjari í vinnumálum, um ikki annað, nú lata teir ekkaleysir Johan Dahl gera enda á hesum leivdunum eisini. Rationalisering í almenna sektorinum og í fiskivinnuni gevur rúm fyri menning í vinnuliga segmentinum. Ein upplagdur kveikjari fyri at fáa javnvág aftur í ein sjálvberandi føroyskan búskap.
Fíggjarlógaruppskotið er greitt tekin um, at tað eru ikki politiskar hugsjónir og samfelagslig áhugamál, sum nú stjórna landinum. Menn eru ikki samdir um nakað sum helst, og tað er ikki so frætt, at nakar megnar at stjórna ósemjunum heldur. Fíggjarlógin verður stýrd av obligatorisku lønar- og príshækkingunum á útreiðslusíðuni. Ongin torir at seta spurnartekin við hesi viðurskifti, ímeðan inntøkuskapanin frá einum progressivum vinnu- og fiskivinnupolitikki er lagdur til viks.
Fíggjarmálaráðharrin sigur, at trofe´ini hjá hesi samgonguni eru donsku bankapakkarnir og Ólavsvøkupakkin. Hann skal seg forbarma. Úrslitið er hareftir. Nú skurðfjøllini verða gingin, ber hóskandi til at siga, at á flettingarborðinum liggur ein tíðarsett bumba og vaggar. Fyri jól í 2007 slitnaði fyrra ABC-samgongan orsakað av tunlunum Norð um Fjall. Nú stendur aftur um neppingina. Um somu fjøll gera endað á seinru ABC-samgonguni fæst at vita fram ímóti jólum. Muhammad Ali vann nevaleikin í nærum ótolandi tropuhitanum í Zaire 30. oktober 1974, eftir at Foreman var sligin knock-out í áttanda umfari. Hvussu leikurin endar hjá Kallsberg og Eidesgaard er ilt at meta um, men Jóannes hevur í hvussu er heilgarderað seg við eini valskrá, sum mest av øllum líkist eini bráðvakrari hugsjón, ið meira er distansublendari enn substansur í klassiskum sosialdemokratiskum politikki.
Í vónleysa stríðnum ímóti Vietcong og Hanoi mæltu amerikanararnir í Saigon Kennedy forseta til at halda fast um stuðulin til Ngo Dinh Diem. Sum teir skrivaðu í einum fjarriti, hetta gjørdist seinri eitt kent hugtak: “Sink or swim with Ngo Dinh Diem.” Dagarnir fram til jóla fara at geva okkum eina ábending um, um Javnaðarflokkurin framhaldandi ætlar at svimja í stafettini hjá Kaj Leo, ella um hann ætlar at royna eina aðra disciplin. Tjóðveldi er til reiðar at taka um endan, og er hugað fyri at fremja neyðugu nýbrotini, ið skula til, fyri at javnviga búskapin aftur á einum burðardyggum og sjálvberandi grundarlagi.