Grøna orkuskiftið skal loysa seg í krónum og oyrum

7 August 2019
Skrivað hevur
Rógvi Nybo

Skulu vit fremja eina grøna kollvelting í Føroyum, skal tað veruliga loysa seg at leggja um til grøna orku.

Í dag eru omanfyri 1000hús í Føroyum, sum verða hitað við hitapumpum, og talið av elbilum nærkastteimum 200. Hetta er at gleðast um; men enn gera tey flestu tað avidealistiskum orsøkum og/ella tí tey hava ráð til tað. Men vit mangla ennrestina, eini 18-20.000 hús og yvir 37.000 akfør!

Skulu vit av álvara geraeina grøna kollvelting í Føroyum – og tað haldi eg vit skulu gera – so noyðastvit at fáa stóru fjøldina við; og tað skjótt! Skulu vit fáa restina av Føroyafólki til at leggja um til hitapumpu, jarðhita ella aðra grøna orkuskipan, ogskulu vit av álvara fáa skift føroysku bilparkina út við elbilar, so er baraeitt svar.

Tað skal loysa seg íkrónum og oyrum!

Gularót ella stokk?Bæði!

So spyr tú kanska, um egvil gera hetta við stokki ella gularót. Skulu vit eydnast, noyðast vit at brúkabæði. Í dag er tað ov kostnaðarmikið at gera íløgu í eina grøna orkuskipan, ogtað tekur ov langa tíð áðrenn íløgan hevur goldið seg inn aftur. Í summum førumkunnu vit risikera, at tað bara verður break-even, áðrenn tíðin er komin atgera eina nýggja, dýra íløgu.

Hetta forðar teimum allarflestu í at gera hesa íløguna, eisini sjálvt um nógv hava hug til tað. Men taðer, og verður altíð pengapungurin, sum í síðsta enda bestemmar. Tí vit skulu júeisini liva, í dag og í morgin.

Gularótin í dag er, attil ber at fáa MVG-afturbering fyri íløguna, umframt at latið er nú upp fyribíligari streymi til hitapumpur. Men vit noyðast at gera gularótina uppafturstørri.

Síðani noyðast vit eisiniat finna stokkin fram, og gera svørtu loysnina uppaftur dýrari.

Tað má og skal loysa segbetri at velja grønu loysnina, fram um ta svørtu.

Dálkandi skipavinnan

Størsti parturin avføroyska útátinum av vakstrarhúsgassum kemur frá stóra skipaflotanum. Tínoyðast vit eisini at fáa tann stóra skipaflotan at leggja um til grønariorkuskipanir skjótast gjørligt. Summi halda kanska at hetta so er ein trupuluppgáva – men tað er tað í roynd og veru ikki, tí svarið er tað sama. Tað skalloysa seg at leggja um!

Uppgávan hjá politiskuskipanini er at leggja soleiðis til rættis, at tað fer at loysa seg. Og herhaldi eg at vit skulu tora at fáa allar loysnir á borðið – stuðul, lán,frádráttir og so framvegis. Vit mugu og skulu fáa minkað um okkara útlát, taðskylda vit okkum sjálvum og ikki minst okkara eftirkomarum!

Tungoljan...

Tað eru mong sum so siga,at tað nyttar lítið at fáa øll at leggja um til eina grøna, elektriskaorkuskipan, um streymurin á netinum verður framleiddur við tungolju.

Har er uppgávan hjáokkum, sum bjóða seg fram at stýra landinum, at tryggja at tað framyvir altíðverður ríkiligt av veruliga grønum streymi á el-netinum.

Skulu vit fremja eittgrønt orkuskifti, skulu vit eisini røkka málinum um at fáa 100 prosent grønaorku á el-netinum longu í 2030. Grøna orkuskiftið er bæði grøn elframleiðsla ogskiftið frá olju til el í nýtslu.

Tað fer at krevja stóraríløgur og nógvar beinharðar raðfestingar

– og eg raðfesti grøna orkuskiftið øgiligahøgt!

Míni mál á orkuøkinum

Verði eg valdur íLøgtingið, vil eg arbeiða fyri:

  • at vit geraneyðugu íløgurnar fyri at hava 100% grøna el-orku í 2030
  • at vit gera taðbíligari at keypa grønar orkuskipanir og dýrari at lata vera
  • at landiðveitir rentu- og avgjaldsfrí orkulán við sera lagaligum treytum
  • at vit bannaoljufýri í nýggjum sethúsum og stovnum
  • at vit seta eittOrku- og umhvørvismálaráð á stovn at fremja grønu kollveltingina

Rógvi Nybo

Løgtingsvalevni fyriTjóðveldi

Meira um sama evni

No items found.